Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 167 - 31. august 2001 Nr. 167 - 31. august 2001 5 –Tað fer at kosta millióna upphædd at byggja út so at Rás Tórshavn eisini sæst í Syðradali, Norðadali og í Kaldbaksbotni. Ístaðin fyri fáa fáa tey nú hvør sína parabol frá býráðnum fyri onki RÁS TÓRSHAVN Áki Bertholdsen Nú fer Tórshavnar Býráð at geva hvørjum húski í Syðradali, Norðadali, á Sundi og í Kaldbaksbotni hvør sína parabol-fyri onki. Somuleiðis fara nøkur húski í Kollafirði helst eis- ini at fáa hvør sína parabol frá Býráðnum fyri onki Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at hetta verður gjørt fyri at fólkið í hesum partinum í kommununi eis- ini skulu fáa somu møgu- leikar sum hinir borgararnir í Kommununi at síggja Rás Tórshavn. Hann sigur, at tey, sum búgva í Syðradali, Norða- dali, á Sundi og í Kaldbaks- botni eru borgarar í komm- ununi sum øll onnur og tí eiga tey eisini at fáa somu møguleikar og tilboð frá kommununi, sum øll hini fáa. – Men kanningar hava víst, at skulu tey bindast í Rás Tórshavn, so at tey síggja rásirnar, sum har verða vístar, fer tað at kosta kommununi eina millióna upphædd, sigur Jan Christ- iansen. Tí er tað nú gjørt av, at ístaðin fer kommunan at lata hvørjum húski í hesum smáplássunum hvør sína parabol. – Hetta er ein loysn, sum kostar kommununi einar 75.000 krónur. Borgarstjórin sigur, at hendan loysnin ber í sær, at hvørt húski fær alla útgerð- ina, sum skal til, tvs, para- bol, móttakara og at alt verður sett upp og riggað til so at tað virkar. Harafturat fær hvørt húskið eitt parabolkort frá býráðnum. Men so skal hvørt húski sær sjálvt gera av, hvørjar rásir tey vilja síggja, tí tey koma sjálvi at gjalda fyri tað, tey síggja. Jan Chrsitiansen sigur, at ætlanin er at gera ein sátt- mála ímillum hvørt húski og kommununa, har tað stendur, at parabolin verður knýtt at matrikkulnummar- inum. – Tað merkir, at um eitt húski flytir, kunnu tey ikki taka parabolina við sær. Parabolin verður ogn hjá Tórshavnar Kommunu og hon skal skal verða verandi í húsunum. Hvørt húski hevur stutt síðani fingið eitt tilboð frá kommununi um at fáa parabol, men enn er ikki gjørt av, hvussu nógv taka av. Eisini í Kollafirði Jan Christiansen sigur, tað eru eisini partar av Kolla- firði, sum ikki síggja Rás Tórshavn, sum er. Tá ið Kollafjørður legði saman við Tórshavnar Kommunu, var tað ein part- ur av avtaluni, at tey í Kollafirði eisini skuldu fáa møguleika at síggja Rás Tórshavn. Síðani er støð sett upp á Hjallnesi og hon røkkur til meginpartin av bygdini. Men enn eru partar av bygdini, tann innasti part- urin í dalinum og ein partur av Oyrareingjum, sum kortini ikki síggja Rás Tórshavn. Borgarstjórin sigur, at í løtuni arbeiðir Býráðið fyri at finna útav, hvussu hesi húski eisini kunnu koma at síggja Rás Tórshavn. –Men tað er greitt, at skulu tey síggja Rás Tórs- havn, fer tað eisini at kosta eina milliónaupphædd og tað er lítið hugsandi, at tað verður brúkt so nógvur peningur upp á tað. –Spurningurin er so, um tey fara at fáa sama tilboð, sum hini húskini í útjaðar- anum í kommununi, ella um onkur onnur loysn verð- ur funnin, sum er bíligari. Tað er ikki heilt greitt enn, sigur Jan Christiansen. Í øllum førum væntar hann, at alt verður avgreitt í heyst so at tey hava fylgis- sveinasjónvarp at stytta sær stundir við í vetur. Fáa ókeypis parabol frá býráðnum í Havn Rás Tórshavn sæst ikki enn í útjaðaranum í Tórshavnar Kommunu. Tey húski, sum ikki síggja, fáa nú tilboð um at fáa ókeypis parabol frá býráðnum. Gongst sum ætlað, fáa eisini tey høvi at síggja fylgissveinasjónvarp í vetur – Ætlanin er nú at seta vindmyllur upp á Strondum. Tað er danska felagið Win- con, sum ætlar at seta myllurnar upp við Óla Gordon Bech sum millummanni VINDORKA Áki Bertholdsen Óli Gordon Bech hevur í mong á baksast við at fáa loyvi at seta vindmyllur upp í Føroyum. Og nú er ætlanin komin so langt, at hann sigur, at um ein mánaða er alt klárt til at teir kunnu byrja at seta myllurnar upp. – Tá skuldi alt verið klárt at sett myllurnar upp. Hendir nøkur seinking, verður tað orsaka av viður- skiftum í Føroyum. Hann sigur, at ætlanin er at seta tær fyrstu myllurnar upp á stykkinum út ímóti Raktanga á Strondum. Óli Gordon Bech, sum nú býr í Strandby norðanfyri Frederikshavn á Jútlandi í Danmark, sigur, at tað er danska vindmyllufelagið, Wincon, sum vil átaka sær at seta vindmyllurnar upp á Strondum. Hann sigur samstundis, at eit eitt danskt fíggingar- felag er sinnað til at fíggja ætlanina. Hann sigur, at ætlanin er at seta fleiri myllur upp, men akkurát, hvussu stórar tær verða, er ikki endaliga avgjørt enn. Talan kann vera um myllur frá 250 kilowatt og størri. Støddin veldst mest um, hvussu stórir kranar eru til taks at seta myllurnar upp við. Hann sigur, at teir hava fingið loyvi til at seta 10 myllur upp á Strondum.Í fyrsta umfari verður roknað við, at brúka 15-18 milli- ónir upp á ætlanina, men, hvussu nógvar myllur verða settar upp nú, er ikki heilt greitt enn. SEV skal ikki vinna Óli Gordon Bech hevur í nógv ár roynt at latið eyg- uni á føroyingum upp fyri vindorku. Einaferð var hann komin í samstarv við danska felagið Vestas um at seta vindmyllur upp í Før- oyum, men Vestas tók seg aftur, tá ið tað ikki bar til at fáa loyvi at binda í netið hjá SEV. Nú hevur hann so tikið upp samstarv við Vincon, ið er eitt annað danskt vind- myllufelag. Og hesuferð ætlar hann ikki at SEV skal vinna. –SEV skal onki hava við myllurnar at gera. Tað skal hvørki seta tær upp, fíggja tær ella reka tær. Hetta er onki annað enn eitt tilboð til SEV um at keypa bíligan streym. Hann sigur, at sjálvandi verður tað neyðugt at teir kunna binda í netið hjá SEV. Tí vónar hann at fáa loyvi frá SEV. – Men onkur er yvir SEV. Og vil elfelagið ikki lata okkum íbindingarloyvi, má avvarðandi myndugleiki taka leiðsluna í tí av ræði. – Í øllum førum vilja vit hava fatur á netinum hjá SEV og vil tað ikki keypa streymin frá okkum selja vit hann sjálvir til forbrúk- aran, eins og talan er um á teleøkinum. Hann sigur, at talan kann vera um tvey sløg av íbindingarloyvi: Antin verður talan um eitt loyvi, sum SEV fær eitt gjald fyri einaferð, ella kann talan verða um eitt leiga netið frá SEV fyri eina árliga upp- hædd. Óli Gordon Bech sigur, at orkan frá vindmyllum er nógv bíligari enn orkan, sum færst frá oljuverkunum frá SEV. Tí sigur hann, at tað ber til at selja orkuna frá vindmyllunum á Strondum fyri helvtina av tí, sum streymurin frá SEV kostar nú. Hann sigur, at í Danmark kostar streymurin frá el- felagnum bara 49 oyru fyri hvørt kilowatt. Í Føroyum kostar hann 1,11 kr. – Vit kunnu altíð binda okkum til at selja streym fyri hálvan prís, sigur Óli Gordon Bech. Alternativ orka Óli Gordon Bech vísur á, at vindmyllur verða settar upp allastaðni í heiminum. –Hvørjir eru tá føroy- ingar at teir kunnu loyva sær at siga, at vindorka ikki kann brúkast? Hann vónar tí, at tað hesuferð fer at eydnast at sannføra føroyingar um, at vindorka er eitt sera bílig og góð orkukelda, sum er eitt frálíkt alternativ til oljuverkini hjá SEV. Bjóða nú føroyingum streym fyri hálvan prís Nakað soleiðis fer tað kanska at síggja út á Strondum um ikki so langa tíð. Øtlanir eru um at seta upp til 10 vindmyllur upp á Strondum. Um ein mánaða er klárt at fara undir arbeiðið. – Støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í fólkaskúlanum í dag er hættislig og ótrygg. Tað, sum er álagt við lóg, má gjøgnumfør- ast fíggjarliga, men ferð eftir ferð er ov lítið av pengum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtings- kvinna FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Tey eru lærarar, politikarar og limir í mentamálanevnd løgtingsins, og bæði eru tey á einum máli um, at før- oyski fólkaskúlin eigur at hava góðar umstøður at virka undir. Men tá ið tað snýr seg um trupulleikarnar í dagsins skúla, hvaðani teir stava og hvussu vit koma teimum til lívs, eru tey ikki longur so samd. – Mær kunnugt hava vit ein góðan fólkaskúla og eg haldi ikki, at umstøðurnar eru so ringar, sum tær verða gjørdar til í hesum døgum. Trupulleikar hava altíð ver- ið í skúlanum og lærarar hava altíð havt eitt strævið arbeiði, men um trupulleik- arnir eru størri í dag enn fyrr, dugi eg ikki at svara uppá, sigur Jógvan á Lakj- uni, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin og formaður í mentamálanevnd løgtings- ins. – Fólkaskúlin í dag er nógvar ferðir betri enn, tá ið eg vaks upp. Tá vóru børn, sum ikki megnaðu at fylgja við í undirvísingini, koyrd í ein sibbaflokk. Sibbi var eitt fakligt heiti, sum varð heft á hesi børnini og virðingin var lítil fyri einstaklinginum. Í dag er alt øðrvísi. Vit hava eina fólkaskúlalóg, sum fevnir um heildina, ið gevur ein- staka menniskjanum størri møguleikar og tað í sjálv- um sær er eitt stórt fram- stig. Spurningurin er bara, um vit í dag hava ein nóg góðan fólkaskúla. Einki bagir endamálsorðingini í fólkaskúlalógini, annað er at fylla karmarnar í lógini út, tað vil siga játta fleiri pengar, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin og limur í mentamálanevnd lø- gtingsins. Læraraleikluturin er grundleggjandi broyttur í mun til fyri ikki so nógvum árum síðani. Lærarar í dag taka í nógv størri álvara enn fyrr støði í hvørjum ein- støkum næmingi. – Tað er ikki altíð, at um- støðurnar hjá lærarum í gerandisdegnum gera tað møguligt at miðsavna seg um einstøku næmingarnar, men teir taka hetta í stórum álvara. Lærarar í dag eru ógvuliga tilvitaðir um børn, og arbeiða av fullum huga fyri at klekja sterk og heil menniskju. Kortini eiga lærarar ikki at átaka sær uppgávur sum foreldrini eiga. Er skúlin fyri øll Føroyski fólkaskúlin verð- ur aldri førur fyri at geva øllum børnum í Føroyum eina nøktandi skúlagongd, sigur Jógvan á Lakjuni. – Skúlin fyri øll er eitt vakurt endamál og øll børn hava líka góðan rætt til skúlagongd, men eg ivist stórliga í um tað er rætt, at skúlin skal vera fyri øll, uttan mun til brek, hóast eg av fullum huga taki undir við prinsippinum. Tað er ikki realistiskt, tí hvørki skúlin ella lærararnir eru búnir at taka ímóti øllum børnum. Tað er hvørki rímiligt, at børn við serlig- um tørvi onga hjálp fáa í skúlanum ella at vantandi stuðulin til tey gongur út yvir hinar næmingarnar. Hendan støðan verður ikki øðrvísi um fleiri pengar verða játtaðir skúlanum. – Kanska hevði tað verið skilabetri at gjørt nakrar deplar til hesi børnini, so- leiðis at tey verða savnað á einum stað. Børn, sum hava sama trupulleika, hava gott av at koma saman. Men hetta er ein dýr loysn. Katrin Dahl Jakobsen er ikki samd. – Lærarafólk í dag seta als ikki spurnartekin við, um skúlin er fyri øll ella ikki. Tað er óetiskt yvirhøv- ur at kjakast um, um næm- ingar skulu sleppa í skúla ella ikki, og tað er ein ræðulig støða at seta bæði barn og foreldur í. Tað sum haltar er at veita neyðugu umstøðurnar til, at øll kunnu fáa líka góða skúla- gongd, sigur hon. Fólkaskúlalógin loyvir at gera skúlatilboð uttan fyri vanliga fólkaskúlan, um tað er í tráð við fólkaskúlalóg- ina. – Møguliga kundi ser- undirvísing verið skipað øðrvísi enn tað verður í dag. Tað líkist ongum, at Sernámsdepilin bara fær helvtina av tímunum til ser- ligan tørv, sum biðið er um. At hesi, sum hava serligan tørv, onga hjálp fáa, er ein vanlukka fyri allar partar. Vit vita, at talið á teimum, sum hava serligan tørv, veksur. Ótrygg viðurskifti Nýggja fólkaskúlalógin er framvegis kjakevni millum lærarafólk og myndugleik- ar, hóast hon er fýra ára gomul. – Okkurt sigur mær, at síðani vit fingu nýggju fólkaskúlalógini er nógv farið tann skeiva vegin. Í øllum førum er okkurt nýtt komið inn í fólkaskúlan sum ger, at lærarar kenna seg máttleysar. Um tað er ov hørð krøv, um uppgáv- urnar hjá lærarum eru vorðnar ov tungar ella um tað bara er nakað sum er uppi í tíðini, veit eg ikki, sigur Jógvan á Lakjuni. – Vit kunnu altíð spyrja, hvussu nógv av eini rammulóg sum fólkaskúla- lógin skal setast í verk, men talan verður aldri um annað enn eina discountloysn, um tað ikki ber til at fremja endamálið við lógini í verki. Í mínum hugaheimi hongur alt saman. Hugtøk- ini samábyrgd og samav- gerð gera, at lærarar skulu altíð arbeiða heilt øðrvísi við næmingunum enn fyrr, og tað krevur nógv. Tað skapar frustrasjón millum lærarafólk, at vit hava fing- ið eina lóg, sum øll eru ov illa vóru fyrireikað uppá, bæði tá ið tað kemur til pengar og innihald. Har er nógv í, sum eisini er nýtt fyri lærarar. Og frustrasjón- in verður størri, nú eftirút- búgvingarnar eru skerdar so nógv. – Nýggja fólkaskúlalógin er als ikki so kollveltandi, sum nógv gera hana til. Nógvar av lærugreinunum kenna lærarar væl. Og upp- gávan hjá lærarum er als ikki so nógv broytt, sum nógv vilja vera við. Einasti munur er, at við nýggju lógini eru onnur orð sett á uppgávur, sum lærarar altíð hava havt, sigur Jógvan á Lakjuni. Eftirlýsing Jógvan á Lakjuni sóknast eftir útrokningum sum lýsa, hvussu nógvar pengar fólkaskúlin tørvar, um hann skal virka optimalt. – Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur skyldu til at upplýsa fyri tinginum, hvussu nógvar pengar skúl- in tørvar. Uttan útrokningar og nærri lýsing av trupul- leikanum kunnu løgtings- fólk ikki taka støðu, sigur hann. – Støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í skúl- anum er hættislig og ótrygg. Alt er framvegis kreppukent, ferð eftir ferð er ov lítið av pengum, og tað kann undra, tá ið yvir- skotið á fíggjarlógini er stórt. Tað, sum er álagt við lóg, má gjøgnumførast fíggjarliga. Tí má fólka- skúlin hava meiri pengar. Grundin til, at skúlin ikki fær fleiri pengar, er iva- leyst, at hægstu myndug- leikar ikki vilja út við peng- unum, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Skúlin framvegis kreppukendur – Tað skapar frustrasjón millum lærarafólk, at vit hava fingið eina lóg, sum øll eru ov illa vóru fyrireikað uppá, bæði tá ið tað kemur til pengar og innihald, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Mynd: Álvur Haraldsen – Síðani vit fingu nýggju fólkaskúlalógini er nógv farið tann skeiva vegin, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður C M Y K 5 4