mánadagur 3. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 211 - 3. november 2008 ]
Renn, Pavlyuchenko
Nýggi Tottenham-venjarin Harry Redknapp sigur nú, at tað
skal ikki nøkur doktararitgerð til fyri at venja Tottenham.
Síðani Redknapp gjørdist venjari í felagnum, hevur liðið
fingið 7 stig í 3 dystum. Leygardagin vann Tottenham á
Liverpool, og innskifti álopsspælarin Pavlyuchenko skoraði
sigursmálið. - Tá eg skifti hann inn í seinna hálvleiki, segði
eg bara við hann, at hann for h... skuldi renna eitt sindur,
greiðir Redknapp frá.
Christian Høgni á talvuna
Christian Høgni Jacobsen var millum málskjúttarnar, tá AB á útivølli
spældi 2-2 móti Thisted í gjár. Støðan í hálvleikinum var 0-0.
Framherjin javnaði til 1-1, tá seinna hálvleiki var tríggjar minuttir
gamal. Hann var fyrstur á bóltinum eftir innlegg, tá málverjin var
ófantaligur og onkursvegna misti bóltin um málstrikuna. Christian
Høgni Jacobsen spældi samfullar 90 minuttir. AB er í løtuni á fjórða
plássinum í næstbestu donsku deildini, fýra stig eftir oddaliðið
Lyngby, sum hevur Henrik Larsen sum venjara.
Børnini sleppa eisini framat á fimleikafagnaðinum.
Hesir kúllarnir vóru á liðnum hjá Ljósinum
Tí vann
Støkk
Hetta var tað, sum dómsnevndin
á Fimleikafagnaðinum førdi fram,
tá tað varð kunngjørt, at Støkk
hevði vunnið fimleikafagnaðin
• Tey høvdu eina góðu av lýsing av
evninum, sum hesa ferð æt
mótsetningar.
• Tey brúktu gólvið øgiliga væl.
• Venjararnir høvdu rakt støðið hjá
fimleikarunum væl, tí øll dugdu tað,
sum tey skuldu.
• Tey dugdu væl at brúka tónleikin,
og tónleikurin var væl valdur til
evnið.
• Tey høvdu eina samanhangandi
lýsing frá byrjan til enda.
• Tey høvdu framúr flottar búnar
• Talan var um gott drama ígjøgnum
alla lýsingina av evninum.
• Og tey høvdu ein sera flottan enda á
framførsluni.
-mørk
Tað krevur sín mann, um standast skal í hondstøðu út frá einum stiga. Men eisini tað
megnaðu tey hjá Havnar Fimleikafelag
Talan var um sera ítøkiliga
lýsing frá Ljósinum. Her við
muninum millum rík og
fátøk