Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] Tá Kyndil bert skoraði tríggjar ferðir seinastu 19 minuttirnar, kundi StÍF fara úr Havnini við báðum stigunum fyri dystin sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo StÍF og Kyndil hava higar til víst seg sum veikastu liðini í kvinnukappingini í hondbólti. Undan dystinum hevði hvørki teirra vunnið stig, og skuldi botnurin fáast nakað burturfrá, var ein sigur tí kravið, tá liðini hittust í Havn sunnudagin. Á pappírinum var talan um javna uppgerð, og í veruleikanum gjørdist hon eisini júst so jøvn, sum roknast kundi við. Gestirnir komu kanska betur frá byrjan, men Kyndil slepti ongan tíð takinum, og munurin undan steðgin­ um var tí lítil og eingin. Fyrstu løtuna eftir steðgin kom tó ferð á tær grønu. Fyrstu góðu tíggju minutt­ irnar eftir steðgin vunnu tær grønu 7­3, og so skuldi sigurin so avgjørt verið heilt nær. Men onkursvegna steðgaði alt upp kortini. Eftir hetta skoraði Kyndil bara tríggjar ferðir, og so eydnaðist tað Ninnu K. Johansen at skjóta tær hvítu framum, tá hon skoraði fýra av seks teimum seinastu málunum hjá StÍF. Sigurin ber við sær, at StÍF nú er komið á talvuna. Kyndil er framvegis stiga­ leyst í botninum. VB vann seg aftur á næstovasta plássið í Sunset-deildini, tá tær settu Neistan upp á pláss í Havn Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dysturin leygardagin var ein uppgerð millum tvey av liðunum, sum hava sett sær fyri at elta Stjørnuna í odd­ inum av føroysku kvinnu­ kappingini. Og skal metast eftir fyrstu styrkisroyndini teirra millum, so er tað VB, sum er betur fyri í teirri kapprenningini. Skrædnaði skjótt Grundina til sigurin stoyptu gestirnir alt fyri eitt í dyst­ inum. Fyrstu løtuna megn­ aðu tær sera væl at halda Neistanum frá teimum heilt stóru royndunum, og tá VB samstundis fekk ferð á sítt álopsspæl, har alt ikki ein­ víst koyrdi upp á sama spæl­ ara, skrædnaði veruliga millum liðini longu fyrsta korterið. Og tann munin vann Neistin ongan tíð aftur. VB helst støðugt dystin í einum føstum taki, har fýra­fimm mál alla tíðina vóru á muni, og tí gjørdist talan ongan tíð um tann heilt stóra spenningin. Sigurin ber við sær, at VB í løtuni er fremsti avbjóðarin hjá Stjørnuni, og ta støðuna skulu vágbing­ arnir so royna at halda fast um komandi umfarið. Tá spælir VB móti Tjaldrinum, sum veruliga hevur bitið frá sær í ár, og sum aftur um vikuskiftið vísti sera góðar taktir. Neistin noyðist fyriblis at taka til takkar við at liggja í bakhjólinum, men enn er munurin upp til restina ikki tann heilt stóri, kortini. Claus vann málríkan dyst Blackpool var tríggjar ferðir aftanfyri, men megnaði kortini at vinna útidystin ímóti Watford í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Claus Bech Jørgensen, sum hevur verið burtur við skaða, spældi við aftur, og hann var á vøllinum allan dyst. Watfor kom tríggjar ferðir fram um, men Blackpool javnaði hvørjaferð, og tríggjar minuttir inn í yvirtíðina skoraði Blackpool sigursmálið. Kristoffur heldur fram Kristoffur Jakobsen spælur eisini við KÍ í 2009. Miðvallarin hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið, og tískil verður hann tøkur hjá nýggja venjaraparinum í komandi kappingarár. ­ Tað er av stórum týdningi at okkara egnu leikarar støðast og trívast í felagnum, og hetta fara vit at leggja stóran dent á framyvir, sigur Tummas Lervig, formaður, við heimasíðuna hjá KÍ. Hann staðfestir, at felagið í løtuni arbeiðir við leingja flestu sáttmálarnir. Neistin-VB 19-23 (10-15): VB tók alt Laila Jespersen og liðfelagarnir úr VB eru í løtuni besta boðið upp á ein avbjóðara til Stjørnuna Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-StÍF 20-21 (10-11): StÍF úr botninum Neistin-VB 19-23 (10-15) 10 min: 2-5 20 min: 5-10 40 min: 12-16 50 min: 16-20 Málskjúttar Neistin: Trine Olsen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Annika Ljósstein 4, Nicoleta R. Hansen 2(2), Anja Heinadóttir 1, Elin Staksund 1, Anne Kildevæd 1, Rakul Aug­ustinussen 1 VB: Daiva Toumaite 8(2), Bára Mortensen 5, Gurið Mortensen 4, Laila Jespersen 3, Una Eg­ilsdóttir 1, Svava Vesterg­aard 1, Theresa Joensen 1 Brotskøst: Neistin 4, VB 2 Útvísingar: Neistin 3, VB 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Kyndil-StÍF 20-21 (10-11) 10 min: 3-6 20 min: 7-7 40 min: 16-14 50 min: 18-18 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 9(3), Rakul N. Joensen 4, Halla Midjord 4, Marina Ziljko 2, Helena á Krákusteini 1, Ása Christiansen 1 StÍF: Ninna K. Johansen 7(2), Rebekka Justinussen 5(1), Poula D. Olsen 3, Fríðrún Danielsen 3, Sunfríð Johansen 1, Sig­nhild Petersen 1, Ásg­erð Káradóttir 1 Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 4 Útvísingar: Kyndil 3, StÍF 4 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727