Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 211 - 3. november 2008 Tað er bert ein spurn­ ingur um tíð, nær Sjálv­stýrisflokkurin fer at kunna rokna seg mill­ um teir stóru á tingi. Einasta gongda leið er nev­niliga samstarv­ tv­ørtur um politisku miðjuna, har ikki slepst undan hóv­liga stig fyri stig politikkinum hjá Sjálv­stýrisflokkinum, segði Kári P. Højgaard á landsfundi floksins leygardagin Tíðin er farin frá øsingini um vinstra og høgra ella loysing og samband. Einasta gongda leiðin fram er samstarv, segði Kári P. Høj­gaard í formans­ røðu sínari á landsfundi Sj­álv­ stýrisfloksins, sum var í Klaksvík leygardagin. Í røðu sínari nam hann við umleyp­ andi politisku viðurskiftini, sum hava tarnað politiska arbeiðinum og skatt umdømi føroyinga úti í heimi: Trúvirði Tað er alneyðugt fyri trúvirð­ ið í politisku skipanini, at ein óheft kanning verður gj­ørd til tess at staðfesta, hvat veru­ liga hendi og hvør hevur ábyrgdina av, at samgongan varð skotin í skelj­ar á ein slík­ an hátt, at tað gj­ørdist sam­ røðuevni í øllum Norðan­ londum. Hetta segði Kári P. Høj­gaard millum annað í for­ mansrøðu sínari á landsfund­ inum hj­á Sj­álvstýrisflokkin­ um leygardagin. Politiski sjómansskapurin Hann segði, at síðani løg­ tingsvalið í j­anuar hevur ver­ ið serstkaliga hurlut á brúnni á politisku skútuni. Fimm teir størstu flokkarnir hava ligið bakk teir níggj­u mánaðirnar síðani valið. Í drúgvari frá­ greiðing um politisku gongd­ ina greiddi hann fundarfólkin­ um frá ósakligu samráðingun­ um, ið Sj­álvstýrisflokkurin varð boðin við til. Úrslitið bleiv ein upp á kvamsvís undirskrivað samstarvsavtala, sum einki annað førdi til uttan nakrar fáar fundir. Fíggjarkreppan Kári P. Høj­gaard nevndi tey tiltøk, sum sett eru í verk fyri at tryggj­a peningakervið í Føroyum. Í sambandi við fíggj­arkreppuna í Íslandi, rósti hann landsstýrinum, sum saman við andstøðuni hevur virkað fyri, at rætta grannatj­óðini, Íslandi, eina hj­álpandi hond. Hann nýtti høvi at bera fram eina hj­art­ ans tøkk til føroyingar frá íslendingunum, ið luttóku á norðurlandaráðsfundinum herfyri. Víðari segði Kári P. Høj­gaard, at tað var ein skarnsgerð, bretar framdu , tá teir løgdu Ísland út á al­ mennu heimasíðu landsins við somu Freezing orders, sum teir nýta ímóti víðgongd­ um londum og yvirgangsfel­ agskapum sum Norður Kor­ ea, Taliban og Al Quaida. Miðspjaðing Landsfundurin var sum kunnugt í Klaksvík og Kári P. Høj­gaard nýtti høvi at nevna nøkur lokal viður­ skifti. Hann segði, at stígur­ in, sum tykist vera í byggi­ virkseminum, vónandi fer at gera, at møguleikin er fyri at fremj­a nakrar av teimum stóru almennu verkætlanun­ um. Hann heldur, at verkætl­ anin við Trygdarmiðstøðini í Klaksvík eigur at raðfestast frammarlaga og vónandi verður ætlanin um at flyta virksemi hj­á Taks úr næst­ og triðstørsta býi í Føroyum slept, og at tað ístaðin verða tikin stig til at bøta verandi virksemi, har tað er í dag. Fiskivinna Kári P. Høj­gaard nevdni eis­ ini Klaksvík og fiskivinn­ una. Hann óttast fyri, at svíkur fiskivinnan, so er vandi fyri, at vit fara at fáa A og B kommunur, har livi­ umstøðurnar hj­á borgarun­ um verður misj­øvn frá eini kommunu til aðra. Hann legði dent á, at alneyðugt at vit hava eina burðardygga fiskivinnu. Tí mugu vinnan, frøðin og politiska skipanin í tillaging­ artíðni fram til 2017 finna eitt felags stev til frama fyri eina burðardygga vinnu. EFTA Kári P. Høj­gaard heldur tað vera átaluvert, at partar av samgonguni leggj­a fót­ onglar fyri tilgongdini ímóti EFTA – limaskapi. Markn­ aðarmøguleikarnir mugu betrast og vit eiga at standa saman um at vinna Føroyum limaskap í EFTA. Kommunu­ samanlegging Um kommunusamanlegging segði Kári P. Høj­gaard, at Sj­álvstýrisflokkurin tekur undir við størri kommunu­ eindum. Hann vónar, at lands­ stýrið og j­avnaðarflokkurin ikki missa hetta málið úr eyg­ sj­ón, nú nýggj­u samstarvs­ partarnir eru Sambands – og Fólkaflokkurin. Kommunur eiga at fáa møguleikan at ogna sær haga, sum liggur í útstykking­ arøki. Hetta er neyðugt fyri at kommunurnar kunnu útvega nóg mikið av byggi­ lendi, soleiðist at lættari verð­ ur hj­á kommunum at langtíð­ arplanleggj­a. Lestrarstuðul Kári P. Høj­gaard mælir til, at lestrarstuðulsskipani verður endurskoðað og broytt. Sum er ber til at fáa 120 túsund krónur í lestrarstuðli árliga, um lisið verður uttanfyri Dan­ mark. Men av tí, at okkara ungu eftir lokna útbúgving ikki koma heimaftur kemur útbúgvingin og vitanin ikki føroyska samfelagnum til góða. Tí eigur at verða umhugsað, at veita lán í stað­ in fyri stuðul, har tey sum venda heimaftur eftir útbúgv­ ing fáa lánið niðurskrivað rentu og avdráttarfrítt í nøkur ár, meðan tey sum búsetast uttanlands, fáa eina lagaliga avtalu um afturgj­ald av lán­ inum. Á henda kundi útreiðs­ luj­áttanina til lesandi uttan­ lands lækka, samstundis sum meira peningur bleiv tøkur til víðarilesnað og gransking at brúka í Føroyum. Útnorðurháskúlar Formanskapurin í Útnorður­ ráðnum hevur nú avgj­ørt at taka stig til tess at fáa gongd á og mælir til, at ein nevnd verður sett ið skal arbeiða víðari við samtyktini sum grundarlag og kannar, hvar tørvurin er at seta á stovn norðurlendskar háskúlar. Allir teir seks politisku flokk­ arnir eru umboðaðir í Útnorðurráðnum og eiga sín stóra leiklut í hesi ætlan. Fólkavaldur løgmaður Kári P. Høj­ggaard kom eisini inn á evnið um fólkavaldan løgmann og vísti á, at Sj­álvstýrisflokkurin er ein­ asti politiski flokkur, sum hevur hetta í síni stevnuskrá. Ásannandi leiklutin, sam­ gonguleiðarin hevur í sam­ gongusamráðingum, hevur gongdin seinasta árið stað­ fest, at tíðin nú er búgvin til at føroyingar fáa møguleikan at velj­a løgmann beinleiðis. Í framgongd At enda í formansrøðu sín­ ari fegnaðist Kári P. Høj­­ gaard á framgongdina hj­á flokkinum og vísti á, at Sj­álvstýrisflokkurin stillar upp politiskt til kommunuval í Havn og Klaksvík. Eisini vísti hann á valevni floksins kring landið, ið eru á bæði á kvinnu og borgaralistum. Hann nevndi, at flokkurin eigur nógvar dugnaligar og framsóknar kvinnur, ið uttan iva koma at mynda Sj­álvstýr­ isflokkin í komandi tíðum. Einasta gongda leið er samstarv Sjálvstýrisflokkurin helt landsfund í Klaksvík leygardagin Minsti aktivitetur nakrantíð Spurnarrundan hj­á Dansk PMI vísir støðuna hj­á vinnuvirkj­um, og nýggj­astu tølini eru ikki positivur lesnaður. Í oktober vísir indeksið lægsta ídnaðaraktivitetin nakrantíð. Ídnaðaraktiviteturin fall heili 7,9 prosentstig frá indeks 48,4 í september til 40,5 í oktober. Tað er lægsta skrásetta tal í søguni hj­á Dansk PMI. – Umframt søguliga lága talið er tað eisini undrunnarvert, at hetta er fyrstu ferð, at ídnaðaraktiviteturin liggur undir neutrala støðinum á 50 fýra mánaðir á rað, nakað, sum framhaldandi undirbyggir ábendingarnar um afturgongd, skrivar Dansk Indkøbs­ og Logistik Forum í PMI­kanningini. Og óynsktu søguligi metini halda fram. Tað meiri holla tríggj­armánaðar miðaltalið er fallið til 45,6 og er hetta lægsta støðið nakrantíð.