Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] Leggur upp við hondunum Stoke City hevur í hesum kappingarárinum skotið 13 mál í teimum fyrstu 11 dystunum í Premier League. Hóast tað ikki er serliga nógv, so kann felagið serliga takka einum ávísum leikara. Vongurin Rory Delap hevur longu lagt upp til sjey av málunum – við hondunum. Innkøstini hjá honum er blivið vandamesta álopsvápnið hjá Stoke síðan uppflytingina í summar. Hann átti eisini týðandi lut í báðum málunum hjá Stoke, sum í gjár vann 2-1 á heimavølli móti Arsenal. Upprunin til álopini var eftir innkast. Á liðnum í dag vóru heili sjey leikarar, sum eru hægri enn 190 cm, og tí skuldi ligið væl fyri at dúva upp á innkøstini hjá Delap. Áskoðarar lupu á buss Italska felagði Roma hevur fingið vánaliga byrjan í nýggja kappingarárinum, og liðið hevur bert vunnið tvær ferðir í 9 dystum. Eftir 2-0 tapið ímóti Juventus leygarkvøldið, lupu áskoðarar hjá Roma á bussin hjá spælarunum. Kastað varð við myntum og øðrum, og fólk róptu ókvæmisorð eftir spælarunum. Roma liggur í botninum í italsku Seriu A, og nú er venjarin í vanda fyri at fáa sekkin. Dagbjørt Sólheim, sum er ein av venj­ arunum hjá Støkk, heldur Fimleika­ fagnaðin vera størstu hendingina fyri sjálvt felagsarbeiðið. Men samstundis er hon glað fyri, at fagnaðurin ikki er á hvørjum ári Fimleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá talan er um Fimleika- fagnaðin, er Støkk mest vinnandi felagið í landinum. Fyri tveimum árum síðani vunnu tey táverandi steypið til ognar, og nú nýtt steyp er latið, tryggjaði felagið av Glyvrum sær alt fyri eitt fyrsta partabrævið í hesum. Stuttligt men strævið Ein av venjarunum hjá fe- lagnum er Dagbjørt Sól- heim, og hon heldur, at tað hevur sína orsøk, at Støkk somikið støðugt hevur verið í toppinum av fimleika- fagnaðinum. - Fimleikafagnaðurin er heilt serligur, tí hetta er eis- ini eitt høvi at sýna fram breiddina í felagnum. Og fyri okkum í Støkk merkir hetta, at talan er um eitt tiltak, sum alt felagið savn- ast um. Og hetta skal jú eis- ini vera eitt tiltak, har vit kunnu vísa breiddina í fe- lagnum. At vit eisini hava vunnið fagnaðin fleiri ferðir ger tað um nakað enn stutt- ligari, tí frá øllum síðum verður lagt sera nógv fyri, so samlaða úrslitið verður so gott sum gjørligt. Sum dømi kann eg nevna, at Johanna Troest framvegis er ein av primus-motorunum í okkara framførslum til fagnaðin, og hon var altso eisini við, tá Støkk varð stovnað fyri 42 árum síðani, sigur Dagbjørt. Eitt, sum var sermerkt fyri framleiðsluna hjá Støkk, vóru mongu búnar- nir, sum vóru nýttir. Og eisini hetta er eitt úrslit av, at øll kring felagið standa saman. - Vit fáa evnið til fagnaðin at vita um várið, men ar- beiðið í felagnum snýr seg jú eisini um so nógv annað enn bara fagnaðin. Men seinastu tveir mánaðirnar snýr mest sum alt í felagnum seg um fagnaðin. Foreldur og ommur hjálpa til við bún- unum, og tað er fullkomuliga líkamikið, hvør uppgávan er. Alt verður gjørt sum skjótast, og tað er heilt fan- tastiskt fyri felagsarbeiðið, tá so er, sigur Dagbjørt. Hóast eitt tiltak av hesum slagnum soleiðis er við til at savna allar kreftir í felagnum, so heldur Dag- bjørt samstundis, at tað er er gott, at fagnaðurin bara er annað hvørt ár. - Tað er jú ikki so, at vit hava ov lítið at gera tey árini, sum fagnaðurin ikki er. Og arbeiðið kring hetta er somikið intenst, at eg ivist í, um tað hevði borið til á sama hátt, um fagnað- urin var á hvørjum ári. Gott við breiðum evni Evnið, sum skuldi lýsast hesaferð, var Mótsetningar. Eitt evni, sum er sera breitt, og at byrja við voldi hetta nakað av trupulleikum, sigur Dagbjørt. - Vit høvdu kanska hug at illneitast eitt sindur, tí at byrja við vistu vit ikki reiði- liga, hvar vit skuldu byrja og enda. Men so hvørt sum vit fingu ein reyðan tráð í framførsluna, haldi eg, at arbeiðið bara gekk betur og betur. Og eftir fagnaðin haldi eg, at vit øll vóru á einum máli um, at talan var um sera gott evni. Ikki minst tí hetta gjørdi fagnað- in so fjølbroyttan. Fyri áskoðaran ger tað, at tú ikki keðir teg tað allarminsta, tí allar framførlsurnar eru so- mikið ymiskar. Og sum heild haldi eg, at hesin fagn- aðurin var millum teir heilt góðu, sigur Dagbjørt Sól- heim. 65 færri mál skotin Ongantíð áður hava so fá mál verði skotin i Formuladeildini sum í 2008 Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Merkisvert við ársins út- gávu av Formuladeildini var, at so fá mál vóru skotin. Fleiri røddir hava verið frammi gjøgnum árið, at liðini hugsa meira verjukent enn áður, og tað sæst aftur á tølunum yvir skotin mál. Samanborið við hini árini í Formuladeildini, sum hevur verið heitið á fremstu deild- ini síðan 2005, so vóru gott og væl 65 færri mál skotin í ár. Tað skal sjálvandi takast við, at í løtuni standa tríggir dystir í seinasta umfarinum at enda málleysir, tí hesir vóru blástir av vegna veður. Mál skotin í Formuladeildini: Ár 2008: 364 mál Ár 2007: 429 mál Ár 2006: 432 mál Ár 2005: 433 mál Fagnaðurin savnar felagið Talan var um nýtt steyp, tí Støkk longu hevur vunnið tað gamla til ognar. Saman við Rannvá Troest kundi Dagbjørt Sólheim taka ímóti fyrsta partabrævinum í nýggja steypinum Mynd: Jens Kr. Vang Arnbjørn Hansen úr EB/ Streymi stóð fyri 20 av teim­ um 364 málunum, sum vóru skotin í Formuladeildini 2008