Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 211 - 3. november 2008 ] Stjørnan vann oddabrakið í Runavík, men Tjaldur gav greið tekin um, at tær heilt víst vilja spæla við, har tað er stuttligast Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal metast eftir fyrstu um­ førunum av Sunset­deildini, so er Tjaldur í løtuni fremsti avbjóðarin til hondbólts­ trúnuna, sum Stjørnan hevur sitið á seinnu árini. Í øllum førum vann Stjørnan ein alt annað enn lættan sigur, tá tær vitjaðu í Runavík í gjár. Hóast talan var um rimmar uppgáva hjá Tjaldri, sum ongan tíð áður hevur roynt seg í leiklutinum sum oddalið, so vóru tær frá byrjan heimuliga óimponer­ aðar. Tær góvu ongan tíð Stjørnuni frið at fáa sítt vanliga spæl at koyra, og fyrstu trý korterini eilla so var munurin millum liðini lítil og eingin. Seinastu løtuna gekk luftin tó undan hjá Tjaldri. Stjørnan fekk togað seg nøkur mál framum, og sterkar, sum tær eru, vildi meistaraliðið ikki lata nak­ að sum helst frá sær eftir hetta. Verjan kom eisini at standa uppaftur betur, enn hon hevði gjørt undan hes­ um, og tí varð tað seinastu løtuna litið upp í hendurnar á einstaklingunum hjá Tjaldri at skjóta vertirnar aftur í dystin. Og hóast talan er um sterkar einstak­ lingar, so megnaðu hesar ikki einsamallar at lyfta tí uppgávuna. Við sigrinum staðfestu klaksvíkarkvinnurnar fyrst og fremst, at tær framvegis eru liðið, sum hini skulu sammeta seg við, um tær vilja heilt upp. Men avrikið hjá Tjaldri gav eisini vón um, at Stjørnan í vetur ikki verður heilt so einaráðandi, sum tær hava verið. Og næstu ferð fæst aftur eitt barometur fyri styrkina hjá Tjaldri. Tá skulu tær nevn­ liga spæla móti VB, sum við sínum sigri á Neistanum kíliga seg millum Stjørnuna og Tjaldur á stigatalvuni. Tíverri hava vit ikki fingið hagtøl frá dystinum. Tveir føroyskir sigrar vóru í donskum hondbólti í gjár, tá bæði kvinnurnar og harrarnir hjá ÍF Føroyum vunnu Hondbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroyski hondbólturin í Keypmannahavn hevur fing­ ið eina sera góða byrjan uppá árið, og dagurin í gjár gjørdist aftur ein sigursdagur. Kvinnurnar vunnu á Amager HK. Endaliga støðan gjørdist 29­20 eftir hálvleiksstøðuna 11­8. Fyrstu tíggju minuttirnar vóru tað føroysku kvinnur­ nar, ið runnu aftaná Amager HK, sum førdi við einum og tveimum málum hesa løt­ una. Men sum fyrri hálv­ leikur leið kom betur skil á spælið, og kvinnurnar løgdu seg á odda. Eftir steðgin gjørdist munurin millum liðini rætti­ liga sjónligur, og við nógvum skjótálopum og annars góðum verjuspælið økti ÍF Føroyar støðugt um leiðsluna. Endaliga úrslitið gjørdist eisini 29­20. Mennirnir vunnu eisini ein tryggan sigur móti VLI á 32­26 eftir hálvleiks­ støðuna 17­11. Dysturin byrjaði væl og eftir tíggju minuttum vóru mennirnir á odda 10­3. Trygt og gott spæl tryggjaði, at munurin helt sær allan fyrra hálvleik. Serliga royndist Leik Mikkelsen og langskot hansara væl. Í seinna hálvleiki kom stígur í føroyska spælið, og eina løtu bleiv dysturin óneyðuga spennandi, tá VLI minkaði um munin niður í bara eitt, so støðan var 24­23. Ferð kom aftur á, tá venjarin Rolf Mouritsen setti Ára Rouch aftur á vøllin, og við hansara góða yvirliti og tryggleika kom sigurin trygt í hús. Málskjúttarnir hjá ÍF Før­ oyum hesir: Leif Mikkelsen 7, Helgi Justinussen 6, Róar Akralíð 5, Ári Rouch 4, Hjalti Jacobsen 3, Alex Dur­ huus 2, Leif Hákun Jacob­ sen 2, Magnus Poulsen 1. Sorin heldur fram við Margáir Síðani hann kom til landið í ár 2000, hevur Sorin Anghel verið ein av ímyndunum hjá EB/Streymi. Hóast tilboðini frá øðrum feløgum hava verið fleiri í tali, so hevur rumenin ongan tíð ivast í, hvar hann helst vil spæla, og eftir vunna meistaraheitið fyri viku síðani kundi hann staðfesta, at hann eisini verður í felagnum í 2009. Wenger viðurkennir trupulleikar Arsenal tapti leygardagin ímóti Stoke í Premier League, og hetta var tað seinasta av eini røð av vánaligum úrslitum hjá liðnum. ­ Vit hava trupulleikar. Vit mangla ikki sjálvsálit, tá vit spæla europeiskar dystir, men hinvegin eru vit ikki nóg skarpir at umseta kjansir til mál, sigur venjarin Arsene Wenger.Hann heldur, at fleiri av hansara spælarum sóu troyttir út í dystinum leygardagin, og tað gjørdi ilt verri, at fleiri spælarar fingu skaðar um vikuskiftið. Tjaldur-Stjørnan 19-21 (7-7): Tjaldur beit frá sær Hondbóltsútisetar vunnu aftur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 4 4 - 0 - 0 106 77 29 8 2 VB 4 3 - 0 - 1 110 93 17 6 3 Tjaldur 4 2 - 1 - 1 92 83 9 5 4 Neistin 4 1 - 1 - 2 94 94 0 3 5 StÍF 4 1 - 0 - 3 88 110 -22 2 6 Kyndil 4 0 - 0 - 4 71 104 -33 0 Durita Christophersen og liðfelagarnir sluppu veruliga at arbeiða fyri sakini, tá tær vitjaðu í Runavík í gjár Mynd: Álvur Haraldsen