Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 3. november 2008 35 Stutt Sagt Einki morð í Miami Fyri fyrstu ferð í meiri enn 40 ár hevur løgreglan í amerikanska býnum Miami ikki skrásett eitt einasta morð í ein heilan mánað. Í gjár kunngjørdi leiðslan, at einki morð bleiv skrásett í býnum í oktober, og tað er fyrstu ferð síðani 1966, at Miami hevur havt ein mánað uttan morð, skrivar AP. Løgregluovastin er eisini fegin: - Tað er eitt gott met í sjálvum sær, at fólk gevast at beina fyri hvør øðrum, sigur hann við blaðið Miami Herald. Samstundis kann løg- reglan í Miami fegnast um, at morðini í býnum hava verið fækkandi tað seinasta árið. Í fjør skrá- settu myndugleikarnir 87 morð, og higartil í ár er talið 55. Danir vilja hava evruna So vil ein meiriluti av danska fólkinum hava fel- ags evropeiska gjaldoyrað, evruna, ístaðin fyri krónøuna. Sambært einari kann- ing, sum Synovate hevur gjørt, vilja 52 prosent av danska fólkinum hava evruna til gjaldoyra. Tað er ein rættiliga munandi broyting samanborið við eina tilsvarandi kanning í august, tí tá vóru tað 45 prosent, sum vildu hava evruna ístaðin fgyri krón- una. Inger Støjberg, fram- søgukvinna hjá Vinstra, sigur við Børsen, at kann- ingin ber boð um, at danir nú hava skilt, at tað kostar at standa uttan fyri tað evropeiska gjaldoyrasam- starvið. Í seinastuni hevur danski tjóðbankin verið noyddur at hækka rentuna fyri at avmarka trýstið á krónuna, og tí er rentan hægri í Danmark enn í evrulondunum. Í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini stendur, at spurningurin um millum annað evruna skal til fólkaatkvøðu í hesum valskeiðinum. Tað er ógreitt, nær tað verður, tí tá írar vrakaðu Lissabon- sáttmálan í summar, bleiv fólkaatkvøðan um tey donsku fyrivarnini útsett í óásetta tíð. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Obama, hjálp okkum at endurreisa hús okk- ara, og lat tað vera so rúmligt, at tað kann hýsa øllum dreymum okkara (Bruce Springsteen) útlond Hóast teir stríðandi partarnir í Kongo eru samdir um at binda frið, halda eygleiðarar og onnur ondini, tí vandin fyri nýggjum ágangi og bardøgum er stórur Í gjár segði bretski forsætis- ráðharrin, Gordon Brown, at altjóða samfelagið eigur at forða fyri, at ófriðurin í Kongo ikki endar við einum fólkadrápi sum í Rwanda í 1994, tá millum 800.000 og ein millión fólk vórðu myrd. Eygleiðarar hava í hesum sambandi víst á, at nógvir av uppreistrarmonn- unum, sum nú gera um seg í Kongo, vóru við í fólka- drápinum í Rwanda. Fleiri hundraðtúsund fólk eru flýdd undan uppreistr- armonnunum, sum eru farnir sera illa við sivilfólki. Hjálparfelagsskapir vita at siga, at tær flestu kvinnurnar eru neyðtiknar, og at smá- gentur heilt niður í trý ára aldur hava fingið somu viðferð. Í gjár frættist, at 50.000 fólk eru rýmd úr einum býi, men at eingin veit, hvar tey eru. Bretland og Frakland hava talað fyri, at ES skal senda eitt friðarvarðveit- andi herleið til Kongo at hjálpa ST-hermonnunum, sum eru har, men sum tykjast vera ov fámentir til at steðga áganginum. Men tað er torført at fáa ta enda- ligu avgerðina í ES, millum annað tí at summi lond halda seg gera nóg mikið í Afghanistan. Sjálfstæðisflokkurinn hevði mist plássið sum landsins størsti, hevði val verið til íslendska Altingið nú Tá val var til íslendska Altingið seinast, fekk Sjálf- stæðisflokkurin 37 prosent av atkvøðunum og varðveitti støðuna sum landsins størsti flokkur. Sum so mangan áður. Men var val til Altingið í dag, hevði flokkurin fingið ein veruligan frammaná. Ein meiningakanning, sum Morgunblaðið almanna- kunngjørd um vikuskiftið, vísti, at tann siðvandi stjórn- arflokkurin hevði ikki fing- ið meiri enn 22,3 prosent av atkvøðunum, um var var nú. Tann stóri vinnarin hevði verið hin stjórnarflokkurin, Samfylkingin, sum hevði verið landsins størsti við knappliga 37 prosentum av atkvøðunum ella júst tað sama, sum Sjálfstæðisflokk- urin fekk seinast. Kanningin hjá Morgun- blaðnum gevur Vinstrafylk- ingini 27 prosent, Fram- sóknarflokkinum 8 prosent, Fælslynda flokkinum 4,4 og Íslandsfylkingini 1,5 prosent. Formaðurin í Vinstra- fylkingini, Steingrímur J. Sigfússon, hevur mælt Geir H. Haarde, forsætisráðharra til at skriva út nýval sum skjótast fyri at fáa skil á kreppuni, sum landið er komið í. Gamla marglætis­ skipið hjá Saddam Hussein, sum millum annað hevur svimjihyl, mosku og rakettstøð er nú til sølu Tað 82 metrar langa marg- lætisskipið Ocean Breeze varð smíðað í Danmark í 1981 og æt upprunaliga Qadissiyat Saddam. Men hóast tað bleiv bygt til irakska einaræðisharran, varð tað ongantíð latið honum. Eitt felag, sum er skrásett á Cayman-oyggjunum, sig- ur seg eiga skipið nú. Tað er kanska vert at nevna, at jordanski kongurin, Abdull- ah, eigur í hesum felagnum. Skipið bleiv sett á sølulista í fjør, men irakska stjórnin mótmælti og helt uppá, at tað var bara hon, sum hevði ognarrætt til ognir, sum tann gamli einaræðisharrin hevði havt uttanlands. Fyrr í ár fekk irakska stjórnin viðhald í einum dómstóli í Fraklandi, og skipið, sum liggur í Nice í Suðurfraklandi, er nú aftur til sølu. Tað er ikki greitt, hvør prísurin verður, men tá skipið stóð á sølulista í fjør, lá prísurin um 180 milliónir krónur, skrivar NTB. Hetta kann enda við einum fólkadrápi Venda Sjálfstæðisflokkinum bakið Geir H. Haarde og flokkur hansara missa nógvar veljarar (Mynd: Morgunblaðið) Ocean Breeze við bryggjuna í Nice (Mynd: AP) Snekkjan hjá Saddam til sølu Røðirnar av flóttafólki vaksa alsamt