týsdagur 4. november 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 4. november 2008
5
tíðindi
Í dagsins
Vinnusíðum, greiðir
Óli Samró frá, at vit
mugu tryggja okkara
ferðasamband út í
heim, og tí má landið
keypa privatiseraðu
partabrøvini í
Atlantsflogi aftur
sum skjótast. Jóhan
Dahl, er púra
samdur, tí hann
metir flogleiðina vera
hjartað hjá Føroyum
Ferðasamband
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
»Ein lívæðr kann ikki
privatiserast« er heitið á
kronikki hjá Óla Samró í
blaðnum í dag. Hann førir
millum annað fram, at land
ið má keypa øll privatiseraðu
partabrøvini í Atlantsflogi
fyri at tryggja, at vit eisini í
framtíðini hava eina skjóta
farleið inn á evropiska
meginlandið.
Ferðasambandið út í
heim kann ikki leggjast í
hendurnar á felagið, sum
kann fara av knóranum, ella
sum byrjar at skelva í einum
lágkonjukturi, sigur Óli
Samró. Hesum er lands
stýrismaðurin í vinnumálum
samdur við.
Mann má tryggja sær, at
Atlantic Airways ikki fer á
heysin. Mann kann ikki
gambla við einum farvegi
sum hesum, flogleiðin er í
veruleikanum hjartað í sam
felagnum,
sigur
Jóhan
Dahl. Sum harvið gongur
inn fyri, at landið skal eiga
flogfelagið.
Vit kunnu ikki
privatisera hálvt
Jóhan Dahl metir, at tað er
púra skeivt at privatisera
ein triðing av Atlantsflogi,
tí tað gevur ikki íleggjarun
um nakran møguleika at
gera seg galdandi.
Tá mann byrjaði at
privatisera Atlantic Air
ways, var ætlanin at privati
sera tveir triðingar av flog
felagnum. Tað hevði givið
íleggjarunum nakrar møgu
leikar, og tað hevði eisini
givið møguleikar at fara inn
á aðrar marknaðir, og tað
hevði
verið
gott
fyri
Atlantic. Men nú eru fyri
treytirnar broyttar, og tí
mugu vit syrgja fyri at taka
málið um at keypa parta
brøvini aftur upp politiskt,
greiðir Jóhan Dahl frá.
Viðgera málið
sum skjótast
Jóhan
Dahl
er
sera
avgjørdur, at hetta ikki er
eitt mál, ið kann bíða.
Vit mugu taka málið
upp sum skjótast. Tí hetta
er ein fyritreyt fyri øllum
virksemi, og tí mugu vit til
eina og hvørja tíð syrgja
fyri, at farleiðin er 100 pro
sent inntakt, metir Jóhan
Dahl. Sum sær út til at
meta, at kapitalistiska hug
sjónin má víkja í hesum
føri.
Mugu standa saman um Atlantsflog
Íslendskir lærarar
undirvísa í tango-
dansi um vikuskiftið
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Føroyskir tangofjepparar
við Anne Lise og Mads
Winther á odda, hava bjóð
að íslendskum tangolærar
um heim til Føroyar at
undirvísa
royndum
og
óroyndum, ungum og eldri,
í tangodansi.
Tað eru tey bæði, Hany
Hadaya og Bryndís Hall
dórsdóttir úr Íslandi, sum
fara at hava workshop í
tangodansi um vikuskiftið.
Hany og Bryndis eru kendir
dansilærarar í Íslandi, har
tey hava sín egna dansiskúla.
Eisini hava tey vunnið hóp
in av dansikappingum og
framsýningum.
Anna Lise Winther sigur,
at fólk skulu vera í klæðum,
sum eru góð at vera í, með
an skógvarnir helst skulu
vera dansiskógvar, sum ikki
sita fastir í gólvinum. Konu
fólkini kunnu vera í skóm
við ella uttan hæli. Best er,
um fólk tekna seg sum pør,
men tað ber eisini til at
koma stakur – ofta mangla
mannfólk. Kostnaðurin fyri
tangoskeiðið er 500 kr. og
lesandi sleppa fyri hálvan
prís.
Skeiðið verður í sam
komuhøllini á Landssjúkra
húsinum 7.8. november,
og dansað verður fríggja
kvøldið kl.1820 (óroyd) og
kl.2022 (roynd) og leygar
dagin kl.1416 (óroynd) og
kl.1618 (roynd). Tekning
fer fram á telefon 315310
ella við at senda ein teldu
post til alwinther@hotmail.
com. Til ber eisini at lesa
meira um lærararnar á
www.tango.is.
Tango-skeið um vikuskiftið
Jóhan Dahl er sannførdur um, at vit mugu
tryggja okkara flogleiðir út í heim
Mynd: Jan Müller
Les kronikkin
hjá Óla Samró
á síðu 26 í blað-
num í dag