mánadagur 3. november 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 211 - 3. november 2008
Valið í morgin
kann gerast ein
sonn vanlukka fyri
tann republikanska
flokkin, tí umframt
Hvítu Húsini
kann hann eisini
missa fleiri sessir í
Kongressini
Nógv bendir á, at dagurin í
morgin kann gerast ein av
teimum svørtu døgunum í
søguni hjá republikanska
flokkinum í USA. Sambært
meiningakanningunum
stendur flokkurin til at
missa forsetaembætið, men
harafturat er tað líkt til, at
flokkurin eisini kann missa
fleiri sessir í Kongressini.
Politiskir
eygleiðarar
siga, at umstøðurnar hava
ikki verið republikanska
flokkinum
til
vildar
hesaferð. Í fyrsta lagi líður
flokkurin undir, at floks
felagin í Hvítu Húsunum,
George W. Bush, er so illa
umtóktur, at tað finnast
neyvan fordømi um tað í
søgu landsins. Í øðrum lagi
hevur Bushumsitingin ikki
verið serliga heppin við at
taka sær av fíggjarkreppuni,
og í triðja lagi tykjast fleiri
amerikanarar at vera hugtik
nir av Barrack Obama held
ur enn John McCain.
Hjá demokratunum er støð
an tann øvugta. Teir vænta at
fáa uppaftur størri meiriluta í
Kongressini, enn teir hava
havt síðani miðvalið í 2006,
tá millum annað misnøgdin
við kríggið í Irak gjørdi, at
nógvir republikanskir kon
gresslimir fullu.
Kunnu fáa ræðið
Í morgin skulu veljararnir
manna ein triðing av teim
um 100 sessunum í Senatin
um og alt Umboðsmanna
tingið. Tveir triðingar av
teimum
senstasessunum,
sum eru á vali í morgin, eru
nú mannaðir við republik
anarum, men nógv bendir
á, at tað verða demokratar,
sum seta seg í teir aftan á
valið í morgin.
Teir seinastu dagarnar
hevur John McCain ávarað
republikonsku veljararnar
ímóti at lata demokratarnar
fáa forsetaembætið og fult
ræði á Kongressini, tí so
koma teir at sita á allari lóg
gávu tey næstu árini.
Í løtuni hava demokratar
nir 51 senatorar og republik
anararnir 49, men sambært
teimum seinastu meininga
kanningunum kunnu demo
kratarnir fáa seks ella sjey
senatorar afturat.
Í Umboðsmannatinginum
hava demokratarnir greiðan
meiriluta við 235 limum
ímóti teimum 199 hjá
republikanska flokkinum.
Kanningarnar siga, at her
fáa demokratarnir millum
20 og 30 afturat í morgin.
Politiskir eygleiðarar siga,
at fáa demokratarnir bæði
frosetaembætið og fult ræði
á Kongressini, kann tað
rudda slóð fyri, at Barrack
Obama kann fremja tann
politikk, sum hann hevur
lagt fram undir valstríðnum.
Demokratiska
forsetaval
evnið fekk í gjár hjálp frá
tónleikastjørnuni
Bruce
Springsteen
Meiri enn 60.000 fólk
vóru komin saman til velj
arafund hjá Barack Obama
í býnum Cleveland í statin
um Ohio í gjárkvøldið. Men
tey vóru tó ikki bara komin
at lurta eftir Obama, tí und
an fundinum var fráboðað,
at sjálvur Bruce Springsteen
skuldi á pallin.
Við einum akustiskum
gittara spældi stjørnan mill
um annað lagið „The Ris
ing“, eitt lag, sum hevur
verið nógv brúkt í sambandi
við veljarafundir hjá Bar
rack Obama.
Eg havi brúkt 35 ár til at
skriva um USA og amerik
anska fólkið, og hvat tað
merkir at vera amerikanari.
Tjóðini trøvar ein, sum
hevur teir eginleikar, sum
júst Obama hevur, segði
Springsteen og varð dúgliga
fagnaður.
Demokratiska forsetaval
evnið duldi heldur ikki fyri,
hvat hann heldur um The
Boss:
Tað eru bara nøkur heilt
fá, sum ígjøgnum sín tón
leik og sang seta sín dám á
okkara lív við at siga okkum
søguna um tað amerikanska
fólkið, og Bruce Springsteen
er ein teirra, segði Obama.
The Boss spældi
»The Rising«
fyri Barrack Obama
Bruce Springsteen á pallinum
í Cleveland saman við
Barrack Obama
Mynd: Polfoto
Republikanararnir kunnu fáa
ein frammaná í morgin
Eftir hesum valkortinum stendur Barrack Obama til at vinna í statum við 278 valmonnum, meðan John McCain stendur til at
vinna statir við 132 valmonnum. Eftir at kappast um eru statir við 128 valmonnum
Kort: Aftenposten
útlond