fríggjadagur 31. oktober 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 210 - 31. oktober 2008 ]
Gango heldur fram í ÍF
Andras Gango hevur fyri tað mesta verið framúr í ÍF-
málinum í ár, og tí er eyðsæð, at fuglfirðingar hava roynt
at endurnýggjað sáttmálan við málverjan. Og hetta er nú
eydnast, hóast tað hevur ljóðað, at okkurt av størru
feløgunum eisini hevur ligið framvið eftir undirskriftini
hjá ungverjanum. Við hesum er greitt, at málverjin hjá ÍF
eisini eitur Andras Gango tey bæði komandi árini.
Brasiliumenn gevast
hjá B71
Heimasíðan hjá B71 skrivar, at tríggir av teimum
fýra brasiliumonnunum, sum seinastu tvey árini
hava spælt við B71, ikki koma aftur til Føroya.
Tískil verður felagið uttan tríggjar av
stuðulsleikararunum, nú farið verður undir
uppgávuna at vinna sandoyingar aftur í Formula-
deildina. Málslúkurin Clayton Soares heldur
hinvegin fram á Sandi.
Higar til hevur
Stjørnan væl og
virðiliga staðið
VB og Neistanum
kurl. Sunnudagin
vitja tær hjá triðja
avbjóðaranum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tjaldur hevur higar til verið
fríska íkastið til kvinnu-
kappingina í hondbólti.
Longu í fjør vístu tær tek-
in um, at nakað stórt var í
væntu, tá tær vóru eitt mál
frá at spæla seg í finaluna í
steypakappingini, og í ár
hava tær so væl og virðiliga
prógvað, at hetta ikki var av
tilvild.
Við javnleiki móti Neist-
anum og annars tryggum
sigrum hevur Tjaldur eisini
víst, at tær skulu takast full-
komuliga í álvara, og nú
standa tær fyri størstu av-
bjóðingini, tá meistararnir
úr Stjørnuni vitja.
Stjørnan hevur higar til
prógvað, at tær heilt avgjørt
ætla sær at stevna móti gulli-
num í ár. Ikki minst hevur
talan verið um mest sum
imponerandi tryggar sigrar
móti VB og Neistanum,
sum saman við Tjaldri
verða mett sum liðini, ið
skulu royna at standa meist-
arunum kurl.
Spennandi í Havn
Tveir aðrir dystir – báðir í
Havn – verða spældir um
vikuskiftið, og á pappírinum
er talan í báðum førum um
sera javnar dystir.
Leygardagin tekur Neist-
in móti VB, og hesin dyst-
urin líkist einum dysti um,
hvør skal renna aftan á
Stjørnuni og kanska eisini
Tjaldri.
Sunnudagin er botndystur
á skránni, tá Kyndil og StÍF
takast. Hesi bæði liðini
megnaðu í fjør at halda VÍF
undir sær í stríðnum um at
sleppa undan niðurflyting. Í
ár bendir alt á, at tað fyrst
og fremst verða innan hýsis
dystirnir millum Kyndil og
StÍF, sum gera av, hvussu n
iðurflytingarspurningurin
sær út, og tí vilja báðir part-
ar helst leggja nógv fyri
sunnudagin.
Til ber at fylgja við
á skíggjanum, tá før
oyska manslandsliðið
í hondbólti spælir
móti Bosnia í morgin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í 3-2 sendingini hjá Sjón-
varpinum
í
gjárkvøldið
kundi verturin staðfesta, at
Sjónvarpið fer at senda bein-
leiðis, tá føroysku hond-
bóltsharrarnir
í
morgin
skulu royna seg í Sarajevo.
Hóast heimaliðið her ikki
kann fáa stuðul frá vanliga
harðmæltu heimaáskoðar-
unum, so er eingin ivi um,
at talan verður um stóran
bita hjá okkara monnum,
um enn hesin ikki verður
heilt so stórur, sum hann
var tað mikukvøldið móti
Serbia.
Sendingin í Kringvarpi-
num byrjar klokkan 12.50.
Tað verða neyvan 21 mál á
muni hesaferð, men eingin
ivi er um, at talan aftur
nú verður um sera stóra
avbjóðing hjá føroysku
hondbóltsharrunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-deildin
Dagur
Klokkan Dystur
01.11
15.00
Neistin-VB
02.11
14.30
Kyndil-StÍF
02.11
15.00
Tjaldur-Stjørnan
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
01.11
14.00
ÍF-KÍF
01.11
14.00
Dráttur-TB
02.11
13.00
TB-KÍF
02.11
14.00
Dráttur-Mjølnir
Eik-ligan, menn
02.11
14.00
SÍ-ÍF
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
3
3
-
0
-
0
85
58
27
6
2 Tjaldur
3
2
-
1
-
0
73
62
11
5
3 VB
3
2
-
0
-
1
87
74
13
4
4 Neistin
3
1
-
1
-
1
75
71
4
3
5 StÍF
3
0
-
0
-
3
67
90
-23
0
6 Kyndil
3
0
-
0
-
3
51
83
-32
0
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett
dystir
v
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
4
4
-
0
12
3
9
8
2 Fleyr
4
3
-
1
9
5
4
6
3 Mjølnir
3
2
-
1
7
3
4
4
4 Dráttur
3
2
-
1
6
6
0
4
5 ÍF
3
1
-
2
4
6
-2
2
6 KÍF
4
0
-
4
6
12
-6
0
7 TB
3
0
-
3
0
9
-9
0
Tjaldur til próvtøku
Sjónvarpið sendir úr Bosnia
Mjølnir flytur dystir
Badmintonhøllin í Klaksvík er upptikin nú leygardagin,
og tí verða nakrir dystir hjá Mjølni í Eik-ligunum fluttir.
Menninir spæla móti Fleyr í Badmintonhøllini
týskvøldið 4. november. Tað er fyrsti dysturin hjá
monnunum í ár. Kvinnurnar spæla útidyst móti Drátti
sunnudagin 2. november og mikukvøldið spæla tær
móti Fleyr í Badmintonhøllini.
-mørk
Spakin settur í við
Tórsvøll
Mánadagin fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn,
at grava fyrsta spakan í byggingini av nýggjari
fimleikahøll við Tórsvøll i Havn. Í Tórshavnar kommunu
er tvey stór fimleikafeløg, Havnar Fimleikafelag og
Fimleikafelagið Ljósið, ið leingi hava havt tørv á
hallum. Fyrstu stigini til nýggju høllina varð tikið í
2004, og nú verður so fyrsti spakin settur í. Ætlandi
stendur høllin liðug í 2009, og fer hon tá at kosta 56
milliónir krónur.
-mørk
Kvinnurnar hjá
Neistanum og
VB hava seinnu
árini verið tær,
sum hava bjóðað
Stjørnuni av.
Leygardagin fæst
at vita, hvat av
teimum báðum
er betur fyri í
kapprenningini,
sum nú eisini
fevnir um Tjaldur
35