Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 211 - 3. november 2008 tíðindi Formaðurin í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løg­ maður, Jóannes Eides­ gaard er samdur við Høgna Hoydal, for­ mann í Tjóðveldi, tá hesin finst harðliga at Jørgen Niclasssen, uttanríkisráðharra, sum í samrøðu við Dimmalætting tekur undir við krígnum í Irak, sum Føroya løgting hevur vent sær ímóti. Eins og nú­verandi løgmaður so stuðlar tann fyrrverandi eisini tí demokratiska val­ evninum Obama. USA vAl Jan Müller jan@sosialurin.fo -Javnaðarflokkurin í Føroy- um hevur altíð sympatiserað við demokratiska flokkin í USA og sjálvandi altíð ynskt, at tað stórveldi sum USA er verður stýrt av ein- um demokrati, og tí vóni eg sera sterkt, at Obama fer at vinna valið, tí sum hann sjálvur sigur i sinum slogan: -vit hava brúk fyri eini broyting. Tað er júst broyt- ingin, sum hann kann stan- da inni fyri, eitt nú úti í heimi, har tann agressivi uttanríkispolitikkurin, sum Bush umsitingin so skeivt hevur ført, nú verður tónað- ur niður og man fær minkað um spenningarnar sigur Jóannes Eidesgaard við Portalin. Og hann heldur fram: -Sjálvandi veit eg, at Obama, hvussu góður for- seti hann enn verður, neyvan fær avtrappað allar spenningar, men eg trúgvi, at hann nógv betri enn Mc­Cain megnar at fáa meira trygg viðurskifti. Innanrikispolitiskt ivist eg ikki í, at tann vanligi amerikanarin er betri farin av, at ein demokratur situr i Hvítu Húsunum enn ein republikanari, tí júst tað at Obama er tann, sum hann er, signalerar nakað heilt nýtt sigur Jóannes Eides- gaard, sum vísir á tíðina heilt afturi í 60-unum, tá tann fyrsti litti studenturin kom inn á eitt universitet, og tað var øgilig gøla um tað. Fyrrverandi løgmaður vísir á, at USA hevur havt tveir littar uttanríkisráð- harrar, og nú bendir alt á, at landið fær ein littan forseta. Obama signalerar tí eisini eina broyting viðvíkjandi toleransu millum fólkasløg, so hann er m.a. tí so avgjørt mítt val sigur Jóannes Eides- gaard, sum eisini hevur nøkur orð á vegnum til Jørgen Nic­lassen, sum í samrøðu við Dimmalætting sigur seg taka undir við Irakkrígnum. -Eg eri samdur við Høgna Hoydal, sum finst at Jørgen Nic­lassen fyri hanasra úttalilsi í um Irak, tí vit hava jú eina samtykt í tingi- num, sum sigur, at vit taka frástøðu frá krígnum i Irak. Men tað kemur ikki óvart á meg, tí Fólkaflokkurin hevur altíð havt eitt veikt hjartað fyri republikanarum sigur formaður Javnaðar- floksins og sitandi fíggjar- málaráðharri, sum ikki heldur tað vera serliga smart av okkara uttanríkis- ráðharra sum alment umboð at úttala seg um, at tað er gott við krígnum í Irak, tá løgtingið jú hevur sagt tað øvugta. -Eg veit væl, at hetta er valið hjá amerikanarum, men hyggur tú at heims- kortinum, so síggja vit, at heimurin allur hevur betri av, at Obama vinnur valið, eisini tá tað snýr seg umhvørvi, avdubbing og meiri frið, sjálvt um eg veit, at hann klárar ikki at loysa allar trupulleikar. Men Obama stígur tey røttu fetini. ...tað sama ger fyrrverandi løgmaður ­Tá Jørgen Niclassen ú­ttalar seg um ameri­ kanska valið og vón­ ar, at McCain fer at vinna, so er tað ikki sum føroyskur uttan­ ríkisráðharri men sum privatmaður. Landsstýrið skal ikki hava nakra støðu til, hvør skal verða amerikanskur for­ seti sigur Kaj Leo Johannessen, sum tó ikki dylur fyri, at hann sjálvur heldur við Obama. USA vAl Jan Müller jan@sosialurin.fo -Eg haldi ikki, at almennu Føroyar skulu hava nakra meining um, hvørt Obama ella Mc­Cain skal vera kom- andi forseti í USA. Hetta sigur Kaj Leo Johannessen, løgmaður, nú Jørgen Nic­las- sen, uttanríkisráðharri í samrøðu við Dimmalætting leygardagin sigur seg vóna, at Mc­Cain vinnur valið. -Tá Jørgen Nic­lassen úttalar seg soleiðis, so má tað standa fyri hansara persónligu rokning, tað er í hvussu so er ikki umboðandi fyri almenna føroyska uttan- ríkispolitikkin sigur løg- maður. Landsstýrið hevur als ikki umrøtt hetta málið og hevur tí heldur ikki nakra felags støðu um tað. Spurdur um hvat hann sjálv- ur heldur um tey bæði val- evnini sigur Kaj Leo Johannessen: -Persónliga dámar mær nógv betur Obama, tó at eg ikki hava nakra sterka mein- ing um hetta. Men út frá tí eg havi lisið og hoyrt higar- til um amerikanska valið, so haldi eg, at Obama er ein nógv meira spennandi per- sónligheit, ein maður, sum kann vera við til at fremja broytingar. Hann virkar til at vera ein sera sympatiskur persónur. Skuldi eg atkvøtt í USA, so er eingin ivi um, at eg hevði atkvøtt fyri Obama. Løgmaður heldur, at tað er tørvur á veruligum broyt- ingum í USA, soleiðis at landið kann vera ein allier- aður hjá øllum heiminum. Tí vónar hann, at Obama kemur framat valdinum, hóast hann heldur, at tað er ringt at gjøgnumskoða hjá føroyingum, hvat fer at henda, um antin Obama ella Mc­Cain kemur til, tí amerikanska samfelagið er so komplext. –Men eg haldi, at Obama virkar sera savnandi, og tað er av stórum týdningi. Haldi eisini at tann størsta avbjóðingin í sambandi við valið er av búskaparligum slag, og har haldi eg, at Obama er tann betri mað- urin. Formaðurin í størsta and- støðuflokkinum á løgtingi, Høgni Hoydal sigur í eini viðmerking til úttalilsini hjá Jørgen Nic­lassen, at við at taka undir við krígnum í Irak ger uttanríkisráðharrin gongur hann beint ímóti einum meiriluta í løgting- unum, sum hevur mótmælt Irakpolitikkinum hjá eitt nú donsku stjórnini. Høgni Hoydal sigur, at Jørgen Nic­lassen er við at privati- sera føroyska uttanríkis- politikkin. Løgmaður heldur við Obama... Jóannes Eidesgaard er samdur við Høgna Hoydal, sum finst at Jørgen Niclassen fyri alment at taka undir við krígnum í Irak Kaj Leo Johannessen, løgmaður vónar, at Obama vinnur amerikanska valið Bæði núverandi og fyrrverandi løgmaður stuðla Obama