Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 211 - 3. november 2008 Í farnu viku kom ein tilburður undan kavi, har ein eldri kvinna varð meir ella minni drigin eftir vegnum eftir einum bussi. Málið er meldað til løgregluna, sum nú kannar tilburðin Ferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í farnu viku kom ein óhugna­ ligur tilburður undan kavi, har ein eldri kvinna, ið var á veg upp í ein buss við Nið­ arugøtu, fekk annað beinið inn um bakdyrnar, tá tær brádliga klamsaðu aftur og bussurin fór at koyra. Tíbetur fingu fólk á staðnum gjørt føraran varðugan við kvinnuna, ið varð drigin eftir bussininum eftir øðrum beininum, og tískil forða, at ein vanlukka hendi. Tilburðurin er síðan meld­ aður til løgregluna, og vakt­ havandi á politistøðini í Havn váttar, at málið verður kannað. Hann greiðir frá, at tey hava fingið eina fráboðan um hendingina, og at teir nú fara undir at tosa við allar íblandaðar partar av málinum, og at allar umstøðurnar kring hendingina verða kannaðar. Tað, ið kanningin í høvuðsheitum gongur út uppá, er at fáa staðfest, hvørt talan var um ósketni av føraranum, ið koyrdi bussin, ella um talan var um eitt hendiligt óhapp. Løgreglan kannar tilburð við bussi Mánadagin 27. oktober klokkan 15.49 varð ein kvinna drig­ in eftir øðrum beininum eftir einum bussi við Niðarugøtu í Hoyvík. Tilburðurin verður nú kannaður av løgregluni Fyrsta bingjan komin gjøgnum Hvalbiartunnilin Tað var ein søgulig løta í Hvalba fríggjadagin, tá helst tann fyrsta bingjan nakrantíð kom til Hvalbiar gjøgnum Hvalbiartunnilin. Tað er André Dalfoss, sum vanliga koyrir fisk millum Hvalba og Tvøroyri, sum hevur útvegað fær ein nýggjan vogn til at frakta bingjur gjøgnum tronga tunnilin. Fyrsta royndin var við eini 20 fótsbingju, men ætlanin er at koyrast skal við 40 fótsbingjum. Sum tað sæst á myndini, so verður bingjan hongd niður millum hjólini. Hetta sær út sum eitt sera spennandi verkætlan, sum kanska kann lætta munandi um flutningin millum Hvalba og Tvøroyri. Nr. 207 • týsdagur • 28. oktober 2008 • 82. árg. • Kr. 15,00 Heini Fossaa, stjóri: Niður­ gongd er neyðug Ferðafólk í einum býbussi í Hoyvík fingu ein skelk, tá tey í gjár sóu eina eldri kvinnu verða drigna eftir beinunum fleiri buss­ longdir eftir vegnum. Júst sum hon setur fótin á gáttina, smekkar bussførarin hurð­ ina aftur og koyrir avstað við kvinnuni dragandi eftir vegnum KviNNa drigiN eftir bussi Ítr 14-15 Koyrandi undir skála­ firði um seks ár Landsverk tvingar bátar burtur Hestoy vil satsa upp á elitu 4ÞVERžURHEINTAžUROGKOYRDUR TILDYRNAR ØMAKALEYST Karaoke hvørt fríggjakvøld í Glitnir www.glitnir.org Glitnir Vinnan 18-19 Síða 7 Síða 8-9 Síða 10-11 28 fólk eru uppsøgd á Føroya Tele. Tað hava verið umleið 250 fólk, ið hava havt starv hjá telefyritøkuni. Sostatt eru fleiri enn tíggjunda hvørt starvsfólk sagt úr starvi. – Vit síggja, at inntøkurnar eru minkandi, so vit velja at skera niður í góðari tíð, sigur Kristian Davidsen, stjóri Uppsagnir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í morgun kom tíðindaskriv frá Føroya Tele, har teir boða frá, at fleiri enn tíggj­ unda hvørt fólk á fyritøkuni er uppsagt. Talan er fyrst og fremst um montørdeildina, umframt hesi eru eisini fólk hjá nummarkallið sagt úr starvið. Uppsagnargrundin er rationaliseringar á Føroya Tele, har teir merkja, at marknaðurin innan vanliga virksemi hjá fyritøkuni er um at vera mettaður. ­ Vit síggja at marknaðurin er um at vera mettaður og kappingin er hørð, so vit hava valt at rationalisera í góðari tíð, greiðir Kristian Davidsen frá. Sleppa dupultfunktiónum Sambært stjóranum á tele­ fyritøkuni, er talan í stóran mun um at sleppa dupult­ funktiónum, og harvið leggja báðar montørdeildir­ nar saman. ­ Tað hevur ofta verið soleiðis, at tveir montørar hava skula til at gera eitt arbeiði. Tað hevur verið ein, sum hevur gjørt tað, ið handlar um netið og ein annar hevur gjørt arbeiðið liðugt. Hetta skulu vit nú broyta, so arbeiðið gerst effektivari, sigur Kristian Davidsen. Eisini verður boðað frá, at alt graviarbeiði verður veitt undirveitarum. Ansni á nummarkall Í tíðindaskrivinum, sum Føroya Tele sendi út í morg­ un, stendur, at trygdarfyri­ tøkan Ansni skal fáa ábyrgd­ ina av nummarkallið uttan­ fyri vanliga arbeiðstíð. Kristian Davidsen sær tað ikki sum ein trupulleika, at ein trygdarfyritøka tekur sær av hesari tænastu. ­ Ansni livir av at ansa eftir ognunum hjá øðrum, og vit hava vurderað, at teir er egnaðir at taka hesa upp­ gávu á seg eisini. Vit royna eisini at gera soleiðis, at tað vera somu fólk, sum fara í starv hjá Ansni, sum eru far­ in frá Føroya Tele, soleiðis at tey ikki vera slept heilt upp á fjall, sigur stjórin. Sálarlig hjálp Føroya Tele boðar eisini frá, at teir fara at veita upp­ søgdu starvsfólkunum yrk­ is­ og sálarhjálp í tann mun, tað er neyðugt. Spurningurin er bert, um tað ikki hevði verið betur at givið upp­ søgdu arbeiðsfólkunum eitt sindur av løn heldur enn sálarliga hjálp. ­ Vit meta, at vit við hes­ um tilboðið geva fólkunum møguleika at koma víðari. Høvdu tey fingið eina eyka mánaðarløn, hevði hon skjótt verið brúkt. Fáa tey hinvegin professtionella hjálp, kunnu tey koma víð­ ari, og út aftur á arbeiðs­ marknaðin sum skjótast, metir Kristian Davidsen. Hópuppsagnir á Føroya Tele 28 fólk eru í dag søgd úr starvið á Føroya Tele, so helst verður rúmligari inni í Klingruni hjá Føroya Tele í framtíðini Tað er starvsmanna­ felagið, ið varar av 24 av teimum 28 starvs­ fólkunum, sum í morg­ un vórðu uppsøgd av Føroya Tele Uppsagnir Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Selma Ellingsgaard, ið er forkvinna í Starvsmanna­ felagnum, harmast um hóp­ uppsøgnina á Føroya Tele í morgun. ­ Eg haldi at tað er ótrúliga keðiligt við einum so ógvusligum inntrivi, men vit hava tosað við leiðsluna á Føroya Tele og við starvsfólkini, og tað sær út til at alt er farið reiðiliga fram. Okkara part­ ur í málinum er at tryggja, at alt er farið virðiliga og reiðiliga fram, og at allar ásetingar í sáttmálanum okkara millum verða fylgd­ ar, umframt at hjálpa upp­ søgdu starvsfólkunum víð­ ari við at finna eitt nýtt starv, sigur Selma Ellings­ gaard, forkvinna í Starvs­ mannafelagnum. Hon váttar samstundis, at Starvsmannafelagið fram­ vegis hevur nógvar limir í fyritøkuni, og kemur at fylgja støðuni hjá fyritøkuni neyvt framyvir. ­ Uppsagnargrundin hjá Føroya Tele er at kappingin er herd, og at teir síggja hetta sum neyðugt inntriv og einasta útveg. Vit hava roynt at finna útav, um ikki aðrir møguleikar eru enn uppsagnir, og um aðrar inn­ tøkukeldur kunnu finnast, men tað sær ikki soleiðs út. Vit hava nú hoyrt leiðsluna í Føroya Tele, og teir hava greitt okkum frá støðuni, og at hetta tykist verða einasti útvegur, greiðir Selma Ellingsgaard frá. Starvsmannafelagið harmast um støðuna