Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] David Nielsen skoraði Mest umtalaði fótbóltsspælarin í donskum fótbólti í løtuni er David Nielsen. Orsøkin er nýggj bók, har hann sigur, at hann royndi at tapa ein dyst við vilja í 2004. Í gjár spældi David Nielsen fyri Størmgodset í norsku tippuliguni, og hann dugir framvegis at gera mál. Strømgodset vann dystin 3-2, og David Nielsen skoraði tvey av málunum í dystinum. Frem vann aftur Jón Rói Jacobsen, Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem eru veruliga komnir á slóðina. Í gjár tók Frem ímóti Roskilde FC á heimavølli á Valby Idrætspark. Talan gjørdist um ein 2-0 sigur til Frem, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0. Søren Weibel gjørdist stóra hetjan hjá Frem. Hann hevði síðsta fótin á bóltinum í báðum førunum, tá Frem skoraði síni mál. Fyrra málið fall, tá eitt lítið korter var spælt, og seinna málið kom, tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini. Hugaligt er hjá Jón Róa og Atla at hyggja eftir stigatalvuni, sum nú boðar frá, at Frem hevur togað seg upp á eitt 8. pláss, har teir hava 16 stig, aftaná 12 umfør. Tey bestu Niðanfyri eru bestu fótbólts­ fólkini á árinum nevnd. Navnið á vinnaranum er skrivað við stór­ um bókstavum, meðan hini bæði nevndu eru tilnevningar. Í klombrum er viðmerkt, hvør stuðul átti hvat steyp Ársins spælari Menn (Føroya Tele) ARNBJØRN T. HANSEN, EB/S Levi Hanssen, EB/S Bogi Løkin, NSÍ Kvinnur (Føroya Tele) HEIDI SEVDAL, B36 Olga Kristina Hansen, KÍ Elin Katrina Haraldsen, AB Ársins stjørnuskot Menn (Formula.fo) RÓALDUR JACOBSEN, B36 Bogi Løkin, NSÍ Leif Niclassen, EB/S Kvinnur (Prentmiðstøðin) FRÍÐRÚN DANIELSEN, SKÁLA Mona Breckmann, AB Olga F. Olsen, KÍ Ársins málverji Menn (Trygd) JÁKUP MIKKELSEN, KÍ Andras Gango, ÍF René Tórgarð, EB/S Kvinnur (Burger King) OLGA F. OLSEN, KÍ Simona Heinesen, AB Anna Kr. Joensen, Víkingur Ársins venjari Menn (Føroya Bjór) SIGFRÍÐUR S. CLEMENTSEN & MAGNI MOHR, EB/S Heðin Askham, B36 Bill McLoud Jacobsen, B68 Kvinnur (Hvonn) ALEXANDER DJORDJEVIC, KÍ Ingun Hansen, Skála Lennard Petersen, AB Ársins dómari (Josie’s Juice Bar) EILER RASMUSSEN Ransin N. Djurhuus Petur Reinert Bestu málskjúttar Menn (Thomas Dam Ítróttur) ARNBJØRN T. HANSEN, EB/S 20 Andrew av Fløtum, HB 15 Hans Pauli Samuelsen, EB/S 12 Kvinnur (Thomas Dam Ítróttur) RANNVÁ ANDREASEN, KÍ 27 Hanna Isaksen, Víkingur 17 Olga Kristina Hansen, KÍ 16 Besta spæl (Thomas Dam Ítróttur & Miðlahúsið) HB 88 bóltar EB/S 88 bóltar NSÍ 83 bóltar (Bæði HB og EB/Streymur høvdu eins ofta fingið 5 bóltar, men HB hevði oftari fingið 4 bóltar og vinna tí) Fyrireiking er lykilin Venjingarstøðan skal vera góð, og sinniliga mást tú vera væl fyri. Tað vóru boðini, sum Eiler Rasmussen hevði at geva, tá hann hevði tikið móti sjónliga próvnum fyri at vera besti dómarin í føroyskum fótbólti í 2008 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Tað kennist sjálvandi væl, men eg vil avgjørt geva ein part av hesum heiðrinum til hjálpardómararnar hjá mær. Tí einsamallur gerst tú ikki nakað sum dómari. Soleiðis seg Eiler Rasmussen, tá hann júst hevð tikið ímóti heiðurslønini fyri dómaraavrik sítt í 2008. Sum dómari fáa tit mangar ákoyringar á tykkum frá bæði áskoðarum og spælarum. Er tað eitt stórt herðaklapp, tá tú so sleppur at enda árið á henda hátt? - Tað er tað sjálvandi. Vit fáa jú okkara ting at vita hvørt vikuskifið, so hetta er sjálvandi ein stuttligur endi. Men hinvegin, so skulu vit eisini tola eitt sindur av hvørjum, uttan at vit kortini skulu taka okkum alt ov nógv av tí, sigur Eiler Rasmussen. Spurdur, um nakað serligt loyndarmál liggur handan ein slíkan heiður, sigur Eiler, at tað heldur hann ikki. - Mann ger sjálvandi sítt besta. Vit eru øll menniskju, sum eisini gera mistøk á vøllinum, so tað ræður um at fyrireika seg sum best. Kropsliga mást tú vera væl fyri, og sinniliga mást tú vera væl fyrireikaður. Tað havi eg roynt at arbeitt við í ár, og hesin heiðurin er eitt stórt herðaklapp í so máta, sigur Eiler Rasmussen. Gekk bara betur Heidi Sevdal helt ikki, at hon hevði gjørt nakað óvanligt fyri at røkka heiðrinum sum besti spælarin í landinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Smílið var sjálvandi stórt hjá Heidi Sevdal, tá hon varð kosin at vera besti kvinnuligi spælarin í landinum í nú farna kapp- ingarárinum. - Eg haldi ikki, at eg havi gjørt nakað óvanligt í ár. Kanska er tað bara tað, at tað hevur gingist betur á vøllinum sum heild hon, tá hon eftir dystin gjørdist samrøðu við Rás2. Og enn tykist hon ikki hava gjørt sær nakrar tankar um, um heiðurin ber við sær, at hon fer at leita sær nýggjar avbjóð- ingar. - Tað veit eg slettis ikki. Enn veit eg slettis ikki, hvat komandi kapp- ingarárið hevur at bjóða, so tað fáa vit at síggja, segði Heidi Sevdal. Ársins spælarar 2008. Arnbjørn T. Hansen úr EB/Streymi og Heidi Sevdal úr B36 Meistaraheitið, steypakapping, gylta skógvin og heitið sum ársins spælari. Tað vóru millum ann­ að fruktirnar, sum Arnbjørn Hansen kundi heysta fyri sítt arbeiði í 2008 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Arnbjørn T. Hansen varð heilt stóri vinnarin á mann- fólkasíðuni fríggjakvøldið. Tvær ferðir var hann uppi á pallinum, har hann tók ímóti ávíkavist gylta skógvi- num fyri sínu 20 mál í ár, umframt at hann sum sein- asti maðurin fór upp á pall- in, tá ársins spælari í For- mula-deildini í 2008 varð kosin. - Hetta er veldugt, og eg kann væl róliga siga, at hetta er eitt super-ár. Fyrr í ár var Arnbjørn til royndarvenjingar hjá danska OB, men her og nú tykist hann ikki hugsa so nógv um møguleikan fyri at royna evnini uttanlands. - Nú havi eg spælt fótbólt í ár ár út í eitt, so nú vil eg gjarna hava ein lítlan steðg í ein mánað ella so. So her og nú er í øllum førum eing- in royndarvenjing aðra- staðni. Og enn havi eg so ikki fingið nakað tilboð um nakra slíka venjing, stað- festi Arnbjørn T. Hansen. Eitt super-ár Ein oljulampa frá Georg Jensen, har »ársins dómari 2008« er inngraverað. Tað var sjónliga prógvið, sum Eiler Rasmussen fekk fyri heiðurin sum ársins dómari í 2008