Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 167 - 31. august 2001 Nr. 167 - 31. august 2001 3 Leygardagin verður skipað fyri Laksatorgi í Runavík. Tað eru Runavíkar Komm- una og Eysturoyar Kunn- ingarstova, sum skipað fyri tiltakinum. Sum orðið eisini sigur, so verður laksurin eisini mið- punktið fyri komandi leygardag í Runavík. Ì- búgvarnir í stóru komm- ununi í Eysturoynni fáa leygardagin høvi til at smakka eitt sindur av laksi. Á laksatorginum verður møguleiki at fáa ein ó- keypis laksabita. Ein kokk- ur verður á staðnum, og hann fer at bjóða royktan, feskan ella graveraðan laks. Fyrireikararnir siga, at eitt stórt borð verður sett upp, har fólk so kunnu njóta ein betri bita við laksi. Høvi verður eisini at keypa okkurt drekkandi. Eisini fer kapróðrarfelagið at selja eitt sindur av laksi. Rannvá Troest frá Eyst- uroyar Kunningarstovu sig- ur við Sosialin, at hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri einum tílíkum tiltaki, og endamálið er ikki annað uttan at geva íbúgvunum eitt spennandi og ókeypis tilboð. Eisini vera nøkur tón- leikatiltøk á skránni í sam- bandi við laksatorgið. Jónsvein og Birgir við vinmonnum fara á uppsetta pallin kl. 12. Klokkan 13 verður ein sangbólkur úr Betesda at síggja á pall- inum. »Eg eri ein K« og Absalon og dukkudreingir- nir fara á pallin kl. 14, og ein dupultkvartett verður at hoyra kl. 15. Langur leygardagur verður eisini í sambandi við laksatorgið. Um kvøldið verður laksadansur, sum Støkk skipar fyri í Støkkhøllini. -hr. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, pápi, verfaðir, bróður, versonur og svágur KÁRI JOHANNESEN Fuglafjørður flutti heim til Harran mánamorgunin 27.8. 52 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 31.8. kl. 14.00 úr Siloa. Familjunnar vegna Liljan, Sólvá og Klæmint Viggo og Maria og Bergur Tey,ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Zarepta eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra dóttir, kona, mamma og vermóðir JENSINA ELISABETH SIMONSEN ættað úr Sørvági og búsitandi í Havn andaðist týsdagin 28.8.2001, 47 ára gomul. Jarðarferðin verður úr dómkirkjuni fríggjadagin 31.8.2001 kl. 13.00. Familjunnar vegna Mo, Kim, Mariann, Beinta og Magnus Laksatorg í Runavík Runavíkingar fáa ókeypis laks leygardagin. Seinasti rættarfund- urin hevur verið í málinum um æru- meiðing millum Victor Carlsen og Dan Klein. Nýggja vitnið avdúkaði, at arvingarnir høvdu fingið eitt bræv, sum tey mettu var ein rokning. Victor segði seg einki hava við hana at gera. Dómur verður sagdur fríggja- dagin RÆTTARMÁL Stefan í Skorini Endi fæst ikki á málinum um ærumeiðing millum Victor Carlsen og blaðstjór- an á Oyggjatíðindum, Dan Klein, fyrr enn fríggjadagin á middegi, tá dómarin Henrik Møller fer at gera eina úrskurð í málinum. Tað er Victor Carlsen, sum hevur stevnt Dan Klein fyri ærumeiðandi grein í Oyggjatíðindum 15. desember. Blaðið skýrir Victor pengagrís og vil vera við, at hann hevur sent rokning fyri 175.000 krón- ur til arvingarnar hjá mann- inum, ið móðir hansara var gift við. Hesar útsagnir vil hann hava dømdar deyðar at vera. Nýggjar upplýsingar Dan Klein hevði kallað eitt nýtt vitni í rættin. Hetta var Sofus Hansen av Skála- fjørðinum, sum var sonur mannin, ið var giftur við móðir Victor. Nakað av fólki var komið oman í rættarhølini at lýða á, hvussu leikur fórst, og týði- ligur spenningur var á teim- um øllum. Hann greiddi frá, at tey høvdu fingið eitt bræv, sum móðir Victor hevði skrivað undir, men Victor sjálvur hevði skrivað brævið. Í brævinum vórðu peninga- lig viðurskifti viðgjørd. Har varð roknað út, hvussu nógvan pening móðir Victor hevði latið húsar- haldinum hjá teimum báð- um. Har vóru útreiðslur til bil og mánaðarliga út- reiðslan til húsarhaldið løgd saman, og hetta gav eina upphædd uppá 455.161 krónur. Tí metti móðirin, at hon hevði rætt til at fáa pening frá arvingunum hjá mann- inum. Tað var í hesum sam- bandi, at hon bað Victor Carlsen um at senda arv- ingunum hetta brævið, har skotið varð upp í endanum av brævinum, at tey lótu henni 500 krónur um mán- aðin í tólv ár sum samsýn- ing fyri at hava hildið hús hjá manninum. Hetta var kanska ein máti at fáa part av arvinum hjá manninum, sum børnini annars fingu. Hetta mettu arvingarnir sum ein óbeinleiðis rokn- ing, men teir kundu ikki siga, at tað var Victor sjálv- ur, ið vildi hava henda pen- ingin. Hjúnini høvdu ann- ars gjørt ein hjúnasáttmála, sum segði, at alt mítt er mítt, og títt er títt. Victor ásannaði, at hann hevði skrivað hetta brævið fyri móðir sína, men hann tók samstundis frástøðu frá innihaldinum av brævinum og segði seg einki hava við tað at gera. Hann hevði bara hjálpt til at skriva tað. Brævið er ikki rokning Síðani skuldi tær seinastu viðmerkingarnar skuldi gerast, áðrenn Henrik Møller dómari fór at um- hugsa støðuna. Bjørn á Heygum, sakførari hjá Victori Carlsen, vildi vera við, at hetta brævið ikki lýkur treytirnar at vera ein rokning, og tí var tað skeivt, sum stóð í Oyggjatíðindum, at Victor Carlsen skal hava staðið fyri eini rokning. Hann vísti samstundis á, hvussu tyngjandi hesi út- talilsir í Oyggjatíðindum høvdu verið fyri Victor, og at tey tí áttu at verið dømd deyð at vera. Hann mælti dómaranum til at bótin skuldi vera 20 dagbøtur á 2.000 krónur. Hetta fór at hava við sær, at dómurin fór at virka fyribyrgjandi í framtíðini. Hann vildi at enda vera við, at Dan Klein ikki hevði prógvað nøkur av sínum uppáhaldum í rættinum. Fríir fjølmiðlar Dan Klein var sjálvandi ósamdur við sakføraran. Hann vísti á, at Victor Carlsen var almennur per- sónur, og at hann tí átti at tola meira av enn onnur, og at hann var áhugaverdur hjá almenninginum. Hann segði, at Victor hevði allar møguleikar at greiða frá ella at avsanna tíðindini, tá Dan Klein hevði samband við Victor, áðrenn greinin varð prentað í blaðnum. Hann vildi eisini vera við, at orðið pengagrísur ikki er nakað ringt orð. Dan samanbar orðið við »grams«, sum ikki er mett at vera ærumeiðandi. Hann legði harafturat Victor Carlsen undir at fjala sann- leikan í rættinum. Hesin dómurin fór at avgera, um fjølmiðlarnir í framtíðini fóru at kunna virka frítt, ella um munn- kurv fór at verða løgd á teir við eini harðari revsing í hesum málinum, segði Dan Klein. Dómur verður sagdur fríggjadagin, og tá fæst at vita, um Dan Klein hevur ærumeitt Victor Carlsen ella um Dan Klein fær við- hald í greinini. Victor versus Dan: Nýggja vitnið avdúkaði søguna um rokningina Drúgt stríð hevur tikið seg upp millum Victor Carlsen og Dan Klein um ærumeiðing. Dómur verður sagdur fríggjadagin C M Y K 3 2 PostScript Picture (L\340sing\(outline\).eps) Original Útstoyt p/f Esmar Simonsen Kambsdalur FR-530 Fuglafjørður Tlf. 444405 Fax444629 Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG HITA · MASSAGU · LINNA Elin Danielsen Útb. fysioterapeutur Dr. Jakobsensgøta 22 100 Tórshavn Tlf. 21 44 77 Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan stephanssons hús