mánadagur 3. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 211 - 3. november 2008 ]
Breiddin er neyðug,
men skulu tey
bestu lyftast, so er
neyðugt at Føroyar
gera sær greitt, hvat
verulig elituítrótt
merkir
Ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er at fegnast um, at
fokus nú eisini verður
sett á elituítrótt í Føroyum.
Hetta við pallborðsfundi
og kjakið, sum verður í
Útvarpshøllini í kvøld.
Tí hóast vit her á landi
ofta
erpa
okkum
av
teimum úrslitum, sum
fremstu ítróttarfólk okk
ara hava fingið, so er tað
sjáldan so, at hesi eru
komin
orsakað
av
teimum. Men heldur eru
hesi komin hóast vánaligu
karmarnar, sum føroyska
elitan hevur at virka
undir.
Og veruleikin er eisini,
at fyri flestu av okkara
elitufólkum er galdandi,
at elituítrótt ikki er nakað,
sum tey hava lært í Før
oyum. Undantakið eru
kanska fremstu svimjarar
okkara, sum tó hava
fingið íblástur frá føroy
ingum, sum hava lært
elitumenning uttanlands.
Fyri so at siga øll hini er
galdandi, at elituítróttin
er nakað, sum tey hava
fingið smakk fyri uttan
lands. Antin í lestrar
umhvørvinum, ella tí tey
hava valt at royna sína
ítrótt uttanlands.
Og hetta hvørki má ella
kann vera rætt. Sjálvandi
er tað ein høvuðsuppgáva
hjá ítróttini at arbeiða
breiddini at frama. Uttan
breiddina verður eingin
elita. Men samstundis
mugu ítróttarFøroyar so
ella so hava eitt organ,
sum kann eggja og stuðla
til
elitumenning.
Eitt
skifti varð Framá Føroyar
sett á stovn sum ein
pendantur til Team Dan
mark, men nakra veruliga
elitusatsing gjørdist talan
ongan tíð um. Eina mest
tí jantulógin slapp at ráða,
og at midlarnir úr grunn
inum tí vórðu alt ov
smábýttir.
Og her mugu vit tora at
skera
ígjøgnum.
Tá
ítróttin nærkast elitustøð
inum, er hetta fyri ein
stóran part eisini eitt
farvæl til sosiala partin
av spælinum. Skulu vit tá
lyfta okkara fremstu enn
longur, er neyðugt við
knallharðari útveljing, og
so mugu vit tora at geva
nógv til nøkur fá.
Tað kann væl vera, at
nøkur vilja kalla hetta
fyri kalda kynismu. Men
lítil ivi er um, verður
hetta gjørt á rættan hátt,
so
verður
samlaða
avkastið eisini fleirfalt.
Føroyska manslands
liðið í hondbólti var
aftur fyri stórtapi,
tá teir leygardagin
spældu í Bosnia
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Næsta stórtapið upp á eina
viku gjørdist veruleiki, tá
føroysku hondbóltsmenn
inir leygardagin spældu á
útivølli í Sarajevo.
Fyrstu lítlu løtuna av
dystinum megnaðu okkara
annars at halda fast í mót
støðuni, men so skrædnaði
av álvara. Bosniska álops
spælið kom veruliga upp at
koyra, og so líðandi vórðu
føroysku
málverjarnir
skotnir í senk.
Eins og móti Serbia miku
kvøldið, so hevði føroyska
liðið trupulleikar av, at ov
nógv álop endaðu uttan
veruliga skotroynd móti
mótstøðumálinum. Tað gav
Bosnia fleiri møguleikar at
kontra, og so vóru føroysku
málverjarnir prísgivnir.
Eftir
steðgin
gekk
føroyingunum nakað betur.
Í øllum førum sótu bóltarnir
nú oftari í mótstøðunetinum,
men tað komst nú eisini av,
at Bosnia hevði hug at geara
nakað niður, nú sigurin
kortini var vísur.
Føroysku málini: Før
oysku málskjúttarnir vóru:
Heini Hanusarson 9, Finnur
Hansson 7, Hans Áki Dal
Christiansen 3 (2), Tróndur
Kragesten 2, Ingi Olsen 2,
Dánjal Tórgarð 1, Karl
Herup Olsen 1, Áki Mørk
1, Esbern Patursson 1,
Sámal Joensen 1.
Fríggjadagin skrivaði
Tryggingarfelagið
Føroyar undir avtalu,
sum ger felagið til
høvuðsstuðul hjjá
besta kvinnuliðnum
hjá Neistanum
Hondbóltur
Tíðindaskriv
Kvinnurnar hjá Neistanum
hava seinastu árini verið
millum fremstu hondbóltslið
í landinum. Tey virðir, ið
tær umboða eru nøkur, ið
vit sum felag fegin vilja
stuðla undir og vera við til
at styrkja. Vit eru tí fegin
um, at gerast høvuðsstuðul
hjá besta kvinnuliðnum hjá
Neistanum, og vóna, at vit
harvið eisini kunnu vera
við til at stuðla undir enn
betri úrslitum. Tryggingar
felagið Føroyar er sum
heild stórur stuðul hjá før
oyskum ítrótti og føroyskari
mentan, og avtalan við
Neistan er ein partur heild
arætlanini hjá felagnum,
sigur Kristina Háfoss, deild
arstjóri í Tryggingarfelagn
um Føroyum í tíðindaskrivi,
sum er sent miðlunum.
Neistin fegnast eisini um
nýggju avtaluna við Trygg
ingarfelagið Føroyar, ið fer
at geva kvinnuliðnum neyð
uga
fíggjarliga
grund
arlagið, til at fáa so góðar
umstøður sum møguligt í
komandi kappingarári.
Fyri Neistan er tað av
alstórum týdningi, at vit
hava góðan samstarvspart,
ið kann veita okkum neyð
uga fíggjarliga tryggleikan
komandi tíðina. Hetta gevur
okkum møguleika at geva
leikarunum so góðar um
støður sum møguligt, og
skapar harvið grundarlag
fyri góðum úrslitinum. Vit
kunnu tí ikki annað enn
gleðast um, at Tryggingar
felagið Føroyar hevur valt
at gerast samstarvsavtalu
við júst okkum, sigur Kjart
an Thomasen, formaður í
Neistanum.
Bosnia-Føroyar 28-45 (21-12):
Skotnir niður í Bosnia
Tryggingarfelagið skrivað undir
við Neistan
Kristina Háfoss og Kjartan Thomassen skrivaðu fríggjadagin
undir sponsorsáttmálan millum Tryggingarfelagið Føroyar og
Neistan
Heini Hanusarson varð
aftur besti føroyski
málskjúttin. Hesa ferð skeyt
hann níggju av føroysku
málunum
savnsmynd
Tiltrongt elitukjak
Lampard er tann besti
Venjarin hjá Chelsea, Luiz Felipe Scolari, heldur nógv av
miðvallarspælaranum Frank Lampard. Lampard kann
skora eini 150 mál á sínari yrkisleið. Hann skorar í triðja
hvørjum dysti, og tað er fantastiskt av einum miðvallar
spælara. Eg haldi, at vit í ár mugu umhugsa, hvør veruliga
er tann besti spælarin í heiminum, sigur Scolari. Frank
Lampard sjálvur hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr
sær. Hann sigur seg fyrst og fremst hugsa um at vinna
Champios League.
Hamilton vann Formil 1
Seinasta kappkoyringin í Formil 1 var í Brasil um viku
skiftið, og endin var, at bretin Lewis Hamilton vann
kappingina. Hann koyrir fyri Ferrari, og í seinastu kapp
ingini eydnaðist honum í evstu løtu at koyra seg fram á
ein fimta pláss, sum tryggjaði honum meistaraskapin.
Lewis Hamilton er tann yngsti førarin, sum vinnur
Formil 1 kappkoyringina.