Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 211 - 3. november 2008 Nú røkist umsíðir fyri, at farið verður undir at gera rundkoyring á vegamótin­ um Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Í meira enn eina fjórð­ ingsøld hevur talan verið um at gera eina rundkoyr­ ing her – uttan at tað tó hevur eydnast at fingið umsett hesa átroðkandi ætlan til veruleika. Knúturin hevur øll hesi árini verið, at landið ­ sam­ bært avtalu við Tórshavnar kommunu – upprunaliga hevði ábyrgdina av at gera hesa rundkoyring. Samstundis bant komm­ unan seg til at gera eina rundkoyring á vegamóti­ num R.C. Effersøesgøta/ Norðrari Ringvegur. Kommunan helt sín part av avtaluni, men landið leyp tíverri frá sínum parti. Seinni hevur landið tó gjørt eina minst líka neyð­ uga rundkoyring á vega­ mótinum Hvítanesvegur/ Vegurin Langi, og tøkk fyri tað. Hetta hevði tó við sær, at ætlaða rundkoyr­ingin á Eystara Ringvegi gjørdist ein kommunal uppgáva, sum nú altso er komin nærri eini loysn enn nakran­ tíð fyrr. Hósdagin samtykti ein meiriluti í teknisku nevnd (undirritaði íroknaður) at taka av einum nýggjum tilboði frá sp/f Andreas Berg um at gera eina rundkoyring her við einum tvørmáti upp á 30 metrar. Tilboðið er uppá góðar 10 mió. kr., men saman­ lagdi kostnaðurin – tá eftirlit, umsiting, meir­ virðisgjald o.tl. er tikið við – verður 14,3 mió. kr. Tá arbeiðið fyrr í ár varð boðið út, var ætlanin at gera eina rundkoyring við einum tvørmáti uppá 37 metrar. Lægsta tilboðið frá Andreas Berg var upp á góðar 15 mió. kr. Men við omanfyri nevndu eykaút­ reiðslum, kom samlaði prísurin uppá slakar 19 mió. kr. Av tí at talan – eftir býráðsins meting ­ var um ein óvæntaðan høgan prís, hava umsitingin og byggi­ meistarin síðani samráðst um eina aðra, bíligari loysn, sum serfrøðingar í vegamálum tó meta at vera ferðsluliga fult forsvarliga. Ein meiriluti í teknisku nevnd hevur tískil samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við hesi loysn­ ini, sum er smáar 5 mió. kr. bíligari enn fyrra tilboðið. Málið kemur fyri á býráðsfundi seinni í hesum mánaðinum, og vónandi verður undirtøka eisini har fyri tí, so farast kann undir arbeiðið skjótast gjørligt. Støðugt vaksandi ferðsl­ an á hesum vegastrekki krevur, at okkurt munagott nú verður gjørt til tess at loysa henda trupulleika. Ivist ikki í, at flestu teirra, ið dagliga nýta hesa farleið til og frá arbeiði, taka undir við loysnini at gera eina rundkoyring. Nú hevur verið bølt ivaleysa leingi omaná hesum álvarsmáli. Hetta er síðsta útkall hjá sitandi býráði at fáa enn eitt týðandi mál við á avrikslistan fyri hetta ann­ ars sera hendingarríka valskeiðið, ið hevur verið merkt av framburði á at kalla øllum økjum. Nú kemur rundkoyringin býráðslimur og valevni á Lista E Leivur Hansen “Í longdini er besta loysn­ in at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil til ung­ dómin á Karlamagnusar­ breyt í Hoyvík” Tilvildarlig mynd av Karla­ magnusarbreyt, her er møguleiki fyri at byggja nýggja Frítíðarmiðdepil í Hoyvík. Eg frøist um, at onnur valevinir eru við upp á míni hugskot. Eg frøist um, at serliga Tjóðveldisflokkurin hevur vent eyguni ímóti mínum hugskotum um at byggja nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin í Hoyvík. Vón­ andi fara teir eisini at venda eyguni ímóti mínum ætlanum at styrkja um dag­ stovanaøkið og ungdóms­ økið í Kollafirði og á Argjum. Men, teir noyðast at vera skjótir, tí stutt er eftir til val. Hetta boðar frá góðum samstarvspolitikki, tað eri eg teimum takksamur fyri. Frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafirði Ja, lat meg endurgeva fra mínum lesarabrævi í Sosi­ alinum dagfest 07.10.2008 um frítíðarmiðdepil í Hoy­ vík og ungdómshús í Kolla­ firði. “Eg haldi, at í longd­ ini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðar­ miðdepil til ungdómin á Karlamagnusarbreyt í Hoy­ vík”. og frá einum øðrum lesarabrævið hjá mær í Sosi­ alinum, “Lat okkum halda fokus á ungdómin fyrst og brúka ítróttarhøllina í Kolla­ firði til ungdómshús”. Endurgeving enda. Politiskar raðfestingar Eg gleði meg til, at hinir flokkarnir fara at skriva um grønar dagstovnar, dag­ røktina, børn við serligum tørvi, ókeypis Internet, 50 metra svimjihyl í Hoyvík, skótar, útróðrarmenn, dansi­ feløg o.a. Hetta er sjálv­ andi eisini nakað, sum eg brenni fyri sum heildarpolitikari. Vel Levi Mørk, valevni á lista C. Fá nýtt stev ­ vel Levi. Nýggjan frítíðarmiðdepil á Karlaagnusarbreyt Levi Mørk Verði eg afturvald til býráð­ ið, fari eg at arbeiða fyri at gera eina ætlan fyri, hvussu miðbýurin skal skipast og mennast. Við miðbýin meini eg alt tað, sum er innan fyri ringveg­ in, men serliga økið úr Ála­ keri yvir til Skansan og av Kongabrúnni og úr Vágs­ botni niðan í Gundadal. Tað er sera týdningar­ mikið, at vit aftur fáa lív í Miðbýin, sum avgjørt hevur kent betri dagar. Okkurt er hóast alt hent. Økið í Vágsbotni er fríðk­ að, Hvonn setur lív í, og Reinsaríið er blivið eitt spælistað. Men tað kann gerast nógv betri. Og hetta skal eg arbeiða fyri í næsta valskeiði. Set X við lista C. Ætlan skal gerast fyri miðbýin Javnaðarflokkurin eLin Lindenskov Bussleiðin er vorðin ein býarmynd, og fáur man kunna ímynda sær ein bý uttan bussleiðina. Men bussleiðin er ikki fyri allar borgarar í Tórshavnar Kommunu. Fólk á Velbastað og í Kirkjubø hava ikki somu møguleikar at nýta bussleiðina, sum restin av borgarunum í kommununi. Eg vil arbeiða fyri, at allir borgarar fáa somu møguleikar at nýta bussleiðina. Vilt tú hava ein, sum lurtar eftir tær? Vilt tú hava ein, sum hoyrir teg? Vilt tú hava ein, sum virðir teg? Vilt tú hava ein, sum arbeiðir fyri teg? So vel meg! Tú finnur meg á lista H. Bussleiðin Frank Jacobsen Tá ið eg bleiv spurd um eg vildi stilla upp til komm­ unuvalið, var mín fyrsti tanki: er tað ikki bara klandur og stríð? Skal man fara at brúka tíð og orku uppá tílíkt, tá ið nokk er at gera framman undan? Hin­ vegin hugsaði eg, at tað als ikki átti at verði nakar trupulleiki, tí tey flestu, ið stilla upp til eitt býráðsval, vilja kommununi tað besta, hvussu hetta arbeiði so skal gerast, fer væl altíð at skapa nakrar ósemjur. Mín avgerð gjørdist skjótt heilt greið: JA! Og tað eru tað nógvar ymiskar orsøkir til. Fyrst haldi eg, at okkurt má gerast við, at í fólka­ munni eitur tað:”TEIR” í kommununi­hóast tað situr ein skilagóð kvinna í býráð­ num. Vit mugu vera fleiri konufólk, sum eru við at taka avgerðir, ikki tí vit er betri enn mennirnir, men tað er altíð gott við eitt sindur av javnvág í. Tá ið tað er sagt, eru tað ógvu­ liga nógv onnur viðurskifti, ið spæla inn, tá ið tað kem­ ur til kommunalpolitikk. Eg kann sjálvsagt bert tosa fyri meg og tað sum eg meti vera eitt týdningar­ mikið grundarlag fyri at reka kommunalpolitikk. Nógvar ungar kvinnur halda seg aftur at fara uppí politikk, tí tær hava smá­ børn og fulltíðarstarv, men eg haldi ikki, at tað nýtist at vera ein vansi, heldur ein fyrimunur, tí tá brennir ein fyri at arbeiða fyri at kommunan framhaldandi skal verða eitt gott og mennandi stað hjá børnun­ um at vaksa upp. Hetta skal vera eitt stað, sum í framtíðini fer at eita suður­ oyar kommuna, ið ungar barnafamiljur streyma til, tí her er so gott at vera! Eins og í skúlahøpi, har tann einstaki næmingurin skal vera í miðdeplinum, skal hvør einstaki borgari eisini vera í miðdeplinum. Tað skal vera soleiðis, at um tú spyrt hvønn einstaka borgara, um hon/hann eru nøgd/ur við viðurskiftinið, ið kommunan varðar av, so skal svarið vera 100 % ja!! Eru m.a viðurskiftini hjá dagrøktini í lagi? Um nei, so skal arbeiðast uppá at finna eina haldbara loyst­og tað veit eg arbeitt verður við. Ella viðurskiftini í vøggustovuni og barna­ garðinum, eru tey í lagi? Hava skúlabørnini skúla­ garðar, ið eru við til at menna næmingarnar? Hvussu hava tey eldru tað í kommununi? Hvussu kundi ein vaksið um inntøkurnar hjá kommununi o.s.fv. Í heila tikið hevði eg vilj­ að arbeitt hart fyri trivnað­ inum hjá tí einstaka. Ljóðar eitt sindur sum ein “kliche”, men tað ber altso til. Byrja kundi m.a. við at nýta heimasíðuna hjá kommununi sum samskift­ islið við borgararnar. Tað skal vera soleiðis, at øll í kommununi skulu kunna fara inn á hesa heimasíðu, og síggja hvat fyriferst í kommununi. Fundarfrásagnir frá býráðs­ fundum skulu m.a.liggja har. Ein kjak síða skal vera har soleiðis, at um onkur hevur eitthvørt at spyrja um ella klaga um, skal hetta svarast og viðgerast eftir nøkrum fáum døgum­ av serkønum fólki. Virðing og eitt gott sam­ skifti við borgararnar eru ógvuliga týdningarmiklir grundsteinar fyri at fáa eina vælvirkandi komm­ unu. Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg hevði viljað arbeitt fyri, um eg hevði fingið tann heiður at verða vald inn í býráðið 11. nov. Býráðsvalið á Tvøroyri! MaLLa daM Vinnulívið er ein stórur partur í samfelagnum. Tað hevur týdningarmikið fyri Tórshavnar kommunu at vit geva vinnulívinum teir karmar sum skulu til fyri at kunna virka. Mangan hava vit hoyrt um fyritøkur sum hava staðið á bíðilistanum í nógv ár, og vit eiga at gera nakað við at fáa stytt um bíðitíðina. Útstykkingar av vinnuligum grundøkjum er neyðugt, ongantíð ov skjótt fyri eina stóra kommunu sum Tórshavnar kommuna. Eisini eiga vit at skapa góðar karmar fyri ferðavinnuni, tí nógv tann størsti parturin av ferða­ fólkunum koma til Havnar. Og nógv teirra leggja pening eftir seg. Hetta til gagn fyri okkum øll í Tórshavnar kommunu. Býráðslimur Valevni hjá Fólkaflokkinum inga daHL Vinnan viðmerkingar