mánadagur 3. november 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 211 - 3. november 2008 ]
Julian vann aftur
Uppflytingararnir úr Svendborg hava tikið flest øll á bóli í
triðbestu donsku deildini. Felagið staðfesti í gjár sín lut í stríðnum
um uppflyting, tá teir vunnu 4-2 á heimavølli móti eykaliðnum hjá
AGF. Fyrrverandi landsliðsleikarin Julian Johnsson er liðskipari
hjá Svendborg, og hann var eisini á vøllinum í dag. Dysturin
tóktist avgjørdur eftir lítlari løtu, tí longu eftir 17 minuttum var
heimaliðið á odda 3-0. AGF stríddi seg tó aftur í dystin, men
Jesper Rasmussen tók seinastu luftina úr gestunum við máli til 4-2
í seinastu minuttunum.
Hargreaves skurðviðgerast
Enski landsliðsspælarin, Own Hargreaves, skal nú skurðviðgerast í
knænum, eftir at hann hevur havt áhaldandi trupulleikar við
knænum. Læknar hava roynt at fingið bilbukt við skaðanum við
sproytum, men tað hevur ikki hjálpt. Hargreaves hevur bruna í
knænum, og nú skal hann leggjast undir skurð. Roknað verður við,
at Hargreaves má halda frí frá fótbólti í eitt hálvt ár.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Arnbjørn T. Hansen og
Heidi Sevdal vóru bestu fót-
bóltsspælararnir í føroysku
kappingini í 2008. Tað var
seinasta niðurstøðan, sum
varð gjørd í Miðlahúsinum
fríggjakvøldið, har fótbólts-
fólk úr øllum landinum
vóru komin at seta eitt
rimmar punktum fyri kapp-
ingarárinum.
Í mun til undanfarin ár, tá
skipað varð fyri gallakvøld-
um, hevði kvøldið hesa ferð
broytt navn til fótbólts-
veitsla.
Tað merkti millum annað,
at talan var um standandi
buffet og fría barr, og saman
við væl oman fyri 100 væl
uppløgdum veitslugestum
borgaði hetta fyri einum
kvøldið, har fótbólturin var
í fokus, men har vinarlag,
fótbóltsprát og hugni skaptu
karmarnar kring kvøldið.
Hæddarpunktini
vóru
sjálvandi, tá ymsu handan-
irnar vóru á skránni, men
hóast tað sjálvandi vóru tey
fáu, sum sluppu upp á pallin
at taka ímóti gávum, so
mundu tey flestu í Miðla-
húsinum kenna seg sum
vinnarar.
Veldug fótbóltsveitsla
Nøkur av teimum, sum vórðu kosin tey bestu í nú farna kappingarárinum
Til samans var talan um væl omanfyri 100 fólk, sum høvdu leitað sær í Miðlahúsið fríggjadagin
Fríðrún Danielsen úr Skála vann heiðurin sum ársins
stjørnuskot hjá kvinnum
Miðlahúsið var
stúgvandi fult av
fólki, tá seinasta
punktum varð sett
fyri fótbóltsárinum