Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 211 - 3. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Á Býarbókasavninum var hátíðarløta fríggjamorgunin 31. oktober, tá Anna Malena Niclasen hevði verið í starvi sum skrivstovufólk í 25 ár. Familja, starvsfelagar og umboð fyri Tórshavnar býráð vóru savnaði til hugnaligan morgunmat. – Nógv er hent á bókasavns­ økinum hesi 25 árini, segði Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í talu og hugleiddi um gomlu bøkurnar, ið hann helt upp móti nútíðar tøkni sum teldu og Facebook. – Nú ein dagin bjóðaðu bókavørðar á Býarbóka­ savninum mær at vera við í einum lesiringi á Facebook. Og tað er gott, segði borgar­ stjórin og vísti á nyttuna í telduni, tá umræður at breiða út vitan og upplýsing, sum eru kjarnurvirðini hjá einum framkomnum bóka­ savni. Umframt blómur, fekk Anna Malena Niclasen eisini gávukekk frá Býráð­ num og eina sjáldsama vakra brosju við búmerkin­ um hjá Tórshavnar komm­ unu, sum Anker Eli Petersen hevur gjørt. Kelda: www.torshavn.fo Anna Malena 25 ára starvsdag Andlát og jarðarferðir Solveig Thomassen, Giljanes, andaðist hósdagin 30. oktober á Sýnini í Miðvági, 82 ára gomul. Jarð­ arferðin verður av Sýnini mánadagin 3. november klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Lina Jacobsen við Gjógvará, Fuglafjørður andaðist á Landssjúkrahúsinum 31. oktober, 90 ára gomul. Kistan fer frá Landssjúkrahúskapellinum mánadagin 3. nov. kl. 17.00 norður í Siloa í Fuglafirði. Jarðarferðin verður úr Siloa týsdagin 4. nov. kl.13.00. Fyri tey avvarðandi Sámal og Gunnleif Tey, ið vilja minnast Linu, kunnu lata eina peningagávu til Siloa, konta í peningatovnunum. Dagurin 3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus, sum doyði umleið ár 705. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði. Týskt navn, samansett av orðum, ið merkja hugur og bjartur. Nýggjastu hagtølini hjá akstovuni vísa, at sølan av nýggjum aførum er minkað við næstan 27 prosentum Sølan av nýggjum akførum er munandi minni í ár, enn hon var í fjør. Í oktober 2007 vórðu 154 nýggir persónbilar seldir í mun til 67 bilar í oktober 2008, ein minking upp á 87 prosent. Samlaða sølan av persónbilum frá januar til og við oktober er minkað við 431 bilum, frá 1574 til 1143, ein munking upp á 27,38 prosent. Sølan av motorsúkklum í ár er minkað við 64 pro­ sentum. Eisini sæst at sølan av vørubilum er minkað við 77 prosentum fyrstu 10 mánaðirnar av árinum. Sølan av nýggjum akførum minkar framvegis Kelda: Akstovan Anna Malena Niclasen og Heðin Mortensen, borgarstjóri Lesið -so eru tit við!