Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 211 - 3. november 2008 Í morgin leggur Petur Jacob Sigvardsen fram nýggja bók, ið nevnist »Hin heimurin 1«. Í bókini eru 197 ym­ iskar frásagnir frá fólki, ið hava upplivað nakað út yvir tað van­ liga. Tað er Edward Fuglø, ið hevur prýtt bókina við tekningum BÓKAÚTGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru nú um tvey ár síð­ ani, at Petur Jacob Sigvard­ sen gav út stóra verkið um torv, eitt verk í fimm bind­ um. Tað var í sambandi við tað arbeiðið, at Petur Jacob Sigvardsen fekk mong heim­ ildarfólk. Prátið fall ofta á løgnar hendingar, og ofta endaðu fólk sínar frásagnir við at siga »eg veit ikki, hvat tað var sum hendi, men tað var ikki úr hesum heimi«. Harav heitið á bókini. Petur Jacob Sigvardsen hevur eisini skrivað Gjáar­ søgu, og eisini í tí samband­ inum fekk hann nógv heim­ ildarfólk, sum hava upplivað yvirnáttúrligar hendingar. Eg havi sjálvandi verið noyddur at redigera eitt sindur í tekstinum, men eg havi í øllum førum ringt aftur til heimildarfólkini og lisið frásøgnina upp fyri teimum, fyri at tryggja mær, at eingin misskiljing er í, sigur Petur Jacob Sigvardsen. Hendingarnar eru býttar upp í umleið 20 høvuðsbólk­ ar, og sjey teirra eru í hesum fyrsta bindinum, sum mill­ um annað umfatar dreymar, sjónir og forsagnir. Fleiri av hendingunum hava verið av so viðbreknum slag, at keldurnar hava vilja verið ónevndar, og tað havi eg sjálvandi játtað, sigur Petur Jacob Sigvardsen. Fyrsta av sínum slag Hann hevur víst Jóan Paula Joensen handritið, mest tí at hendingarnar í bókini liggja innan hansara starvs­ øki sum fólkalívsfrøðingur, og hann bjóðaði sær at skriva inngangin í bókini, og tað er Petur Jacob Sig­ vardsen honum ógvuliga takksamur fyri. Hetta er fyrstu ferð, at slíkar hendingar eru festar á blað, nakað, sum annars bert hevur gingið munn av munni manna millum. Talan er um slakar 200 søgur, og næstan alt tilfarið er nýtt. Onkrar søgur eru við í savninum um torvið og onkur í Gjáarsøgu, men tað eru kanska 20 av teim­ um 200 søgunum, sum hava verið á prenti fyrr, sigur Petur Jacob Sigvardsen. Søgurnar eru ógvuliga ítøkiligar, serliga dreymar­ nir og sjónirnar, og Petur Jacob Sigvardsen gevur nøkur dømi. Ofta eru sjónirnar soleið­ is, at ein heil fjallmanning kann síggja eina morðreyða ær, sum eingin kennist við. Menn síggja hana fara inn í rættina, men tá teir so skulu til at taka hana, so er hon ikki har, sigur Petur Jacob Sigvardsen. Skrivar hvønn dag Eitt annað evni, sum verður umrøtt í bókini, er fyriboð­ an. Fólk uppliva nakað, sum fer at henda seinni. Høvund­ urin tekur enn eitt dømi fram. Talan var um eina konu, sum sá inn í ein garð. Har stóðu fýra trø. Tað eina var svart við ongum greinum, tað næsta hevði bara fáar blómur, tað triðja heldur fleiri og hitt fjórða eitt sind­ ur fleiri. Innan fyri ein mán­ aða eftir hetta, doyði mamma at konuni og tríggjar av henn­ ara nærmastu, ein, sum stóð henni nær í 50­unum og tvær, sum somuleiðis stóðu henni nær í 60­unum, greiðir Petur Jacob Sigvardsen frá. Annað dømi er um, at ein pápi tekur ímóti soni sínum, sum kemur aftur av skipi, og talar um stóra sjógvin, sum skipið hevði fingið. Men eingin hevði umrøtt hetta fyri pápanum. Søgurnar eru sum nevnt nógvar, og Petur Jacob Sig­ vardsen er komin meiri enn í helvt við næsta bindið. Eg skrivi hvønn dag, og havi einar 300 søgur niður fyri, og tað leggjast søgur aftrat nærum hvønn dag, sig­ ur Petur Jacob Sigvardsen. Hann vónar, at næsta bindið í røðini verður klárt til útgávu um hesa tíðina komandi ár, um lív og heilsa verður. Bókin verður framløgd í Miðlahúsinum í morgin, týs­ dagin 4. november klokkan 16, tá høvið eisini verður hjá fólki at fáa bókina signeraða av høvundanum. Bókin er umleið 250 síður, kostar 299 krónur og er prýdd við tekn­ ingum av Edward Fuglø. Spennandi frásagnir úr hinum heiminum Landsfundur Sjálvstýrisfloksins mælir til, at skúlar verða lagdir um alt landið við tí endamáli: • at skúlaskapur og mentan mið­ víst verða nýtt at tryggja arbeiði og menning í øllum Føroyum • at bjóða ungdómi og lærdum fólki heimaftur • at gera Føroyar part av alheim­ inum við opnum favni fyri til­ flytandi fólki at lesa og virka í Føroyum • at bjóða ungdómi og fólki betri tilboð • at skapa arbeiðspláss, vinnu­ høvi og áhugaverdari nærum­ hvørvi. Umhvørvið: Landsfundurin mælir til, at farið verður undir umhvørvisvinarliga reinar orkukeldur, so sum vind, vatn, sól og alduorku og at fyrimunir verða veittir húsarhaldum, ið taka fyrilit fyri varandi orku. Fólkaræði: Landsfundur Sjálv­ stýrisfloksins átalar harðliga rákið í seinastuni ímóti framsøgufræls­ inum og kvinnuumboðan í polit­ ikki. Løgmaður: Landsfundurin heldur, at undirtøka er í tjóðini fyri beinleiðis valdum løgmanni, og at henda lógarbót eigur at fremjast skjótast gjørligt. Ísland: Landsfundurin mælir til at Føroyar stuðla Íslandi ígjøgnum fíggjarkreppuna og átalar, at Stóra Bretland hevur skatt trúvirðið hjá Íslandi og javnsetir íslendskan banka og ognir við lond sum Norðurkorea og yvirgangsfelagskapirnar Al Qaida og Taliban. Kommunuval: Fyri at tryggja mentanarstovnar, ungdómshús og alneyðugar ábøtur á eldraøk­ inum, heitir landsfundurin á sjálvstýrisveljarar um at fara á kommunuval og velja Sjálvstýris­ flokkin í Klaksvík og Tórshavn og tey sjálvstýrisvalevni, ið eru uppstillað á breiðum listum kring landið. Landspolitikkur: Landsfundur­ in harmast at kalla stjórnarloysin­ um, sum valdar í landinum, nú BAC stýrið hevur býtt valdið á skinninum. Landsfundurin vísir á, at ongar veruligar samráðingar eru um politisk tiltøk. Landsfund­ urin staðfestir, at fíggjarlógarupp­ skotið einans er ein teknisk fram­ skriving og harmast, at søguliga skúlasemjan um Skúladepil úti við Marknagil er tveitt út í óvissu. Vegna landsfund Sjálvstýrisfloksin Kári P. Højgaard, formaður Fundarsamtykt frá landsfundi Sjálvstýrisfloksins, leygardagin 1. novembur 2008 22 milliardir í obligatiónum Danski tjóðbankin skrivar í dag út 22 milliardir í realkreditt obligatiónum, og slær harvið mynt av nýggja hjálparpakkanum, sum skal linka trýstið á pensjónssektorinum, og ikki minst á danska realkreditt marknaðin. Í kjalarvørrinjum á dagsins útskriving er staturin komin á vøllin við Den Sociale Pensionsfond (DSP), sum hevur stuðlarkeypt realkreditt obligatiónir fyri 22 milliardir krónur fyri at verja risastóra trýstið á realkreditt marknaðin. Tað skrivar TV2 Finans sum skilir, at tjóðbankin eftir dagsins útskriving er á veg við einari nýggjari røð av 30 ára obligatiónum. – Í einari tíð við fíggjarligum órógvi er tað skilagott, at staturin ger íløgur í einum parti av ognunum hjá DSP í realkreditt obligatiónum, so rentuinntøkur og útreiðalur í størri mun passa saman, sigur fíggjarmálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen við Ritzau. Petur Jacob Sigvardsen við fyrsta bindi av »Hin heimurin« Mynd: Jens Kristian Vang