mánadagur 3. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 211 - 3. november 2008
Koyrdi fullur í Vestmanna
Sunnunáttina var onkur í Vestmanna, ið skuldi longri enn hann
ætlaði beinini skuldu bera hann. Maðurin hevði í hvussu so er
sett seg í bilin, hóast hann hevði so mikið nógv innanborða, at
hann ikki hevði loyvi til at koyra bil. Maðurin koyrdi inni í
bygdini tá hann rendi á ein parkeraðan bil. Løgreglan kom á
staðið, og blóðroynd var tikin av manninum, sum sá út til at
vera rættiliga fullur. Enn er ikki staðfest, hvussu høg promillan
hjá manninum var, men tað skilst, at maðurin kann rokna við at
missa koyrikortið í tvey til trý ár, og er promillan hægri enn
tvey, kann maðurin eisini rokna við fongsulsrevsing.
Maðurin á Havnarvág
Hósdagin varð ein maður tikin upp úr sjónum á Havnar
vág. Tá maðurin kom upp hevði hann fult vit og tosaði
við fólkini, ið hjálptu honum. Maðurin var øgiliga kaldur,
men hevði tað eftir umstøðunum gott. Tá løgreglan tosaði
við mannin var hann ikki sinnaður at greiða frá, hvussu
hann var endaður á sjónum. Løgreglan veit eisini at siga,
at maðurin ikki var ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum.
Maðurin var sæddur av landi, og sløkkiliðið í Havn gjørdi
skjótt av at taka mannin upp.
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Lív er eitt av hesum børn
unum, sum ongantíð hevði
yvirskot til at læra. Upp
vaksin í einum heimi við
vanrøkt og rúsdrekkamis
nýtslu, blokeraði lítla Lív
fyri læring, bæði á dagstovni
og seinni eisini í skúlanum.
Heima varð hon ikki stimb
rað, og foreldrini høvdu
nógvar sosialar, fakligar og
persónligar trupulleikar at
dragast við.
Úrslitið var, at Lív sum
13 ára gomul varð tikin úr
heiminum og sett í fost
urfamilju úti á bygd. Tá
dugdi hon nóg illa at skriva
sítt egna navn. Heldur ikki
kendi hon mánaðirnar í
árinum, dagarnar í vikuni
ella klokkuna, og hon kundi
ikki fortelja, nær hon hevði
føðingardag.
Eg minnist meg sjálva
sum bangna. Og eg var ein
sannur meistari í at látast
og fann upp á allar møgu
ligar útvegir, so ongin
skuldi avdúka, hvussu illa
eg í veruleikanum var fyri.
Tí vóru tað bara tey, sum
kendu meg allarbest, sum
vistu av tí, sigur Lív
Poulsen. Í dag gongur hon í
Alv skúlanum við Áir, har
fólk yvir 18 ár kunnu taka
9. flokk og FHS.
Bjargað av
góðum fólki
Tað er eisini her vit hitta
Lív Poulsen til eitt prát.
Hon hevur valt at siga okk
um søgu sína, tí hon vón
andi kann geva vón til
teirra, sum av einhvørjari
orsøk ikki fingu tað burtur
úr skúlanum, sum krevst
fyri at fáa eina útbúgving.
Í mínum føri endar søgan
væl, tí eg havi havt nógv
góð fólk um meg. Bæði
pedagogar, lærarar, vinir,
starvsfelagar og fosturfam
iljan hava øll verið so ótrú
liga góð við meg. Men eg
lærdi onki, og tað var ikki tí,
tey ikki royndu, sigur Lív
Poulsen, sum tó heldur, at
størsta stuðulin hevur hon
fingið frá samkomuni Keld
uni, har hon hevur verið
virkin síðstu árini.
Har havi eg upplivað
ein serligan stuðul, sum
heilt sikkurt hevur ment og
búnað meg nógv, so eg nú
kann taka ímóti lærdómi,
sigur Lív Poulsen, sum
hevur arbeitt og ferðast
nógv, síðan hon bleiv liðug
í skúlanum.
Sum 15 ára gomul fekk
hon arbeiði á Sjómans
heiminum í Havn, og síðan
eisini Hotel Hafnia. Í dag
arbeiðir hon í Lampubúðini
í Havn, og alla staðni hevur
hon klárað seg strálandi, tí
hon er sera ábyrgdarfull og
dámar væl at arbeiða.
Eg kundi gera alt tað
praktiska, og so leingi eg
ikki skuldi skriva ella rokna
gekk tað fínt, sigur hon, og
fegnast um góðu stjórarnar,
sum hon hevur arbeitt
undir.
Teir hava verið heilt fan
tastiskir, tí teir hava víst
mær álit, og hjálpt mær við
tí bókliga, tá eitthvørt hevur
verið, sigur hon.
Ringast var
bólkaarbeiði
Men øll árini í fólkaskúlan
um kendi Lív Poulsen seg
sum eina byrðu. Hóast skúl
in vildi henni tað besta og
22 ára gamla Lív Poulsen dugdi
hvørki at skriva ella at rokna, tá
hon fór úr fólkaskúlanum. Men nú
hon hevur gingið í skúlanum við
Áir í hálvtannað ár, fær hon bæði
10 og 11 tøl
Lív fekk lívið aftur í sk
Tá Lív var 13 ár,
dugdi hon nóg illa at
skriva sítt egna navn.
Heldur ikki kendi hon
mánaðirnar í árinum,
dagarnar í vikuni ella
klokkuna, og hon kundi
ikki fortelja, nær hon
hevði føðingardag