Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] Tottenham var seinasta liðið at vinna ein dyst í Premier League í ár, men um vikuskiftið bastu teir Liverpool, sum annars ikki hevði tapt nakran dyst FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Farna vikuskiftið átti Liver­ pool oddasessin í bestu ensku fótbóltsdeildini einsa­ malt. Í dag verður hesin býttur við Chelsea, sum hevur munandi betri málúr­ tøku enn Liverpool. Orsøkin til býtið av oddasessinum, er tapið hjá Liverpool fyri Tottenham leygardagin. Tottenham fekk eina vanlukkuliga byrj­ an upp á kappingarárið, men nýggi venjarin, Harry Redknapp, hevur veruliga fingið gongd á hjá Totten­ ham. Fyrsta dystin við Red­ knapp við róðrið vunnu teir 2­0 á Bolton. Farna mikudag fingu teir javnleik ímóti Arsenal og síðsta vikuskiftið hálaðu teir trý stig heim ímóti Liverpool. Harvið hevur Tottenham, sum eftir ársins fyrstu átta dystir ong­ an dyst hevði vunnið, og einans hevði tvey stig, nú vunnið sær sjey stig úr trimum dystum. Liverpool fekk annars eina ynskibyrjan, tá Dirk Kuyt eftir bara trimum minuttum legði sítt lið á odda. 20 minuttir stútaði Carragher bóltin í egið net, og í yvirtíðini skoraði Pavlyuchenko til 1­2 til Tottenham. Ársins fyrsta tap til Liverpool, sum eisini merkir, at øll liðini í ársins útgávu av Premier League hava tapt. Anelka skeyt seg og Chelsea í topp Harvið fekk Chelsea møgu­ leikan at yvirhála Liverpool, og henda møguleika gagn­ nýttu teir til fulnar. 5­0 vunnu teir á Sunderland og serliga franski áleyparin, Nicolas Anelka, var í góð­ um lag. Verjuleikarin Alex byrjaði ballið á Stamford Bridge. Síðani tók Anelka yvir við tveimum málum fyri steðg­ in. Seks minuttir eftir steðg­ in gjørdi Frank Lampard eisini eitt mál, og tveir minuttir eftir tað staðfesti Anelka sigurin. Málini frá Anelka skutu ikki einans Chelsea fremst í Premier League, men høvdu eisini við sær, at Anelka er toppskjútti í deild­ ini saman við Amr Zaki hjá Wigan, ið eins og Anelka hevur gjørt átta mál. United basti uppflytarum Liðið eftir Chelsea og Liver­ pool æt næstseinasta leik­ umfar Hull. Hesir spældu ímóti Manchester United um vikuskiftið, og hóast úr­ slitið á 4­3 boðar frá einum jøvnum dysti, so var eingin ivi um, hvør betra liðið var. Manchester United førdi eisini 4­1, men skapti óneyð­ ugan spenning við at loyva Hull við aftur í dystin, ið teir kortini vunnu, tá saman­ umkom. Christiano Ronaldo gjørdi tvey av málunum hjá Manchester United, meðan Vidic og Carrick stóðu fyri hinum báðum. Málini hjá Hull gjørdu Cousin, Mendy og Geovanni. Sostatt hevur Hull, eftir eina framúrskarandi byrjan, tapt tveir dystir á rað, og nú liggja uppflytararnir á sætti plássi. Tveita seg til sigurs Teir í Hull kunnu tó ugga seg við, at teir ikki vóru einasta oddaliðið, ið tapti um viku­ skiftið. Tí á útivølli tapti Arse­ nal 2­1 fyri Stoke. Málini gjørdu Fuller og Olofinjana, meðan Arsenal minkaði um munin í yvirtíðini. Merkisvert við málunum hjá Stoke var, at bæði komu eftir innkast frá Rory Delap. Sami maður hevur eisini lagt upp til sjey av teimum 13 málunum, Stoke hevur gjørt í ár. Í øllum førunum hevur Delap brúkt hendur­ nar, so innkøstini eru av røttum skýrd vandamesta vápnið hjá uppflytarunum. Eisini er stuttligt at hefta seg við stigatalvuna í Prem­ ier League í løtuni, har fýra lið hava 13 stig og fýra lið hava 11 stig. Hetta sær tó øðrvísi út, tá næsta umfar av Premier League er spælt næsta vikuskiftið. Áðrenn ta tíð skulu Newcastle og Aston Villa spæla, og tað verður í kvøld. Sylla skoraði Ein glotti í keðiligu gongdini hjá FC Amager fyri tíðina var, at Sylla longu í fyrsta dystinum fyri felagið kom á máltalvuna. Tað hendi sunnudagin, tá FC Amager vitjaði í Kolding. Heimaliðið vann 3­2. Sylla kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá tríggir minuttir restaðu av dystinum, minkaði hann um munin til endaliga úrslitið. Sum skilst á heimasíðuni hjá FC Amager var Sylla ein støðug hóttan móti verjuni hjá Kolding. Við tapinum liggja Todi Jónsson og FC Amager til niðurflyting. Teir eru nummar 14, og hava 10 stig fyri 14 dystir. Adams og Keown saman aftur Tony Adams og Martin Keown vóru í árunum frá 1993 til 2002 ein sterk miðverja í Arsenal, og nú er líkt til, at teir báðir finna saman aftur í enska felagnum Portsmouth. Har er Tony Adams júst blivin venjari, og sambært BBC hevur Adams boðið Martin Keown at gerast hjálparvenjari hjá sær í felagnum. Keown hevur ikki enn gjørt av, um hann tekur av tilboðnum. Støðan í Premier League: 1 Chelsea 26 2 Liverpool 26 3 Manchester United 21 4 Arsenal 20 5 Aston Villa 20 6 Hull 20 7 Everton 15 8 Middlesbrough 14 9 Portsmouth 14 10 Manchester City 13 11 West Ham 13 12 Stoke 13 13 Blackburn 13 14 Sunderland 12 15 Fulham 11 16 Wigan 11 17 Bolton 11 18 West Bromwich 11 19 Tottenham 9 20 Newcastle 9 Úrslitini í Premier League: Bolton - Manchester City 2-0 Tottenham - Liverpool 2-1 Manchester United - Hull 4-3 Middlesbrough - West Ham 1-1 West Bromwich - Blackburn 2-2 Portsmouth - Wigan 1-2 Stoke - Arsenal 2-1 Chelsea - Sunderland 5-0 Everton - Fulham 1-0 Manchester United - West Ham 2-0 Nú hava øll liðini tapt Liðið, ið sum tað síðsta vann ein dyst í Premier League í ár, var tað fyrsta at basa Liverpool Mynd: Polfoto