fríggjadagur 31. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 210 - 31. oktober 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fótbóltsfólk úr øllum
landinum koma í
Miðlahúsið, tá bestu
fótbóltsfólkini á
árinum skulu kjósast
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann væl vera, at veðrið
var heldur keðiligt, tá sein
asta floytið var í Formula
deildini seinasta leygardag.
Men fyri tað ber væl at
halda eina rimmar fótbólts
veitslu, og tað er hetta, sum
Miðlahúsið hevur sett sær
fyri at gera í kvøld. Fótbólts
fólk og spælarar úr øllum
landinum hava boðað frá
luttøku, og rokna verður
við fullsettum hølum, har
fótbóltsreyp og –prát verður
á skránni í tríggjar tímar.
Hæddarpunktið á kvøldi
num verður sjálvandi, tá
ymsu
handanirnar
fara
fram, og verða tær fyrstu av
hesum á skránni klokkan
22. Rás2 sendir eisini bein
leiðis frá tiltakinum, og
umframt ymsu handirnar
verður sjálvandi eisini prát
að við fleiri av veitslugestu
num, eins og tónleikur og
bara
hugni
verður
á
skránni.
10. ferðin
Hetta er tíggjunda ferðin, at
Sosialurin skipar fyri kjós
anini av bestu fótbóltsfólk
unum í landinum. Og runda
talið er eisini ein av orsøk
unum til, at serliga nógv
verður gjørt burtur úr kvøld
inum hesaferð.
Atkvøðugreiðslan er skip
að soleiðis, at venjarar og
liðskiparar hjá liðunum í
Formuladeildini og 1. deild
kvinnum hava greitt at
kvøðu, og hartil eru umboð
fyri fjølmiðlarnar eisini
sloppin framat at siga sína
hugsan. Hvør atkvøða telur
eitt stig, og er ikki loyvt hjá
venjarum ella spælarum at
atkvøða fyri persónunum
úr sínum egnu feløgum.
Og so er hetta sjálvandi
eisini kvøldið, har gyltu
skógvarnir skulu handast til
tey, sum hava skotið flestu
málini í ár. Ein handan, sum
tó ikki hevur kravt nakra
atkvøðugreiðslu annað enn
tað, sum spælararnir hava
víst gjøgnum árið.
Besta spælið
Umframt hesar virðislønir
verður eisini latin serlig
virðisløn til tað liðið, sum
hevur sýnt besta fótbólts
spælið í Formuladeildini í
ár. Tann atkvøðugreiðslan
er farin fram gjøgnum alt
árið, tá ítróttarskrivarar hjá
Sosialinum eftir hvønn dyst
hava givið liðunum millum
ein og seks bóltar fyri avrik
sítt.
Virðislønin fyri hetta er,
at vinnandi liðið kann geva
eitt herðaklapp til eitt av
yngru liðum felagsins. Tað
stendur spælarunum frítt at
velja millum hesi, men
spælararnir á tí ungdómslið
num, sum verður valt, fáa
ein spildurnýggja Puma
bólt í part, og eru hesir bólt
ar ogn hjá spælarunum
sjálvum – og altso ikki
felagnum.
34
Virðislønirnar
Hesar virðislønir verða handaðar í
Miðlahúsinum fríggjakvøldið.
(Stuðlarnir til einstøku virðislønirnar
eru nevndir í klombrum)
Gylti skógvurin
Kvinnur
(Thomas Dam Ítróttur)
Menn
(Thomas Dam Ítróttur)
Ársins dómari
(Josie’s Juice Bar)
Besta fótbóltsspælið (Thomas Dam Ítróttur)
Ársins málverji
Kvinnur
Burger King)
Menn
(Trygd)
Ársins venjari
Kvinnur
(Hvonn)
Menn
(Føroya Bjór)
Ársins stjørnuskot
Kvinnur
(Prentmiðstøðin)
Menn
(Formula.fo)
Ársins spælari
Kvinnur
(Føroya Tele)
Menn
(Føroya Tele)
Rimmar
fótbóltskvøld
Í fjør varð eisini skipað fyri fótbóltskvøldið í Miðlahúsi
num, tá virðislønir vórðu lætnar teimum bestu.
Fríggjakvøldið verða avloysararnir hjá hesum funnin