mánadagur 3. november 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 3. november 2008
45
tíðindi
Hamferð vístu eina
myrka, tunga metal-
síðu, ið vit ikki hava
sæð nógv til í Føroyum
áður, men sum varð
væl móttikin inni í
Mentanarhúsinum.
Ladyfire struku avstað við fyrsta plássi,
og tað var lítil ivi um, at avgerðin hjá
dómarunum var tann rætta. Teir fýra
ungu menninir í Ladyfire, sum skulu
umboða Føroyar í Heimsfinaluni í London
í desember, eru GBOB 2007 vinnarin og
gittarleikarin Heini Martin Niclasen, Filip
Mortensen (The Ghost og The Story Ends),
og Andreas Dalsgaard og Hanus Andreasen
(The Story Ends og Petur Háberg).
Umframt at sleppa til London, hava
Ladyfire eisini vunnið sær tríggjar dagar
í studio við tøkningi frá Kringvarpinum,
professionella myndatøku frá MOMO
og eitt gávukort á 10.000kr til útgerð
frá Simma. Hesir eykavinningarnir fara
ivaleyst at koma væl við, nú teir skulu til
London at taka seg fram
Boys in a Band, vinnari av altjóða GBOB Challenge 2007,
framførdu, meðan dómararnir avgjørdu, hvørjir teir tríggir
fremstu bólkarnir vóru.
Frá høgru: Frásøgumaðurin Ásbjørn Bertholdsen saman við teimum fimm dómarunum: føroysku Eyðfinn Jensen, Jens L. Thomsen
og Boga á Lakjuni, enska journalistinum, produsaranum og DJinum Jake McGowan og íslendska Iceland Airwaves fyriskiparanum
Egill Tómasson.