Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2008 37 lýsingar Klaverundirvísing Ert tú komin eitt sindur upp í árini og ergrar teg yvir, at tú ikki lærdi at spæla klaver sum barn, so hevur tú møguleikan nú. Hendan undirvísingin fevnir um at spæla sangir og akkordir eftir nótum og becifringum, altso ein blanding av nótaspæli, akkordspæli og gehørspæli. Hetta verður ofta nevnt brúksklaver. Undirritaði er útbúgvin sum klaverleikari- /lærari og hevur síðan 1972 undirvíst í tónleiki á Føroya Læraraskúla. Nógvir av tímunum har vóru júst undirvísing í brúksklaveri. Hevur hetta tín áhuga, so ring á tlf. 314183 ÁRNI HANSEN Endurlýsing Vegna ov fáar umsóknir verður starvið endurlýst: Tofta skúli søkir eftir avloysara fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Tíðarskeiðið verður frá 6. november til 6. juni 2008 Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær: • føroyskt, rokning, sang, kristni í 1. flokki og 9. flokki • tónleikabreyt 10. flokki • stuðul í flokkum og hjá næmingum Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 Umsóknir: Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. november kl. 12.00 Nærri fæst at vita um starvið frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765. Tofta skúli hevur 198 næmingar í 1. – 10.fl. og 27 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo Sjúkrarøktarfrøðingar Anæstesideildin Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing frá 01.01.09 – 31.08.09 ella eftir nærri avtalu. Neyðugt er við serútbúgving sum anæstesi- sjúkrarøktarfrøðingur Deild A – Kirurgisk songjardeild Á deild A eru hesi størv leys at søkja: 2 størv sum sjúkrarøktarfrøðingar at arbeiða 1,0 tíð í skiftandi vaktum frá 01.12.08 ella eftir nærri avtalu. 1 starv sum avloysari fyri sjúkrarøktarfrøðing at arbeiða 0,5 tíð í skiftandi vaktum frá 01.01.09 – 31.12.09 ella eftir nærri avtalu. Deild M – Medicinsk songjardeild Á deild M eru hesi størv leys at søkja: 1 starv sum sjúkrarøktarfrøðingur at arbeiða 0,7 tíð í skiftandi vaktum frá 01.01.09 ella eftir nærri avtalu. 1 starv sum sjúkrarøktarfrøðingur at arbeiða 0,8 tíð í skiftandi vaktum frá 01.01.09 ella eftir nærri avtalu. Nærri fæst at vita um størvini á okkara heimasíðu www.ks.fo Lønar- og setunnartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsókn saman við prógvi og autorisatión, verður at senda til Klaksvíkar Sjúkrahús, att: umsjónarmaðurin, FO-700 Klaksvík Umsóknarfreist 14. novembur 2008 Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík -har tað hendir