mánadagur 3. november 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 3. november 2008
33
tíðindi
Forsetavalið
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Amerika er uttan iva landið
í øllum heiminum, sum hev
ur størst ávirkan. Tískil
hava forestavalið og leiðslan
nógv at siga fyri einhvønn
heimsbúgva. Men í hvussu
stóran mun nemir hetta okk
um føroyingar?
Nú valið av álvara byrjar
at nærkast, eru ymiskir før
oyingar spurdir um teirra
hugsan. Hvønn tey ynskja
at síggja sum næsta forseta
í Amarika, og hví. Og somu
leiðis hvussu hetta stóra
valið ávirkar framtíðina hjá
Føroyum og teimum.
Amerikanska forsetaval
ið gjøgnum føroysk eygu
Hóast meginparturin av
Evropa og ikki minst
Føroyum stuðlar demo
kratiska
forsetaval
evninum, Barack Obama,
hellir Jørgen Niclasen hin
vegin.
Republikanski
flokkurin liggur longri til
høgru enn demokratiski
og tí líkjast hann og Fólka
flokkurin á tí øki, hetta
sigur hann í samrøðu við
Punktum.fo fríggjadagin
31. oktobur.
Eg kann ikki siga,
hvørjum
Fólkaflokkurin
stuðlar, men vanliga hava
vit stuðlað republikanar
unum. Eg havi sjálvur ver
ið bæði í New York og
Washington á fundi við
republikanarar og demo
kratar saman við donskum
sosialistum. Veruleikin er
tann, at allur amerikanskur
politikkur er borgarligur,
sigur hann.
Hann
metir
at
um
Obama kemur til valdið,
fer Amerika at byrgja seg
sjálvt meira inni, og hetta
er ikki til gagns fyri
føroyska samfelagið. Til
dømis var USA nógv
meira innibyrgt í tríati
árunum, og hetta gjørdi
fíggjarkreppuna verri enn
hon kundi verið. Og nú
ein nýggj fíggjarkreppa
stendur fyri durum, er
umráðandi at Amerika
tekur røttu avgerðirnar
næstu tíðina.
Uttanríkispolitikkurin
hjá fyrrverandi stjórnini
hevur eisini latið upp
nýggjar dyr fyri bæði
danir
og
føroyingar.
Verður hildið áfram við
sama
uttanríkispolitiska
leisti, kunnu føroyingar
njóta gott av hesum sam
starvi.
Høgni Hoydal metir tað
tó
vera
átaluvert,
at
uttanríkismálaráðharri
Føroya skal úttala seg
móti hugsanini í Løgtingi
num.
Í fyrsta lagi er tað
óbúgvið og lítið umhugsað
av Jørgeni Niclassen sum
uttanríkisráðharri at úttala
seg
partapolitiskt
um
amerikanska forsetavalið
og amerikanskan politikk
á henda hátt, skrivar
Høgni Hoydal í viðmerk
ing á síðu 17.
At siga at Irak kríggið
hevur latið upp dyr, er at
siga tað øvugta av tí, sum
Føroyar altíð hava verið
ímóti.
Men sum uttanríkisráð
harri skal Jørgen Niclassen
umboða føroysku tjóðina
úteftir, og sjálvandi fylgja
meirilutanum á Føroya
Løgtingi, endar Høgni
Hoydal viðmerkingina.
Landstýris
maðurin í uttan
ríkismálum
stuðlar McCain
Eg vóni at Obama vinnur – og hann vinnur stórt! Hann
er demokratur og hevur heilt aðrar hugsjónir enn
mótstøðukandidaturin. Hann er sosialt tilvitaður og vil
veita betri kor til undirstættina. Og hevur ein heilt annan
uttanríkispolitikk, vil steðga krígsleiðini.
Sjálv er hon spent um valið og fylgir væl við. Í tí vón at
Amerika fer at leggja eina aðra kós og byggir eitt betri
forhold við Evropa, eitt vinarband.
Eg stuðli Obama, sum øll onnur – næstan.
Tað tykist sum teir høgrasinnaðu hava sitið nóg leingi.
Tað er tørvur á broyting, serliga í uttanríkispolitikkinum.
Hvørki valið ella avgerðin hava nakra serliga ávirkan á
meg, sigur hann, men legði afturat at sjálvandi hevur
Amerika stóra ávirkan á allan heimin, ikki minst
avhongur fíggjarkreppan nógv av Amerika.
Eg stuði Obama – tá tað ikki bleiv Hillary, sum hevði
verið nógv best.
Orsøkin til tað er, at hon heldur at hann hevur sýnt ein
ótrúligan intelligens, gott fólkatekki og stendur fyri
nýhugsan.
Hann hevur generella kompentansu. Eg liggi eisini sjálv
nærri demokratisku hugsanini enn republikansku.
Fyri meg kemur tað ikki at hava nakra beinleiðis ávirkan
á gerandisdagin. Men hvør stýrir Amerika hevur sjálvandi
týdning fyri allan heimin, ikki minst týdning í Miðeystri.
Eg vóni at Obama vinnur, tí tað sær út til, at hann er
tann, sum leggur upp til góðar og stórar broytingar. Hann
útstrálar eisini eina sterkari leiðslu enn McCain ger.
Jógvan Zachariassen hevur sjálvur búð í Amerika í fimm
ár. Hann greiðir frá, at tað sum hendir har, ávirkar allan
heimin. Men kortini metti hann ikki hetta ávirka hansara
egna gerandisdag í nakran nevniverdan mun.
Lítil ivi hevði verið
um hvør vann, høvdu
evropearar fingið
hvør sína atkvøðu
til amerikanska for
setavalið. Í Føroyum
líkist undirtøkubýtið
grannalondunum, har
Obama stendur nógv
sterkastur
Carl Johan Jensen
rithøvundur
Ingeborg Winter
forkvinna í Føroya Arbeiðsmannafelag
Kristianna Winther Poulsen
forkvinna í Javnstøðunevndini
Jógvan Zachariassen
pastor í samkomuni Lívdini