Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 3. november 2008 15 Til kommunustýrisvalið komandi er meira umráð­ andi enn nakrantíð at standa saman um Tvøroyri og Suðuroynna, heldur enn at loypa saman og verja borg flokspolitiskt. Undan kommunustýrisvalinum fyri fýra árum síðani, og aftur nú seinastu vikurnar, hevur á Tvøroyri verið roynt at savna øll valevnini á ein felags lista. Tíverri miseydnaðust hesar royndir av teirri orsøk, at ein meiriluti í Javnaðarflokki­ num á Tvøroyri framvegis ynskir at stilla upp í sjálv­ drátti. Sostatt eru tveir listar at velja ímillum til komandi kommunustýris­ val á Tvøroyri. Sóknina og oynna fram um flokspolitik Tað er ein sannroynd, at somu landspolitisku flokk­ ar í ártíggjur hava sitið á meirilutunum í ávísum bý­ og bygdaráðum kring land­ ið. Hettar m.a. við tí úrsliti, at kommunustýrislimir fyri at varðveita sítt vald, fyri­ litarleyst “halda saman” og “verja borg” flokspolitiskt, tá bý­ og bygdaráð skulu skip­ast, og tá kommunu­ stýrisavgerðir skulu takast, heldur enn at fylgja sínari persónligu sannføring og velja tær loysnir, kommunu­ stýrislimirnir eru sannførd­ ir um tæna býnum, bygdini og harvið fjøldini sum best. Her í oynni hava vit eis­ ini verið vitni til, at bý­ og bygdaráðslimir hava bólka seg eftir flokspolitiskum liti. Hugsi um eitt nú bygg­ ingina av Miðnámsskúla og Ellis­ og Røktarheimi í oynni. Flestu okkara kunnu uttan iva vera samd um, at landspolitikkur og komm­ unustýrispolitikkur einki hava hvør við annan at gera. Hvørt ein bý­ ella bygdaráðlimur er loysingar­ maður ella sam­bandsmað­ ur, sosialistur ella liberalist­ ur, hevur als ongan týdning í dagliga kommunustýris­ arbeiðinum. Tí er stundin eftir mínum tykki komin at loysa Tvør­ oyrar Kommunu og Suður­ oynna sum heild úr hesum flokspolitiska kvarkrataki, sum er ein forðing fyri fjøl­ broytni, nýhugsan, dyna­ mikki og javnbjóðis møgu­ leikum hjá øllum borgar­ um, uttan mun til floks­ politiskan lit, at stilla upp og luttaka í kommunu­ stýrisarbeiði. Lat okkum tí velja sókn­ ina og oynna fram um flokspolitik. Nýggjar og/ella yngri kreftir, heldur enn flokspolitik Í royndunum at fáa fólk, yngri sum eldri, kvinnur sum menn, at stilla upp til kommunustýrisval, fær ein tað greiðu fatan, at hesi bera seg undan m.a. av teirri orsøk, at tey ikki ynskja at geva til kennar, hvar tey hoyra heima flokspolitiskt. Harvið eru vit í teirri støðu, at floks­ politisk uppstilling er ein forðing fyri, at væl skikk­ aði fólk verða vald í bý­ og bygdaráð. Kommunusamanlegging í Suðuroy fram um flokspolitik Eg eri av teirri sannførd­ ing, at flestu suðuroyingar eru samdir um, at stríð tvørtur um kommunu­ mørk og sundurlyndi heldur enn samanhald, eru ein av størstu forðingun­ um fyri framburði í oynni. Í tilgongdini fram ímóti einari samanlegging av Suðuroynni í eina komm­ unu, meti eg, at tað er eins umráðandi, at vit mana stríðið tvørtur um komm­ unumørk í jørðina, og tað er umráðandi at vit mana stríðið tvørtur um floks­ politisk mørk í jørðina. Lat okkum tí á komm­ unuvalinum komandi velja eina framtíð í felagsskapi fram um flokspolitikkin. Felagslistin á Tvøroyri Valevni Felagslistans til komunnuvalið Jaspur Vang Musikkskúlin hevur verið nógv frammi í kjakinum seinastu tíðina. Øll eru á einum málið um, at skúlin húsast undir sera vánalig­ um karmun, og at tíðin er komin at byggja nýggjan musikkskúla. Men, eg haldi meg kenna kjakið aftur frá seinasta býráðsvali. Tá eins og nú bleiv lovað, at nýggur musikkskúli skuldi byggjast, men vit kunnu bara konstantera, at einki er bygt. Samgongan hevði fund við leiðsluna á Músikkskúlanum, har nógv gylt lyfti vóri givin, men eingin nýggur skúli bleiv bygdur. Fólkaflokkurin meinti eisini undan seinast býráðsvali, at nýggur musikkskúli skuldi byggj­ ast, og saman við sam­ bandsflokkinum løgdu vit fram soljóðandi uppskot: At settur verður á stovn grunnur til byggjan av nýggjum musikkskúla, tá búskaparstøðan í land­ inum ikki er so yvirupp­ hitað, við 23,6 mió.kr. Umboðini fyri sam­ bands­ og fólkaflokkin stemmaðu fyri uppskoti­ num, men uppskotið fall, tí øll í javnaðar­ og tjóðveldis­ flokkinum stemmaðu ímóti. Fólkaflokkurin hevur prógvað, at hann vil hava ein nýggj høli til Musikk­ skúlan, og um vit fáa ávirk­ an aftaná býráðsvalið, verður ein nýggur musikk­ skúli bygdur í komandi valskeiði. Nýggjan Musikkskúla býráðslimur og valevni á lista A Jan Christiansen Kundi tit hugsað tykkum, at fingið grundstykkir aftur á skránna í kommunustýri­ num so lesið hetta. Eg havi valt at stilla upp til komm­ unuvalið, tí eg eri rættiliga troyttur av, at onki er hent í hesum málið síðan, ja eg veit ikki nær. Og enn og verri er tað, tá ein veit at hetta er við vilja, eg havi tosað við politikarar síðan eg vendi heim fyri 6 árum síðan og fregnast um, hvat hendur í hesum málið (svarini kunnu verða líka mikil ella líkagildig) tí veruleikin talar fyri seg. Hóast fleiri 1000 fólk standa á grundstykkalist­ anum í Tórshavnar komm­ unu hevur tað ikki verið nakar áhugi, at gera nakað við hendan trupulleikan. Á jú nú skal eg ikki bara vera negativur, teir hava selt ella givið loyvi til fleiri útstikk­ ingar til byggiharrar, ið hava stórar atlanir um íbúð­ arblokkar og hús, ið kosta tað duppulta av, hvat ein kundi bygt fyri sjálvur og entá roynt at tvinga fólk at keypa tað frá byggiharrun­ um við at hótta folk við at tey vóru blakaði av listan­ um um tey ikki tóku av, nú høvdu tey jú grenja um at fáa okkurt at búgva í leingi. So hepnar vóru tó nógv­ ar aðrar havnarfamiljur ikki tá ið tær fluttu heim úr Danmark ella aðrastaðni, Familjur ið ikki vildu troka seg inn á foreldrini við sínum børnum, sum fluttu út um Tórshavnar komm­ unu fyri at leiga eini hús, ið vóru til at gjalda, tey blivu snøkt sakt blakaði av listanum uttan nakra ávar­ ing og standa nú sum spurnartekin uttan fyri Havnina. Ferð aftan á ferð havi eg sæð ovastu polittikarar trýna fram í fjølmiðlum og fortelja, hvussu fantastiskt tað er í Havn og biða bygda­ fólk endiliga koma til Havn­ ar og nýta sýni av rennivøll­ um, handilsmiðstøðum og alt ið Havnin hevur at bjóða av og endiliga brúka tað, og tú kanst eisini flyta til Havnar um tú hevur ráð at keypa tær eini hús. Tað virkar næstan sum um ein er vælkomin !! ???. Grundstykkjamálið hev­ ur stungið seg upp onkun­ tíð í valperiodini og áðrenn ,stórar forsíðir við lyftum um at nú vóru so og so nógv grundstykkir funnin á Velbastað, í Kollafirði, í Nólsoy, í Kaldbak og í Tórshavn, hvar hesi stykkir eru ella blivu av veit eg ikki. Eg spurdi onkran hvat nú var á vási, men fekk at vita at fyri nøkrum døgun síðan var eitt lesarabræv í einum blaði, ið hevði spurt um grundstykkir, og hetta er nokk ein máti at leggja lok á, ístaðin fyri at útvega nøkur grundstykkið. Eg minnist tíðiligani fyri fýra árum síðan, við seinasta val, eina søgu um rund­ stykkir og grundstykkir í Kollafirði. Tá fekk eg at vita at har vóru 60 grund­ stykkir klár at seta spakan í, um hetta var ein av teim­ un berømtu kommunuspak­ unum, ið skuldi takast í brúk veit eg ikki, men ikki eitt grundstykkið av komm­ unalun áðum er set í gongd enn. Nú síggi eg at nógv bjóða seg fram at útvega grundstykkir til Havnaborg­ arar til næsta valskeið, eg veit ikki um hetta eru tey somu sum bjóðau seg fram til seinasta val, men eg havi ringt við at trúgva hesum. Her er bert ein loysn vel ein nýggjan flokk , eg havi valt at stilla upp uttanflokka so ein ikki verður viklaður inn í hetta partapolitiska spælið, og so fær ein ikki fær gjørt nakað, og eg eri akkurat líkaglaður hvør av hesum flokkum annars kemur at sita við valdinum bert teir vilja útvega grundstykkir til okkara borgarar og tað skal ganga skjótt fyri seg. Hetta hevur bíða alt ov leingi sum er. So kæru borgarar tit hava valið. Um tit trúgva uppá lyftir frá somu flokkum sum seinast lovaðu grund­ stykkir við seinasta val og seinasta val ( eg stami ikki ), hetta er tann barski veru­ leikið. Vit hava hoyrt tað ferð eftur ferð hvar eru stykkini hvar blivu tey av, øll trúgva onnur hava fing­ ið tey men ongin hevur fingið nakað bert bláan royk ert tú í iva spyr onkran tú kennir. ??? Um tit velja meg og eg fái eitt orð at skulla sakt so er tað grundstykkir til øll, og eg meini ikki búðpláss har tú kan stúgva flest fólk saman uppá minst pláss, men reel grundstykkir har ein sjálvur kan avgera hvussu húsini skullu síggja út, og helst við einum urta­ gaðri, um lítil so atlíkaval ein urtagaðrur. Eg havi mist alla vón til verðandi polittikarar, eg síggji at teir eru byrjaðir at lova fleiri grundstykkir sum áður. Men enn eina­ ferð trúgv teimun, ella royn eina nýggja loysn sum, um eg fái nakað at skulla sagt er tað fremsta á skránnið, tó ikki tað einasta trúgv mær. Eg skilji ikki. (hvussu ringt kann tað vera)???? P. S. Til tey gomlu hugsa um tey ungu, til tey ungu hugsa um tykkum sjálvið. Kæru borgarar í Tórshavnar Kommunu!! Jari Lykke Talið av fólki í høvuðsstað­ num økist alsamt, og ser­ liga í nýggju býarpørtunum í Hoyvík seta nógv fólk búgv. Tíverri er tað ein sannroynd, at umstøðurnar hjá teimum, sum íðka ítrótt ikki standa mát við vøksturin í fólkatalinum og í tørvinum á ítróttarhallum. Talið av ítróttarhallum er ov lítið, og tað hevur við sær, at ov fáir tímar vera tøkir. Neyðugt er at betra umstøðurnar, og tí er tørv­ ur á, at fara undir at byggja fleiri ítróttarhallir í høvuðs­ staðnum. Fleiri møguleikar eru Umframt at byggja eina nýggja høll afturat verandi høll í Hoyvík, eiga møgu­ leikarnir fyri at byggja eina nýggja høll í Gundadali – millum HB­húsið og B36­ húsið at verða kannaðir nærri. Tað hevði bøtt um umstøðurnar at spæla fót­ bólt innandura og eisini fimleikur kundi fingið inni­ vist í eini nýggjari høll har. Ein slík loysn hevði havt við sær fleiri áskoðara­ pláss, og tað hevði komið væl við, nú UEFA hevur góðkent Gundadal. Eisini eigur Tórshavnar Komm­ una at viðgera átøk frá eins­ tøku feløgunum við væl­ vild. Eitt nú hevur Neistin í fleiri ár arbeitt við ætlan­ um at byggja nýggja høll við Landavegin, og komm­ unan eigur at stuðla hesi ætlan. Umráðandi er, at framtakshugurin hjá feløg­ unum ikki verður køvdur, og at Tórshavnar Komm­ una stuðlar undir átøk av slíkum slagið, sum eru mennandi fyri trivnaðin í høvuðsstaðnum. Somu sømdir til øll ítróttaráhugað Í kjalarvørrinum á betrað­ um hallarviðurskiftum eiga fíggjarligu umstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum eisini at verða javnari stillaðar. Eins og tað er ókeypis hjá fótbóltsfeløgunum at nýta uttandura vallirnar, eigur tað eisini at vera ókeypis hjá ítróttarfeløgunum, sum íðka innandura ítrótt at nýta hallirnar í kommun­ uni. Tað er eingin loyna, at tað peningaliga er ein avbjóðing hjá feløgunum at halda gongd í virksemi­ num, og uttan dyggan stuð­ ul frá sponsorum hevði tað neyvan borið til. Tí er eis­ ini umráðandi, at øll feløg­ ini í kommununi fáa ágóð­ an av eitt nú inntøkugev­ andi lýsingum í hallunum og øðrum inntøkugevandi virksemi í hallunum. Umstøðurnar hjá ítróttinum í høvuðsstaðnum eiga at betrast Fyrrverandi formaður í H71 rúni DJurhuus viðmerkingar