mánadagur 3. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 211 - 3. november 2008
Vit eiga eisini at umhugsa evruna
Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins heldur, at vit eiga at umhugsa at skifta donsku krónuna um við
evruna. Í Danmark tykist meiriluti vera fyri at skifta donsku krónuna um við evruna. Anders Fogh Rasmussen, forsætis
ráðharri hevur latið upp fyri møguleikanum um atkvøðugreiðslu um at nýta evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri donsku
krónuna. Í hesum sambandi eiga vit eisini at umhugsa, at Føroyar tekur evruna sum gjaldoyra. Fyri stabilitetin í sam
felagnum er umráðandi hava sterkt gjaldoyra, tað hevur fíggjarkreppan seinasta vikurnar prógvað, sigur Anfinn Kallsberg,
formaður í fíggjarnevndini. Rentan fyri evruna er 1,75% minni enn fyri donsku krónuna. Fyri eitt vanligt húsarhald, sum
hevur tikið tvær milliaónir í sethúsaláni, svarar hettar til 2000 krónur minni í rentuútreiðslum um mánaðin eftir rentustuðul.
Landskassin hevði tískil eisini goldið munandi minni í rentustuðli, umframt at rentubyrðan hjá vinnulívinum eisini hevði
veri minni, heldur hann
gav henni eykatímar, stuðlar,
serlærarar, sálarfrøðingar og
talupedagogar var lítil bati
at hóma nakrastaðni.
Men Lív var ikki býtt.
Hon var ein still og góð
genta, sum kláraði seg væl
sosialt og í fimleiki og í
køki. Tað var bara hetta, at
hon hevði ikki frið í sinni
num at læra. Kortini hevur
hon onki at seta á skúlan
sum so, tí, sum hon sigur,
tey royndu veruliga at
hjálpa, men har rein millum
lítið og onki við.
Tað var serliga ringt, tá
vit høvdu bólkaarbeiði, tí tá
var tað altíð ein spurningur
um, hvør bólkur nú skuldi
dragast við meg, sigur Lív
Poulsen, sum ofta ivaðist í,
um hon í veruleikanum var
menningartarnað.
Millum tey bestu
Í skúlanum við Áir upplivdi
Lív Poulsen fyri fyrstu ferð
í
skúlahøpi
fullkomnan
tryggleika, tíð og frið at
læra.
Her sleppur tú ikki at
sita fyri onki. Lærararnir
spyrja inn til tín og hava
veruliga hjartað við í til
gongdini, sigur Lív Poulsen,
sum í fjør tók 9. flokk og
fekk bæði 10 og 11 tøl í
prógvið. Í ár tekur hon
FHS, sum er støðisár til
Hægri Handilsskúla, har
hon ætlar sær næsta ár.
Eg skilji als ikki, at eg
ikki havi lært nakað fyrr.
Nú fellir tað mær so lætt,
og eg eri ein av teimum
bestu næmingunum í flokk
inum, sigur Lív Poulsen,
sum herfyri bleiv eitt sindur
vónbrotin, tí hon “bara”
fekk eitt 9 tal í støddfrøði.
Lív dugur óføra væl at
orða seg, og hon forklárar,
at millum næmingarnar er
ein sunn kapping um at fáa
bestu úrslitini. Og tey brúka
nógva tíð til at hjálpa
hvørjum øðrum, eisini aftan
á skúlatíð.
Her eru vit øll í sama
bási, og tá er nógv lættari at
læra, sigur hon.
Fordómarnir fánaðu
Áðrenn Lív fór í skúlan við
Áir hevði hon somu for
dómar, sum nógv onnur
helst eisini dragast við.
Eg helt, at tey sum
gingu her við Áir bara vóru
sovorðin klikkað fólk, og
eg vildi ikki setast í bás við
tey, sigur hon. Men tíbetur
yvirtalaði ein vinmaður
hana, og nú, hon hevur
gingið her í hálvtannað ár,
veit hon, at hetta eru heilt
vanlig fólk, sum av einari
ella aðrari orsøk hava brúk
fyri at verða umskúlað ella
at fáa endurbúgving.
Lív er í øllum førum eitt
skínandi dømi um eina
unga kvinnu sum vendi
vanlagnuni til vón.
Í Alv-skúlanum við Áir kunnu vaksin
fólk taka 9. flokk og FHS, so tey fáa betri
førleikar at koma víðari í lívinum
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Maibritt Holm Andersen, lærari, er leiðari fyri
Alvskúlan við Áir.
Vit spyrja hana, hvat tey gera øðrvísi enn
fólkaskúlin.
Vit brúka ikki øðrvísi frálæruhættir sum so.
Men hjá okkum hava næmingarnir tíð og umstøður
at fara í dýpdina, og vit taka støðið í einstaka
næminginum, sigur hon.
Persónlig menning
Eisini greiðir hon frá, at stórur partur av uppgávuni
hjá skúlanum er at stuðla næmingunum persónliga,
so teir fáa álit á seg sjálvar og førleikar sínar.
Vit brúka nógv tíð uppá at fylgja við og at
peppa næmingarnar upp, sigur Meibritt Holm
Andersen, sum forklárar, at seinastu árini er talið
av næmingum hækkað. Í løtuni ganga 33 næmingar
í skúlanum.
Nútímans tøknin verður eisini í alt størri mun
tikin við í undirvísingina. Eitt nú verður rættstav
arin til telduna brúktur til næmingar, sum hava ilt
við at stava.
Vón í myrkrið
Meibritt Holm Andersen greiðir frá, at skúlin er fyri
vaksin fólk, sum av einhvørjari orsøk hava tørv á at
fáa endurútbúgving. Til dømis aftaná vanlukku ella
av sosialum orsøkum.
Tað ber til at búgva á skúlanum. Næmingar, sum
verða vístir til skúlan gjøgnum Almannastovuna,
hava fyrsta rætt, men onnur kunnu eisini søkja inn
á skúlan. Hesi fáa tá vanligan lestrarstuðul.
- Eg eri so glað, at eg havi ikki orð fyri tí. Nú kann eg fáa eina útbúgving, og tað hevði eg ongantíð droymt um, at eg nakrantíð fór
at fáa, sigur ein ovurfegin Lív Poulsen, sum er ein rættilig sólskinssøga
Fáa nýggja byrjan
við Áir
úlanum við Áir
Roknað verður við, at fimti hvør føroyingur er lesi- og/ella
skriviveikur. Sigast má, at hetta er eitt stórt brek í dagsins
samfelag, har útbúgving og vitan hevur alstóran týdning
fyri møguleikarnar at mennast
FAKTA