Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] Ragnar undirhelt Saman við bólki sínum A55 fekk nýggjasta føroyska stjørnan, Ragnar Finsson, salin undir Fimleikafagnaðinum at sita á nálum, tá bíðast skuldi eftir voteringini hjá dómsnevndini. Talan var um frálíka framførslu, og tó at Ragnar má roknast sum stóra stjørnan í bólkinum, so var samspælið frá hinum limunum í bólkinum eisini framúr. Ikki minst frá hart spælandi og livandi solo-guitaristinum, sum gav strofur frá bæði Slash og Angus Young til áskoðararnar. Meira løn til Ronaldo Sunday Express skrivaði í gjár, at Manchester United ætlar at geva Cristiano Ronaldo enn størri løn næstu árini. Ronaldo fær í løtuni meira enn eina millión krónur um vikuna í løn, men ætlanin er, at hann skal vinna 1,4 millión um vikuna. Hetta skal verða við til at tryggja, at Ronaldo eisini næstu árini fer at spæla fyri enska meistaraliðið. Tað góða og tað ónda. Tað myrka og tað ljósa. Tað skjóta og tað seina. Tey ríku og tey fátøku. Alt mótsetningar, sum vórðu lýstir, tá Fimleikafagnaðurin var á skránni um vikuskiftið Fimleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Tá Gud skapti heimin, skapti hann alt í mótsetning- um. Dag og nátt, mann og kvinnu, hita og kulda, tað góða og tað ónda. Dualisman er eyðsýnd gjøgnum alt skapanarverkið, og tað var og fremst hendan, sum varð sett á breddan, tá fimleikafagnaðurin var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Seinastu mánaðirnar hava Flog, Støkk, Havnar Fim- leikafelag og Ljósið arbeitt við at lýsa bundnað evnið, sum hesa ferð var »mótsetn- ingar«, og við hvør sínari framførslu á 15 minuttir, skuldu feløgini nú við ljóði, ljósi og rørslum vísa, hvat tey høvdu fingið burtur úr sínum arbeiði. Framúr framførslur Tað serliga við Fimleika- fagnaðinum fram um onnur tiltøk, er eisini, at ein av setningunum hjá feløgunum her er at vísa breiddina, sum er í hópinum. Og um- framt at draga hópatals for- eldur, ommur og abbar til sýningarnar, skapar hetta eisini sín heilt serstaka hugna og samleika í fram- sýningunum, sum ikki standa petti aftan fyri elitu- kappingarnar, um enn kriter- iuni tá eru nakað øðrvísi. Og tí var talan eisini um framúr undirhald í stóra salinum í Norðurlandahúsi- num. At Støkk vann fagn- aðin, var upp á sítt pláss, tí samlaða framførslan hjá teimum var avgjørt tann flottasta og mest fjølbroytta. Eisini tí hetta var felagið, sum hevði flest íðkandi við í framførslunum, eins og mongu ymisku búnarnir vóru hugtakandi. Men eins nemandi var tað at síggja mongu ungu fimleikararnar hjá Flog, sum veruliga hevur fingið fatur á børnunum í Fugla- firði og Gøtu. Ljósið hevði í síni fram- førslu helst mest ítøkiligu lýsingarnar av dualismuni, har kontrastirnir á gólvinum vóru serstakliga stórir, og við framúr skifti í tónleik- inum var framførslan hjá Ljósinum helst tann, sum otaði seg næst Støkk, tó at dómsnevndin bert kunn- gjørdi ein vinnara og ikki sekunderu plaseringarnar. Og kraftfulla framførslan hjá Havnar Fimleikafelag hevði avgjørt eisini sítt at bjóða uppá, um enn tulk- ingin av evninum til tíðir tóktist heldur abstrakt at fylgja við. Fagnaður fyri dualismu Ikki minst var talan um framúrskandi pallmynd hjá Støkk, har búnarnir vóru nógvir, vakrir og fjølbroyttir. Her við frásøgn um býflugur og blómur Hjá Havnar Fimleikafelag var talan um orkumikla framførslu Talan var um fantastiska flottan enda hjá Støkk, tá fimleikararnir í felag formaðu eitt bankandi hjarta Flog hevði helst yngsta liðið av øllum, men tað gjørdi ikki framsýningina minni hugtakandi. Heldur tvørtur ímóti