fríggjadagur 31. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 • fríggjadagur • 31. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
At Øssur er leikbann-
aður, letur upp fyri
nýggjum møguleikum
hjá Allani Simonsen
ímóti Luksemborg
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í gjár hevði
landsliðið fyrstu venjing-
ina. Teir eru á Svanga-
skarði, har HM undankapp-
ingardysturin ímóti Luks-
emborg
er
á
skránni
leygardagin klokkan 17.
Líkindini vóru góð, og
lagið var gott á spælarunum
og teimum, sum hava við
teir at gera.
– Eftir dystin leygardagin
fáa spælararnir frí, og so
hittast vit aftur í Havnini
sunnukvøldið, sigur Allan
Simonsen.
Mikudagin
klokkan 17.30 verður dyst-
urin ímóti Russlandi á
Tórsvølli.
Spælararnir tóktust allir
vera væl fyri, og teir hava
nógv og gott fólk kring seg.
Umframt Allan Simonsen
og Jógvan Martin Olsen,
sum taka sær av ítróttarliga
partinum, eru tveir fysio-
terapeutar – Álvur Hansen
og Klæmint Isaksen – og
ein lækni – Jens Pauli
Marstein. Tann, sum tekur
sær av klæðunum, er Birgir
Hansen. Hann hevur verið
við á onkrari landsliðsferð
uttanlands, men hetta er
fyrsta ferðin, at hann er við
á heimavølli.
Øðrvísi uppgáva
Stóri
spurningurin,
tá
landsdystur er á skránni, er
hvørjir teir fyrstu ellivu
vera á vøllinum. Hesa ferð
er greitt, at tað verður neyð-
ugt at gera onkra broyting,
tí Øssur Hansen er leik-
bannaður. Tað vil við øðr-
um orðum siga, at ein
nýggjur maður skal setast á
síðuplássið í vinstru.
Allan Simonsen vil ikki
gera øðrvísi viðmerkingar
um tað, enn tær, sum hann
plagar at koma við, tá hann
tosar rundanum. Men hann
ásannar, at talan verður um
øðrvísi uppgávu enn hana,
sum var á skránni, tá lands-
liðið fyri fjúrtan døgum
síðani var í Jugoslavia:
– Ta ferðina vóru vit und-
ir stórum trýsti, men okkara
menn vóru fantastiska væl
skipaðir, og teir stóðu seg
framúr væl í verjupartinum,
sigur venjarin.
Allan Simonsen vil kort-
ini ikki siga, at tað er púra
upplagt, at liðið fer at
síggja akkurát soleiðis út,
sum tað gjørdi í Beograd.
– Fyri tað fyrsta skulu vit
hava ein nýggjan mann inn
fyri Øssur, sum er leik-
bannaður.
Í
Jugoslavia
høvdu vit fýra spælarar í
miðverjuni. Óli Johannesen
var aftastur, og framman-
fyri hann vóru Hans Fróði
Hansen, Jens Kristian Han-
sen og Johan Byrial Han-
sen. Ta ferðina vistu vit, at
miðverjan fór at koma
undir eitt øgiligt trýst. Hesa
ferð er mótstøðan av einum
heilt øðrum slagi. Vit fara
ikki at koma undir sama
trýstið, og so er spurning-
urin, um vit skulu flyta eitt
sindur um upp á fólkið. Tað
er eisini treytað av, um
mótstøðuliðið fer at spæla
við einum ella tveimum
spælarum frammi, sigur
Allan Simonsen.
Ætlar tú at spæla væl
meiri framrættað, enn tú
plagar at gera ímóti stóru
tjóðunum?
– Spuringurin er, um vit
skulu undirhalda og kanska
gloppa eitt sindur longri
afturi á vøllinum, ella um
vit skulu vera varnir og so í
síðsta enda fáa hinar at mis-
taka seg, so vit kunnu sekta
teir. Tað sigur seg sjálvt, at
tað er øðrvísi at spæla á
heimavølli ímóti Luksem-
borg, enn tað er at spæla
ímóti Jugoslavia á útivølli,
men tað er alneyðugt um
ikki at gera mistøk, sum
kunnu kosta dýrt.
Heðin ella Súni
At Øssur Hansen ikki er við
í morgin ber fleiri møgu-
leikar við sær. Sammett við
dystin í Jugoslavia er ein
møguleiki, at Jens Kristian
Hansen verður fluttur úr
miðverjuni og út í síðuna.
Tað plássið hevur hann
fleiri ferðir røkt á lands-
liðnum og í B36. Hetta er
ein lítil broyting, og tað
hevði líkst Allani Simonsen
væl at gingið inn fyri henni.
Ein annar og meiri víð-
gongdur møguleiki er, at
Allan Simonsen velur at
geva Súna Olsen ella
Heðini á Lakjuni møgu-
leikan í vinstru síðu. Súni
Olsen er meiri bóltspælari
enn Heðin, meðan B36
maðurin – eftir føroyskum
viðurskiftum í hvussu so er
– er sera skjótur. Súni Ol-
sen var í GÍ fleiri ferðir á
hesum plássinum, men tað
er helst skilabetri at brúka
hann longri inni á vøll-
inum.
Nú er langt síðani Heðin
á Lakjuni fyrstu ferð varð
úttikin til landsliðið. Hann
hevur ongantíð rættuliga
fingið møguleikan at royna
seg. Bæði í fjør og í ár
hevur hann verið uttanfyri
átjan manna liðið, men tá
landsliðið fór til Jugoslavia
fekk hann boð, eftir at fleiri
høvdu givið avboð.
Í altjóða dystum gagnar
skjótleikin hjá Heðini ikki
so nógv, sum hann ger í
heimligu kappingini. Men
tá Luksemborg er mót-
støðuliðið, er einki at ivast
í, at Heðin hevur betri
møguleikar, enn hann hev-
ur í so mongum øðrum
landsdystum. Tí hevði tað
verið ein spennandi roynd,
um venjarin hesa ferð hevði
givið Heðini, sum higartil
er skrásettur fyri fýra lands-
dystir,
møguleikan
frá
fyrsta bríksli.
Stóra ráðstevnan í hesum
døgum er orsøkin til, at
fleiri av útisetunum ikki
fingu pláss í flogfarinum
úr Danmark
Tá landsliðið fyrrapartin
í
gjár
savnaðist
á
Svangaskarði, vóru bara
fimtan spælarar til stað-
ar. Talan var um fýra úti-
setar, sum komu til Før-
oya fyrrapartin í gjár. Tað
varð roknað við, at teir
fóru at vera við, tá lands-
liðið skuldi venja í gjár-
kvøldið.
Julian Johnsson, Johan
B. Hansen, Óli Johanne-
sen og Øssur Hansen
vóru ikki á Svangaskarði
fyrrapartin í gjár. Øssur
skuldi ikki koma til Fø-
roya fyrrenn í dag. Hann
er leikbannaður ímóti
Luksemborg, men hann
verður við í fyrireiking-
unum
kortini.
Øssur
verður aftur á liðnum
mikudagin, tá Russland
verður mótstøðuliðið.
– Vit hava havt trupul-
leikar at fáa pláss í flog-
førunum. Tað er stóra
ráðstevnan, sum í hesum
døgum er í Føroyum,
sum er orsøkin til hetta.
Vit bíløgdu pláss í so
góðari tíð, sum vit plaga
at gera, men ráðstevnu
luttakararnir hava verið í
uppaftur betri tíð, ásann-
ar Ísak Mikladal, aðal-
skrivari í Fótbóltssam-
bandinum.
Jákup Mikkelsen, Súni
Olsen og Allan Simon-
sen komu fyrr í vikuni úr
útlandinum. Onkur av
útisetunum í Danmark
var í lufthavnini í fyrra-
dagin, men noyddist at
fara til hús aftur, tí flog-
farið var fullsett. Men
seinnapartin í gjár var
landsliðshópurin
full-
mannaður.
jh
Fýra møttu ikki upp
Heðin kann fáa
møguleikan
Fráveran hjá Øssi Hansen letur upp fyri nýggjum møgu-
leikum, og ein teirra er, at Heðin á Lakjuni, sum í ár hevur
verið flúgvandi fyri B36, kann fáa møguleikin frá fyrsta bríksli
C
M
Y
K
10
Frá fríggjadegi 31. august til hósdagin 6. september
License to kill
Philadelphia
Time of your life
Ellen Brody er júst komin fyri seg, eftir at maður hennara er deyður, tá tann svangi, blóð-tysti hávurin vísir
seg aftur.
Sonur Ellen, sum eitur Sean, hevur fingið arbeiðið hjá pápanum og er úti á havinum at hyggja seg um.
Knappliga hendir okkurt undir honum. Báturin koppar og Sean er horvin. Tann hvíti hávurin hevur aftur
gjørt um seg.
Leygarkvøldið kl. 22.05
TV Razzia
Hóskvøldið kl. 19.00
Mikukvøldið kl. 19.00
Sunnukvøldið kl. 20.00
Mánakvøldið kl. 18.00
Deyðans Kjaftur 4
Henda sendingin hevur samrøður við allar luttakararnar, og tær eru upptiknar í Danmark, áðrenn Robinson
varð sett í gongd.
Harafturat eru samrøður við við fleiri av persónar, sum eru knýtt at framleiðsluni av sendingunum.
Før Robinson Expiditionen
2001
Mánakvøldið kl. 19.00
11