fríggjadagur 31. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 167 - 31. august 2001
Nr. 167 - 31. august 2001
7
Í gjár varð nýggi
brandbilurin hjá
svínoyingum fluttur
út í oynna. Svínoyar
kommuna hevur
eisini keypt nýggja
gravimaskinu
BRANDBILUR
Eyðun Klakstein
Í gjár varð brandbilurin,
sum svínoyingar hava keypt
í Vestmanna, fluttur til
oynna.
Gamli Toyota-brandbil-
urin er í sera góðum standi,
og Svínoyar kommuna hev-
ur fingið hann til keyps fyri
sera lagaligan prís.
Í brandbilinum er tangi
upp á 500 litrar, og pumpi-
útgerð hoyrir eisini til. Bil-
urin hevur bensinmotor.
– Vit hava fingið brand-
bilin við teirri treyt, at hann
verður brúktur sum brand-
bilur. Tað er stórur áhugi
fyri hesum bilinum sum
ellisakfar, sigur Pól Sund-
skarð, bygdaráðsformaður í
Svínoy.
Samstarv
Svínoyingar hava tosað við
sløkkiliðið í Klaksvík um
samstarv, og tað eru klaks-
víkingar sinnaðir fyri.
Samstarvið við sløkki-
liðið í Klaksvík skal mill-
um annað føra við sær, at
nakrir
svínoyingar
fáa
kunnleika til eldsløkking
og útgerðina, sum kemur í
oynna.
Ætlanin er at byggja eitt
bilhús í Svínoy, so brand-
bilurin kann standa væl.
Nýggja gravkúgv
Umframt brandbilin var
eisini ein nýggj gravkúgv
hjá Svínoyar kommunu
flutt til oynna í gjár, og har-
afturat kom ein lastbilur
afturíaftur, sum hevur verið
til umvælingar.
Í Svínoy hava tey ruddað
seinastu tíðina, og sand-
báturin, sum sigldi út við
bilunum og maskinuni,
skuldi taka eina rúgvu av
burturkasti við sær úr oynni
aftur.
– Her er ein rúgva av
burturkasti savnað saman,
og tað verður gott at sleppa
av við tað, sigur Pól Sund-
skarð, bygdaráðsformaður.
Hesin brandbilur skal nú gera tænastu í Svínoy. Kommunan í Svínoy hevur keypt gamla
Toyota-brandbilin frá vestmenningum
Maskinan hjá rækju-
trolaranum Sjúrða-
berg verður yvirhálað
og reinsað, áðrenn
skipið fer til fiskiskap
aftur um einar 10
dagar
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
JFK-trolarin
Sjúrðaberg hevur síðani
hálvan
august
ligið
í
Klaksvík, og tað ganga
helst eini 10 dagar, áðren
rækjutrolarin fer aftur til
fiskiskap.
Síðani Sjúrðaberg kom
aftur av Flemish Cap, har
hann hevur verið megin-
partin av árinum, eru um-
vælingar gjørdar á maskin-
una. Maskinan verður yvir-
hálað og reinsað á beding-
ini í Klaksvík.
Sjúrðaberg fer aftur til
fiskiskap um einar 10
dagar, og tá liggur leiðin í
Svalbard. Einir 15 mans
eru við Sjúrðaberg, og
skipari er Óli Sørensen.
Hitt rækjuskipið hjá JFK,
Fuglberg, er á Flemish Cap,
og fiskiskapurin hevur ikki
verið nakað serligur sein-
astu tíðina.
Prísurin á rækjum er í
botni, og tað ger umstøð-
urnar hjá rækjuskipunum
sera truplar.
Sjúrðaberg fer aftur til fiskiskap um einar 10 dagar, og tá
liggur leiðin í Svalbard
Nýggi maskotturin
hjá Norðoya Spari-
kassa verður avdúk-
aður í Leirvík og
Klaksvík leygar-
dagin. Hann er part-
ur av nýggjum
barnaátaki hjá
sparikassanum
BARNAPENGAR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Leygardagin
kemur Silvi til býin.
Silvi er navnið á nýggj-
um maskotti hjá Norðoya
Sparikassa, sum verður
avdúkaður
á
stórum
barna- og familjutiltøk-
um í Klaksvík og Leirvík
leygardagin.
– Vit hava í nógv ár
havt eitt gott tilboð til tey
ungu við gull-konto, og
nú leggja vit okkum at
gera eitt spildurnýtt og
spennandi tilboð til børn-
ini, sigur Gunnar Nolsøe,
marknaðarleiðari
í
Norðoya Sparikassa.
Silvi verður ímyndin av
nýggju
barnakontoini.
Silvi verður maskottur,
og hann verður frá mána-
degnum eisini nýggja
sparibússan hjá spari-
kassanum í Norðoyggj-
um.
Leirvík og Klaksvík
Tiltøkini
leygardagin
bjóða undirhald av yms-
um slagi. Lagt verður fyri
í Leirvík kl. 11.00, tá
Silvi kemur til bygdina.
Skrúðgonga verður av
ferjuleguni til hølini hjá
Norðoya Sparikassa, har
skipað verður fyri ymsum
á økinum við sparikass-
an.
Kl. 14.10 kemur Silvi
til Klaksvíkar, og har
verður gingið í skrúð-
gongu til fótbóltsvøllin.
Á fótbóltsvøllinum verð-
ur so skipað fyri líknandi
undirhaldi sum í Leirvík.
Ymiskt undirhald
Á skránni er millum ann-
að tónleikur. Faroe Teens
fara saman við Rannu
Lützen at syngja nakrar
sangir,
Karl
Martin
Samuelsen fer eisini at
syngja barnasangir, og so
verður nýggi Silva-sang-
urin eisini spældur.
Hendan sangin hevur
Kári Jacobsen smíðað, og
tað er Linda MacDonald,
sum syngur hann. Linda
hevur áður gingið undir
navninum Singing Linda
í Danmark.
Klaksvíkar Fimleika-
felag fer at sýna fram og
Fjotte og Bobo fara spæla
klovn.
Frásøgumaður
verður Kári Sólstein.
Nýggjar ráðgevar
Nýggja barnaátakið hjá
Norðoya Sparikassa fer
av bakkastokki við nógv-
um undirhaldi, men ætl-
anin er, at tilboðið til
børnini skal mennast við
tíðini.
Norðoya
Sparikassi
setti í fjør ein ungdóms-
ráðgeva, og royndirnar av
hesi skipan eru so góðar,
at nú skal eitt fólk í spari-
kassanum verða ráðgevi
fyri barnakontoina. Hesi
bæði fólkini skulu fram-
yvir verða barna- og ung-
dómsráðgevar hjá spari-
kassanum.
Umvæla maskinuna
Brandbilur til Svínoyar
Silvi kemur
til býin
Skúlastríðið í Kals-
oynni stendur við, og
foreldrini halda, at
tað verður trupult at
finna eina loysn á
staðnum
SKÚLASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Kalsoy: Nú eru næstan
tvær vikur, síðani børn fóru
aftur í skúla. Men í Kals-
oynni eru tað framvegis
átta børn, sum ikki ganga í
skúla.
Hetta eru børnini á
Trøllanesi, sum eru tikin úr
skúlanum, tí foreldrini vilja
hava skúlagongd aftur í
Mikladali, soleiðis sum tey
hava fingið lyfti um frá
myndugleikunum.
Torbjørn Jacobsen, fyrr-
verandi landsstýrismaður,
hevur skotið upp, at sam-
skiparin av Útoyggjaálitin-
um, Olga Biskopstø í
Klaksvík, verður meklari í
stríðnum,
og
sambært
Dimmalætting
er
Olga
sinnað fyri hesum.
Eingin dialogur
Foreldrini á Trøllanesi,
halda, at tað verður trupult
at finna eina loysn á
staðnum. Tey hava roynt at
fingið ein dialog í lag við
bygdaráðið, men hendan
royndin druknaði í kjaki
um, hvussu nógv fólk
skuldu vera á fundi, og um
nakar uttanveltaður persón-
ur skuldi verða hjástaddur.
Børnini á Trøllanesi hava
onga frálæru fingið eftir
summarfrítíðina, og hetta
er við at gerast ein trupul-
leiki. Foreldrini hava roynt
at fingið bøkur til børnini
frá skúlanum, men hetta
hava lokalu skúlamyndug-
leikarnir nokta teimum.
Tí fáa foreldrini ikki und-
irvíst børnunum heima sum
er.
Trupul at finna loysn
Frá hálvum oktober
skal Dúgvan sigla
aftur og fram um
Leirvíksfjørð frá
klokkan fimm á
morgni til á midnátt.
Hetta hevur lands-
stýrismaðurin við
samferðslumálum
gjørt av. Hann biðjur
nú um eykajáttan á
305 túsund krónur til
raksturin av leiðini
SAMFERÐSLA
John Johannessen
Fólk í Norðoyggjum fáa í
næstum betri samband um
Leirvíksfjørð.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við ábyrgd fyri
samferðslumálum, hevur í
samráð við Strandfaraskip
Landsins gjørt av, at Dúgv-
an skal sigla um Leirvíks-
fjørð frá klokkan fimm um
morgunin til á midnátt
hvønn dag.
– Undirtøka er fyri hesi
ætlan í landsstýrinum, og
eg fari nú at biðja um eyka-
játtan, so vit kunnu seta
hetta í verk frá hálvum okt-
ober og árið út, sigur Bjarni
Djurholm.
Best við tveimum
ferjum
Bjarni Djurhom heldur, at
besta loysnin á akutta trup-
ulleikanum á Leirvíksfjarð-
arleiðini hevði verið at siglt
við tveimum skipum ella at
havt eitt størri skip.
– Tá Scania sigldi sóu vit
beinan vegin, at propparnir,
sum koma í ávísar tíðir á
degnum,
hvurvu.
Men
Stranferðslan hevur einki
skip at seta inn, og tí mugu
vit bara velja at økja túra-
talið við Dúgvuni, sigur
Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm sigur, at
tað hevur verið hugsað um
at seta Sam inn at hjálpa
Dúgvuni. Men manningin á
Sam hevur mælt frá hesum,
tí hann er ikki egnaður til
farvatnið. Og harafturat
skal Sam eisini brúkast sum
avloysaraskip um Vest-
mannasund, millum annað
tá veðrið er ringt og tað ikki
er gott hjá tungu Ternuni at
leggja at ferjulegunum.
300 túsund
Sambært Bjarna Djurholm
fer tað at kosta 305 túsund
krónur brutto at lata Dúgv-
una sigla frá klokkan fimm
á morgni til midnátt um
Leirvíksfjørð. Hendan pen-
ingin biðjur hann um á
eykajáttanarumbønini fyri
august. Og hann roknar við
at fáa peningin játtaðan.
– Undirtøka er fyri hes-
um í landsstýrinum. Vit
vita, at ferðslan bara fer at
økjast, og at okkurt tí má
gerast, sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður við
ábyrgd fyri vinnumálum.
Tað er vorðin ger-
andiskostur, at fólk
ikki sleppa við Dúgv-
uni um Leirvíksfjørð,
tá tey ætla sær. Rúna
Sivertsen, tingkvinna,
metir støðuna vera
kaotisk, og heitir hon
í brævi til landsstýris-
mannin við sam-
ferðslumálum, um at
økja túratalið bainan-
vegin
SAMFERÐSLA
John Johannessen
»Undirritaða heitir staði-
liga á Bjarna Djurholm,
landsstýrismann í vinnu-
málum, um at økja túratalið
um Leirvíksfjørð beinan-
vegin.«
Soleiðis ljóðar stutta
brævið dagfest 29. august,
sum Rúna Sivertsen, ting-
kvinna hevur sent Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni og floksfelaga henn-
ara í Fólkaflokkinum.
Rúna Sivertsen sigur við
Sosialin, at brævið er enn
ein av hennara mongu
royndum at fáa betrað um
ferðasambandið um Leir-
víksfjørð, sum í løtuni als
ikki er nøktandi.
– Dúgvan klárar als ikki
at nøkta tørvin, og tí er
kaos á ferjulegunum báðu
megin hvønn dag, sigur
Rúna Sivertsen.
Sleppa ikki við
Rúna Sivertsen sigur tað
vera heilt vanligt, at fleiri
bilar standa eftir á ferjuleg-
uni, tí pláss ikki er fyri
teimum umborð á Dúgvuni.
Og júst tí, at støðan hevur
verið soleiðis leingi, eru
fólk farin at seta bilar sínar
í bilarøðina kvøldið fyri, at
tey skulu við, og hetta
skapar kaos.
– Í Klaksvík er tað vorðið
soleiðis, at fólk, sum skulu
við Dúgvuni næsta ella
triðja túrin um morgunin,
seta bilin í bilarøðina longu
kvøldið fyri, og so skapar
hetta stórt kaos og forarg-
ilsi á ferjuleguni teir fyrstu
túrarnar um morgunin.
Hetta er eisini ein stórur
trupulleiki fyri manning-
ina, sum einki fær gjørt,
greiðir Rúna Sivertsen frá.
Og Rúna Sivertsen roynir
eisini at geva eina mynd av,
hvussu tað er at vera norð-
oyingur og skula við Dúgv-
uni klokkan hálvgum átta á
morgni, fyri at sleppa til
Havnar til arbeiðis.
– Dúgvan siglur klokkan
hálvgum átta. Men skalt tú
hava nakra vón um at
sleppa við, mást tú í sein-
asta lagi vera á ferjuleguni
klokkan trý korter til sjey –
og tá er tað kortini ikki vist,
at tú sleppur við, sigur
Rúna Sivertsen.
Rúna Sivertsen greiðir
eisini frá, at tað javnan er
so galið, at bilarøðirnar ikki
rúmast á ferjuleguni, og tí
leingjast út í býin.
– Hesum kunnu útlend-
ingar, sum langt framman
undan hava lagt eina ferð í
Føroyum til rættis, sjálv-
sagt ikki vita av, og tí endar
tað eisin ofta við, at útl-
endsku bilarnir als ikki
sleppa við, sigur tingkvinn-
an úr Klaksvík.
Farmurin forðar
Rúna Sivertsen vísir á, at
ein partur av trupulleikan á
Leirvíksfjarðarleiðini er, at
nógvur farmur verður flutt-
ur um Leirvíksfjørð somu
túrarnar, sum nógv ferða-
fólk skulu við.
– Umframt, at hetta ger,
at nógvir bilar koma at
standa eftir, ger tað eisini at
fólk eru noydd at vassa í
vatni frá fiskabingjum á
dekkinum og síðani draga
hetta við sær inni í bilarnar.
Og hetta er eisini galdandi
sunnudagar. Tað ber snøgt
sagt ikki til at fara væl
klæddur um Leirvíksfjørð.
– Eg skilji ikki, at tað
ikki kann bera til at flyta
farmaflutningin til um nátt-
ina, sigur Rúna Sivertsen.
Tingkvinnan úr Klaksvík
kundi eisini hugsað sær
eina bíleggingarskipan, so
tú kundi bílagt tær pláss við
ferjuni dagar frammanund-
an, at tú skalt avstað. Men
hon hevur fingið at vita, at
hetta ikki ber til.
– Trupulleikin hjá okkum
er akuttur. Tað nyttar ikki
bara at siga, at vit fáa ein
undirsjóvartunnil, tí vit
mugu fáa eina loysn, til vit
fáa tunnilin, sigur Rúna
Sivertsen.
Bjarni Djurholm:
Dúgvan skal sigla allan dagin
Landsstýrismaðurin við
ábyrgd fyri samferðslu-
málum hevur gjørt av, at
Dúgvan frá hálvum oktober
skal sigla um Leirvíksfjørð
frá klokkan fimm á morgni
til á midnátt
Rúna Sivertsen:
Leirvíksleiðin er kaos
Rúna Sivertsen, tingkvinna
úr Norðoyggjum, vil hava
túratalið um Leirvíksfjørð
økt beinan vegin
C
M
Y
K
7
6