fríggjadagur 31. oktober 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 210 - 31. oktober 2008
lýsingar
Leiðari
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
FO-800 Tvøroyri · Tlf: 34 33 10 · Fax: 37 12 53
Søkt verður eftir leiðara til Suðuroyar
Ellis- & Røktarheim frá 1. januar 2009.
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim hevur
30 fastbúgvandi búfólk og tvey umlætt-
ingarpláss.
Heimið hevur felags umsiting, fysio-
terapi, køk og vaskarí við Suðuroyar
Sjúkrahús.
Á Suðuroyar Ellis- & Røktarheimi
starvast umleið 40 fólk.
Vit sóknast eftir einum leiðara,
sum hevur:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevnir
• hug og hegni at vera um gomul fólk
• góð evnir at samskifta innan og
uttanveggja.
• Leiðsluútbúgving og royndir innan
eldrarøkt er ein fyrimunur.
Vit vænta, at tú:
• hevur hug og hegni at fyrisita og leiða
• er broytingarsinnað- /ur
• hevur hug og hegni at leggja tilrættis
fakligu og starvsligu menningina hjá
starvsfólkunum
• hevur góðan teldukunnleika.
Vit bjóða eitt áhugavert starv har
• menning, virðing og trivnaður fyri tí
einstaka bú- og starvsfólkinum er í
hásæti
• tú hevur møguleika at seta tín
dám á stovnin
• tú hevur møguleika fyri
eftirútbúgving.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
og
Fíggjarmálaráðið
Meiri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Sunnevu Petersen leiðara á
telefon 343310.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m.
verða at senda til:
Stýrið fyri Suðuroyar Ellis-
& Røktarheim
Postsmoga 51
FO-810 Tvøroyri
Umsóknarfreist 17. november 2008
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
til Eldrasambýlið í Kollafirði
Eitt starv er leyst at søkja frá 1. Desember
2008 ella skjótast tilber í starvsbrøki 0,875
í dagtímunum kl. 08.00 – 15.00 mánadag
til fríggjadag.
Vit sóknast eftir
• Sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara til
at hava dagligu ábyrgdina av røktini í
sambýlinum
• Sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara
við røktarfakligum royndum
• Sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara
sum hevur kunnleika og hug at starvast
eftir Eden hugsjónini.
• Sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara,
sum bæði arbeiðir inni í sambýlinum,
men eisini hevur arbeiðsuppgávur úti í
økinum
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráði og avvarðandi yrkisfelag
Nærri fæst at vita við at venda sær til
deildarleiðaran : Tórhild Dalsgaard á tlf.
217133, teldupost: torhild@naerverk.fo
ella økisleiðaran Ceciliu Vestureið, tlf.
217249, teldupost: ceciliav@naerverk.fo
Umsókn
Umsóknin við avriti av próvskjølum og CV
skulu sendast til:
Nærverkið
Heimatænastan,
Skálatrøð 14
100 Tórshavn
Stílað: Cecilia Vestureið, økisleiðari
Umsóknarfreist: 14. november 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan í Suðuroy
Økisterapeutur
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir økisterapeuti 32 tímar um vikuna frá
1. desember 2008 ella skjótast tilber og til
15. mars 2009
Økisterapeuturin skal veita tænastu til
fólk við tørvi á uppvenjing og viðlíkahaldi
av førleika. Tænastan verður veitt til
vaksin yvir 18 ár, ið búgva heima ella á
eldrasambýlum
Vit sóknast eftir einum ergo-og/ella
fysioterapeuti, sum:
• hevur arbeiðsroyndir
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samskifta við brúkarar og
avvarðandi
Vit bjóða
• eitt starv við møguleika fyri at skipa og
menna starvsinnihaldið
• eitt mennandi umhvørvi við møguleika
fyri førleikamenning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Økisterapeuturin verður løntur sambart
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
viðkomandi yrkisfelag við einaískoyti.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Jeannu í Lágabø,
økisleiðara ella Jastrid Nielsen, varaleiðara
á tlf. 373 907.
Umsókn
Umsókn við neyðugum prógvum og
viðmælum skal sendast til:
Nærverkið
att: Gunnleyg Durhuus, leiðari,
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreist 14. november 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri.Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleikan, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum
Tórshavnar kommuna
Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið í Tórshavnar kommunu
skulu latast formonnunum í valnevndunum í seinasta lagi týsdagin
4. november kl.18.00.
Formenninir í valnevndunum
eru skúlastjórarnir
Kunngerð
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!