mánadagur 3. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 211 - 3. november 2008
Norski oljurisin Stat
oilHydro er tað olju
felagið, sum gongur á
odda í leitingini eftir
kolvetni í Arktis, eitt
nú Grønlandi. Og tað
er eingin minni enn
fuglfirðingurin Rúni
M. Hansen, stjóri í
Statoil Exploration í
Føroyum, sum hevur
ábyrgdina fyri hesum
nýggju leitiøkjunum.
Í dag fáa vit at vita,
um StatoilHydro
eisini er við í 3. útbjóð
ingini í Føroyum
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú fleiri av stóru oljuleiðu
num kring heimin eru kend
ar og troyttar, fáa økini í
Arktis, tvs. við Grønland
og í Barentshavinum støð
ugt størri áhuga hjá stóru
oljufeløgunum. Eitt teirra
er Statoil/Hydro, sum eisini
er eitt tað mest virkna olju
felagið í Føroyum. Áhuga
vert er at merkja sær, at í
leitistrategiini hjá Statoil/
Hydro hoyra Arktis og Før
oyar saman. Hetta sæst
m.a. av tí sannroynd, at olju
leitingin í Norðureystur
grønlandi verður stýrd úr
Føroyum.
Tað er Rúni Hansen,
stjóri fyri vinnu og samráð
ingarpartin í Statoil/Hydro
Exploration Europe, sum
eisini stendur á odda fyri
leitingini í Grønlandi. Hann
arbeiðir i løtuni út frá Lond
on.
Tað verður annars ein
spennandi dagur í oljuhøpi
í morgin, tá umsóknirnar til
3. útbjóðing skulu vera
inni. Statoil var við til bæði
1. og 2. útbjóðing og gitt
verður, at felagið er við til
ta triðju útbjoðingina eisini.
Í dag fer StatoilHydro eisini
at kunngera úrslitið fyri 3.
ársfjórðing í ár.
Gassfund
StatoilHydro hevur annars
júst gjørt eitt gassfund 80
kilometrar frá verandi gass
feltinum Snøhvit út fyri
Norðurnoreg. StatoilHydro
hevur 100% eigarapart í
hesum loyvinum, hvat er
rættiliga sjáldsamt. Vert er
eisini at nevna, at Statoil í
nøkrum loyvum í Føroyum
eisini hevur 100% av eigar
skapinum.
Sum tað skilst á eygleið
arum í oljuheiminum, so
satsar norska oljufelagið
rættiliga nógv í norðaru
økjunum. Einsamalt at bora
ein leitibrunn so norðaliga
og harvið átaka sær allan
váðan er heilt óvanligt.
Tað er so eisini her, at
áhugin fyri norðara parti av
Eysturgrønlandi kemur inn
í myndina. Statoil stóð sein
asta summar fyri eini kjarnu
boring í eysturgrønlandi, ið
er fyrstsa kanning av slíkum
slag so norðaliga í Grøn
landi. Og sum skilst varð
tann kanningin væleydnað.
StatoillHydro varð fyri
støðufelag saman við nøkr
um av heimsins størstu olju
feløgum,
ExxonMobil,
Chevron, BP, Shell og tí
eysturlendska Jogmec. Líkt
er til, at StatoilHydro eisini
fer at satsa meira í Grøn
landi í framtíðini. Sum eitt
kuriosum kann nevnast, at
tað er stjórin hjá Statoil
Exploration skrivstovuni í
Føroyum, Rúni Hansen,
sum hevur ábyrgdina av øll
um kanningarvirkseminum
í Grønlandi eisini. Rúni
Hansen fór herfyri til Lond
on, har hann skal arbeiða
fyri Statoil komandi árið.
Higani røkir hann so bæði
Føroyaøkið og Eysturgrøn
land fyri StatoilHydro.
Jarðfrøðingsstovnar siga
annars, at 25% av øllum
kolvetnisgoymslum í heimi
num liggja í artiskum øki
ella sera norðarlaga. Spenn
andi verður at síggja, um
StatoilHydro fer at søkja í
3. rundu nú mánadagin.
Norska oljuævintýrið
í Arktis stýrt úr Føroyum
Rúni M. Hansen stendur
vegna StatoilHydro fyri
ábyrgdini av leiting við
Føroyar og við Grønland.
Norðari parturin av Eysturgrønlandi,
har StatoilHydro og fleiri av heimsins
størstu oljufeløgum eru farin undir
fyrstu kanningarnar kann gerast týðandi
oljuøki, sum í løtuni verður umsitið av
fuglfirðinginum Rúna M. Hansen, stjóra
hjá Statoil Exploration í Føroyum
Stór undirtøka fyri EinMalt
Fríggjakvøldið sá eitt nýtt felag dagsins ljós, tá minst 100 whisky áhugaðir føroyingar møttust
á Patio í Havn og stovnaðu áhugafelagið EinMalt. Til aðalfundin høvdu stigtakararnir – í
samstarvi við Rúsuna – bjóðað danska serfrøðinginum, Leif Kjærgaard, sum er ein av bert
sjey fólkum í heiminum, ið hava eitt masterstig í whisky. Meðan smakkað varð til seks ymisk
sløg av hesum brúnliga drykki, greiddi danin frá søguni aftanfyri og eginleikunum hjá teimum
ymsu sløgunum. Fýra fólk vórðu vald í nevndina, og formaður gjørdist Dánjal Hoydal.
Felagið hevur egna heimasíðu, sum sjálvandi eitur www.whisky.fo
Einir 100 whisky-áhugaðir føroyingar vóru við til stovnandi
aðalfund hjá EinMalt fríggjakvøldið Myndir: Kári Mikkelsen
Fyrrverandi stjórin fyri Ballentines í Danmark, Leif Kjærgaard, er ein av bara
sjey fólkum í heiminum, sum hava tikið eitt masterstig í whisky. Hann greiddi
frá, meðan luttakararnir sluppu at royna seks ymisk sløg av skotskum whisky