Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 211 - 3. november 2008 tíðindi Vinnararnir av ársins GBOB kapping, sum varð hildin í vikuskiftinum í Mentanar­ húsinum, eru: 1. Ladyfire 2. Person 3. Nin10do Les meira útgreinaða rapportering um kappingina og bólkarnar í tónleikasíðunum hósdagin. Jákup á Lakjuni og countrybólkur hansara, Goofy Geese and the Troublesome Two, vóru eitt stuttligt íkast til ta rættiliga varierandi skránna. Boys in a Band oddamaðurin, Pætur Zachariasson, var eisini ein av oddamonnunum í hesum bólkinum, saman við Jákupi á Lakjuni. Nin10do, ið eru Jan Nystrøm, Hans Kristian E. Hansen og GBOB 2007 vinnarin og trummuleikarin, Rógvi Lamhauge, gjørdust nummar trý við sínum eksperimenterandi, elektro- baseraða tónleiki. Jov L. Helgason úr Ran Domo, iå yvirraskaði fjøldina og presenteraði seg sum ein nýggjan, spennandi bólk á veg fram.