mánadagur 3. november 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 3. november 2008
31
Seinnapartin leyg
ardagin – Alla
Halgannadag – var
minningarhald við
minnisvarðan í
Haldórsvík
Minningardagur
Orð&myndir: Snorri Brend
Haldórsvík: Hetta seinasta
árið er ein føroyingur farin
á sjónum.
Eins og vanligt hevur ver
ið seinastu 59 árini vóru til
tøk kring alt landið leygar
dagin, í samband við minn
ingardag teirra sjólátnu.
Eitt av hesum tiltøkunum
var við minnisvarðan í Hal
dórsvík. Byrjað varð við
gudstænastu kl. 15 í Haldórs
víkar kirkju, og síðani varð
gingið niðan á høvdina, har
minnisvarðin stendur.
Eins og vanligt var eisini
eitt minnishald á Vinnu
háskúlanum henda sama
morgunin, har løgmaður
Kaj Leo Johannesen helt
talu, og klokkan 20 var ein
gudstænasta í Dómkirkjuni
í Havn í hesum sambandi.
Henda var útvarpað kring
landið.
Aðrastaðni kring landið
vórðu tiltøk avlýst, sum ein
partur av samhuganum við
tey sum mist hava onkran á
sjónum, ella ein á henda
hátt vil minnast onkran, ið
farin er hetta seinasta árið.
Aftur í ár hevur sjógvurin
tikið ein av landsmonnum
okkara:
Í ár var tí í minnishaldum,
øðrum tiltøkum og í kirkjuni
biðið fyri og lýstur friður
um 27 ára gamla argjamann
in, Kristin Bærentsen, sum
druknaði á Sandi tann 14.
september í ár.
Minnisvarðin stendur
ovarlaga í bygdini. Men hetta
forðaði ikki fólki í at vera við
til løtuna, tá kransar vórðu
lagdar á staðnum og ein
mintist teir farnu úr bygdini
Mintust tann sjólátna
Í Haldórsvík luttók Uni Næs, sóknarprestur við minnishaldið