Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 3. november 2008 17 Tíðindaskriv Sjálvstýrisflokkurin still­ ar upp til býráðsvalið í Tórshavn. Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í gjørt at tryggja at fólk fáa sama politikk uttan mun til, hvør verður valdur, og fyri at fyrireika og útbúgva valevnini til miðvíst býráðsarbeiði Sjálvstýrisflokkurin á Streymoynni stillar upp fýra valevni til býráðsvalið í Tórshavn 2008. Sjálvstýrisflokkurin sendur uppundir valið valblað út í Tórshavn. Í blaðnum eru valskrá og boðskapur frá valevnum, valfelag og stillarum. Sjálvstýrið væntar at til ber – við veljarans vælvild – at fáa tvey umboða vald í Tórshavnar Býráð. Valskráin í Tórshavn er í fimm punktum. • Útbúgving • Umhvørvi • Umsorgan • Umskipan • Vinna Fjórða útgreiningin er av umskipan: Umskipan • Skil á kommunalu fyrisitingina • Beinleiðis valdan borgmeistara • Breiðar semjur heldur enn samgongu móti andstøðu • Samanleggingar eftirmetast • Fleiri býráðslimir Í Tórshavnar kommunu skal borgmeistarin ikki býta út hvørt grundstykki og hvørja grindalykkju. Rættarstøðan skal ikki valdast, hvønn tú kennir. Greiðari mannagongdir, betri alment innlit, fullgóð kunning á heimasíðu, betri grundgevingar og greiðir kærumøguleikar skulu skipast. Borgmeistarin eigur at vera beinleiðis valdur at standa á odda fyri útinn­ andi valdinum hjá komm­ ununi. Um hetta ikki verður skipað beinleiðis í kommunulógini, skal nývalda býráðið skriva út vegleiðandi fólkaatkvøðu beint eftir býráðsvalið. Valda býráðið skal umrøða øll mál nøktandi og royna at finna breiðar og varandi semjur, uttan nakra djúpa gjógv ímillum samgongu og andstøðu. Bygdunum uttanum Havnina má tryggjast nóg gott tænastustøði og við­ virkan í politisku tilgongd­ ini. Tí mugu samanlegg­ ingarnar eftirmetast og tær fólkavaldu lokalnevndirnar styrkjast. Tórshavnar kommuna eigur at hava fleiri býráðs­ limir. Skal kommunan hava nærdemokrati, má í minsta lagi ein býráðslimur vera fyri hvørjar túsund íbúgvar. SjálvStýriS­ flokkurin Nú nærkast 11. november og býráðsvalið í Tórs­ havnar Kommunu. Óivað ynskja vit øll best møgu­ ligar umstøður fyri okkum og okkara nærmastu, tí fari eg at stilla upp til býráðs­ valið 11. november. Eg fari at virka fyri at skapa best møguligu karmar fyri borgararnar í Tórshavnar Kommunu. Eg fari at virka fyri: Fíggjarligum skynsemi Umheimurin er í einari stórari fíggjarligari kreppu og kommunan hevur brúkt óvanliga nógvar pengar á sínari fíggjarlóg seinastu árini. Hesir pengar hava verið væl brúktir, men nú er tíð at umhugsa og rað­ festa sínar íløgur av nýggj­ um, so kommunan ikki endar í fíggjarligum óskili. Ungdóms politik Ætlanin er at skipa eitt ungdóms­ og barnaráð, har teir yngru borgararnir í Tórshavnar kommunu hava møguleika at fáa síni sjónarmið fram. Og øll mál framyvir, sum hava við børn og ungdóm at gera, skulu viðgerast av hesum ráðnum soleiðis, at ung­ dómurin kann gera sína ávirkan galdandi í málum, sum koma teimum við. Hetta soleiðis at samstund­ is slepst undan, at 40­50 ára gomul, menn sum kvinnur, skulu siga ung­ dóminum, hvat hann vil hava. Læt ungdómin svara fyri seg! Ùtbúgving Tórshavn skal verða ein lestrarbýur, ið dregur vitanartunga vinnu og gransking at sær. Komm­ unan skal gera sítt til, at karmarnir hjá teimum hægri lestrarstovnunum í kommununi verða mun­ andi betri. Átak skal setast í verk fyri at fáa íbúðir til lesandi í Tórshavnar Kommunu. Hetta til at betra um viður­ skiftini hjá lesandi, sum als ikki eru nøktandi í løtuni, og til at byrja at skapað eitt ordiligt lestrarumhvørvi í kommununi. Týdningar­ mikið er fyri kommununa at skapa lesandi eitt um­ hvørvi, har næmingar, lærarar og vinna kunnu finna saman og skapa dynamikkin, sum krevst til at lyfta býin inn í 21. øld. Fólkaskúlin Kommunan hevur skyldu til at røkja karmarnar hjá fólkaskúlanum og hesir karmar mugu betrast mun­ andi. Kommunan hevur seinasta valskeið gjørt eitt munandi arbeiði og er í holt við at byggja nýggjan skúla á Løgmannabreyt. Harumframt hevur komm­ unan ætlanir um at byggja nýggjan skúla á Argjum og gera týðandi umvæling­ ar á øðrum skúlum. Hesar ætlanir skulu haldast áfram. Ein góður fólka­ skúli tryggjar eina góða framtíð. Vinna Ein sterk kommuna hevur eitt sterkt vinnulív. Arbeiðast skal við at betra um umstøðunar hjá vinn­ uni í kommununi. Hetta skal gerast við framvegis at menna arbeiðið hjá Vinnumenningardeildini hjá Tórshavnar Kommunu. Betri samstarv og sam­ skifti skal vera millum kommunu og vinnulív. Til at nøkta tørvin hjá vinnuni og fáa fyritøkur til sín, má kommunan rætta vinnuni eina hjálparhond. Latum okkum saman skapa tað umhvørvið, har vit trívast best. X við lista E 11. nov.! Býráðsvalið nærkast tórur av kák olSen Býráðsval 2008 – Valskrá IV Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv fyri at betra um umstøðunar hjá ítróttinum í kommununi. Allar flestu børn íðka eitt ella annað slag av ítrótti, men nógv av teimum gevast, tían­ verri kann mann kanska siga, tá tey koma í tannárini. Hvat er so at bjóðað teimum? Samkomurnar eru ótrúliga raskar at takað sær av teimum ungu, og tað frívilliga arbeiði í fer fram, er gull vert. Musikkskúli er, men har er langur bíðilisti, hølisviðurskiftini og arbeiðsumstøðurnar eru ikki nøktandi. Tey tilboð ið eru, eru ikki nóg sjónlig, nógv ung vita ikki hvat ein kann ganga til. Verið eg vald inn í býráðið vil eg arbeiða fyri at pengarnar og góðviljin verður fordeildur betur millum tey ungu, ikki so at skilja at ítrótturin skal verða fyri missmuni, als ikki. Meiningarnar kunnu verða ymiskar um, hvørji øki tørvur er á at betra um, tí vil eg eisini arbeiða fyri at vit fáa sett eitt ungdóms­ ráð, eins og vit hava eitt eldraráð, ið kann verða talirør hjá ungdóminum í kommununi. Ungdómur og frítíð unn Hentze Lesið -so eru tit við! Føroyski uttanríkisráð­ harrin sigur nú alment í Dimmalætting, at John McCain verður ein betri forseti í USA fyri Føroyar, enn Barrack Obama. Grundgevingarnar eru, at McCain skal vilja “lata USA upp” mótvegis um­ heiminum, meðan Obama vil “lata USA meira aftur”. Í sama viðfangi rósar Jørgen Niclassen alment Irak­krígnum, og leikluti­ num hjá USA í hesum kríggi, og uttanríkisráð­ harrin fegnast um, at danska luttøkan í hesum kríggi “hevur latið dyr upp fyri føroyingum í USA”. Sum formaður í størsta flokki á tingi, fyrrverandi uttanríkisráðharri og fram­ søgufólk í uttanríkismálum fyri Tjóðveldi, haldi eg, at hetta eigur at fáa eitt skjótt og greitt aftursvar í almenninginum: Í fyrsta lagi er tað óbúgvið og lítið umhugsað av Jørgeni Niclassen sum uttanríkisráðharri at úttala seg partapolitiskt um amerikanska forsetavalið og amerikanskan politikk á henda hátt. Skal uttan­ ríkispolitikkur viðgerast partapolitiskt, kundi Jørgen latið eitt framsøgufólk á tingi úttalað seg. Metingar og grundgevingar uttan­ ríkisráðharrans hoyra eini farnari heimsmynd frá Kalda Krígnum til, og byggja als ikki á ta støðu, sum bæði heimurin og USA eru í, og tær stóru broytingar, ið liggja fyri framman í heimspolitikk­ inum. Slík úttalilsi kunnu ikki tæna føroyskum áhugamálum mótvegis USA, Evropa ella øðrum pørtum av heiminum. Í øðrum lagi er tað sera átaluvert, at føroyski uttan­ ríkisráðharrin rósar og stuðlar Irak­krígnum og tí uttanríkispolitikki hjá USA, sum hevur ligið til grund fyri hesum. Bæði í USA, í Irak og í øllum heimssamfelagnum, hava avleiðingarnar verið ógvus­ ligar og kostað 10.000­tals mannalív. Í uttanríkispoli­ tikki hevur tað verið spjað­ andi og skapt øgiligar spenningar og ósemjur. Sjálvt fólk, sum uppruna­ liga stuðlaðu krígnum, hava nú ásannað, at ósann­ ar grundgevingar lógu til grund, og at hetta var eitt stórt mistak. Eisini hevur kríggið isolerað USA, elvt til øktan terror og er partur av tí búskaparliga ruðul­ leika, heimurin nú stendur fyri. Og hvussu hetta skal “lata dyr upp fyri føroying­ um í USA”, har meginpart­ urin av øllum íbúgvum eru ímóti krígnum og tí støðu, tað hevur komið USA í, man í besta føri vera ein misskiljing hjá Jørgeni Niclassen. Í triðja lagi úttalar Jørgen Niclasen seg sum uttanríkisráðharri ímóti samtyktum í Løgtinginum, tá hann nú stuðlar Irak krígnum og fegnast um, at vit eru drigin við í kríggið gjøgnum Danmark. Løg­ tingið hevur altíð gingið hart ímóti kríggi og før­ oyskari luttøku í hernaðar­ átøkum. Og Løgtingið samtykti í 2003 við stórum meiriluta at ganga ímóti Irak­krígnum. At Fólkaflokkurin og Jørgen Niclassen hava aðra hugsan, er sín søk. At vit kunnu undrast á, at Fólka­ flokkurin stuðlar donsku stjórnini, hóast hon gongur ímóti stóra meirilutanum á Løgtingi, eru vit kanska von við. Men sum uttan­ ríkisráðharri skal Jørgen Niclassen umboða før­ oysku tjóðina úteftir, og sjálvandi fylgja meirilut­ anum á Føroya Løgtingi. Uttanríkispolitikkurin føroyinga kann ikki privatiserast. Er uttanríkispolitikkur føroyinga privatiseraður? Høgni Hoydal Er navnið F. C. Hoyvík meira óføroyskt enn A. C. Evensen? Hvussu æt A.C. Evensen í veruleikanum? Eru nógv ungfólk í Føroyum í dag, sum vita, hvat goymir seg aftan fyri styttingina A. C? Eg veit so ikki, kenni bara mannin undir heitinum A. C.Evensen. Eg fari ikki at hugsa ‘Football Club Hoyvík’ tá eg síggi ‘FC Hoyvík’, eg fari bara at hugsa tað sum eg síggi, nevniliga FC Hoyvík. Annars kunnu tit í Mál­ nevndini loysa handan trupulleikan við at ‘legitim­ era’ bókstavin C sum lóg­ ligan í føroyskum nøvnum og heitum. So er trupulleik­ in við at skula taka støðu til, um Victor kann stavast við c ella ei, burtur, eina ferð með alla. Tá føroyingar hoyra Seyðabrævið nevnt, so munnu flestu hugsa um nakað ‘rótføroyskt’. Men Seyðabrævið er fult av c’um. Er Seyðabrævið so at rokna sum óføroyskt? Hví so alt hóvastákið við at fáa tað heimaftur til Føroya? Hví er upprunanorrøni bókstavurin C ein so stór hóttan móti føroyska máli­ num? Tað lysti mær at vita. Til Málnevndina Tórshavn dagfinn S. Højgaard viðmerkingar