týsdagur 4. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 212 - 4. november 2008
SkilaleyS koyring
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er bara eitt undur, at
vit eru á livið í dag.
Soleiðis tók ein maður til
í Føroya Rætti fyrrapartin í
gjár.
Hann varð boðsendur í
rættin at greiða frá einum
sjáldsama
ógvusligum
ferðsluóhappi í Klaksvík
fyri einum góðum ári síðani,
har ein ungur maður er
ákærdur fyri púra skilaleysa
koyring.
Í hesum sambandi er bil-
førarin ákærdur fyri at seta
bæði sítt egna lív og lívið á
fleiri øðrum fólkum í stóran
lívsvanda.
Hesin maðurin, sum varð
boðsendur í rættin at greiða
frá, hvussu hann upplivdi
hendingina, segði, at hetta
hevði verið eitt “vemmiligt
upplivilsi”.
Hann segði, at bilurin hjá
ákærda hevði eina øgiliga
ferð og metti sjálvur hann,
at hann mundi koyra 200
kilometrar um tíman, har
tað annars er loyvi at koyra
80.
- Koyringin var púra, púra
vitleys og eg ivaðist ikki í, at
mín síðsta stund var komin,
legði hann afturat.
Eitt annað vitni staðfesti,
at hetta gekk so skjótt fyri
seg, at hóast hann hevði
koyrt bil í 30 ár, hevði hann
ongantíð verið úti fyri nøkr-
um, sum hesum.
Bilførarin, sum er undir
ákæru, segði, at upprunaliga
orsøkin til óhappið var, at
ein bilur kom av einum síðu-
vegi og hann mátti yvir í
vinstru síðu á vegnum fyri
at sleppa undan at tað brast.
Men so kom ein bilur ímóti
teimum, so hann mátti
snara hart yvir aftur í høgru
síðu, men tá kláraði hann
ikki at bremsa fyri einum
øðrum bili, sum koyrdi
frammanfyri og so mátti
hann aftur yvir í vinstru
síðu. Soleiðis krússaði hann
á vegnum, til hann misti
tamarhaldið á bilinum.
Men hesum avsannaðu
tvey vitni, tí tey søgdu, at
bilurin,
sum
kom
av
síðuvegnum, var væl og
virðiliga komin yvir í høgru
síðu og hevði koyrt eitt fitt
petti, áðrenn hann varð
yvirhálaður av bilinum við
øgiligari ferð.
Bóltaði runt í luftini
Tað var eitt summarkvøld í
fjør, at ein ungur bilførari
var atvoldin til eitt ferðslu-
óhapp í Klaksvík, har tað
akkurát tað sama kundi
enda heilt galið.
Sambært ákæranum kom
hann koyrandi við yvir 200
kilometrum um tíman við
einum vinmanni í bilinum
eftir tunnilsvegnum frá tunl-
inum til Árnafjarðar, tá ið
hann misti tamarhaldið á
bilinum og setti lívið á sær
sjálvum og fleiri øðrum
fólkum í stóran vanda.
Nakað inn ímóti Klaksvík,
kom hann at koyra aftan á
bil, sum hann yvirhálaði.
Men fleiri bilar vóru á vegn-
um og tað endaði við, at
hann krússaði ímillum mót-
koyrandi bilar og bilar, sum
koyrdu sama veg.
Ein orsøk til at hann
krússaði ímillum bilarnar
kann rætt og slætt vera, at
hann koyrdi so skjótt, at
hann kláraði ikki at bremsa
og tí royndi at sleppa undan
samanstoyti við at krússa
ímillum bilarnar og í hesum
sambandi var hann fleiri
ferðir yvir í vinstru síðu á
vegnum.
Tað endaði við, at hann
misti tamarhaldið á bilinum
og rendi í bakkan framvið
vegnum.
Bilurin fleyg ígjøgnum
luftina og bóltaði fleiri ferð-
ir rút í luftini, tvørtur yvir
einum mótkoyrandi bili,
áðrenn hann brast í vegin
og skreiddi á takinum eitt
langt strekki eftir vegum,
áðrenn hann steðgaði.
Bilurin varð vrak og aðrir
bilar fingu eisini skaða av
vraklutum av bilinum, sum
flugu
ígjøgnum
luftina,
men ongin fólkaskaði var.
Fleiri fólk í lívsvanda
Umframt bilin, sum var
atvoldin til óhappið, vóru
minst fýra aðrir bilar í stórum
vanda fyri at vera raktir og í
teimum vóru tilsamans eini
7-8 fólk, eisini eini tvey, trý
børn og ákærin sigur, at øll
hesi fólkini vóru í stórum
lívsvanda, tí tey tað var um
reppið, at tey vórðu rakt av
bilinum ímeðan hann krúss-
aði ímillum teir við øgiligari
ferð, ella tá ið hann fleyg
ígjøgnum luftina og skreiddi
eftir vegnum.
Hinar bilarnir, sum vóru
uppi í, vóru eisini í stórum
vanda fyri at rena á hvønn
annan, sum teir máttu
krússa eftir vegnum fyri at
sleppa undan bilinum, sum
kom sendandi eftir vegnum
fyrst, síðani ígjøgnum luft-
ina og so aftur fleiri metrar
eftir vegnum.
Hava tikið
orðini aftur
Eftir óhappið tók løgreglan
koyrikortið frá honum og
gav honum eitt fyribils
koyrikort í staðin.
Men tað merkiliga hendi,
at dagin eftir var hann longu
á løgreglustøðini aftur og
vildi lata fyribils koyrikortið
innaftur, tí hann helt seg
rætt og slætt ikki vera egn-
aðan at koyra bil.
Vinmaðurin, sum var við
honum hendan túrin, hevur
í frágreiðing til løgregluna
greitt frá, at hann hugdi
eftir
ferðmátaranum
og
hann vísti nakað oman fyri
200 kilometrar um tíman.
Áður hevur bilførarin
sjálvur greitt rættinum frá,
at hann koyrdi 200-240
kilometrar um tíman, tá ið
óhappið hendi.
Men hvørgin teirra vildi
rættiliga kennast við hesa
frágreiðingina í gjár.
Vinmaðurin vildi vera
við, at hann hevði ikki sagt
løgregluni, at teir høvdu
koyrt so skjótt
Av tí, at maðurin var
undir 18 ár, vóru foreldrini
boðsend.
Tá
greiddi
mamman frá, at hann hevði
fortalt, at hann hevði hugt
eftir ferðmátaranum og at
teir høvdu koyrt yvir 200
og mamman vildi hava at
vita frá soninum, hví hann
ikki hevði fortalt løgregluni
tað. Tað váttaði hann fyri
løgregluni og tí kom tað við
í frágreiðingina.
Men nú sigur hann, at
hevur hann fortalt foreldrun-
unum nakað slíkt, var tað tí,
at hann var í ørviti av skelk-
inum, tí tað var ikki rætt.
Sjálvur helt bilførarin, at
nakað av reypi hevði verið
upp í.
Hann visti kortini ikki at
siga, hví í allari verðini hann
skuldi sita og reypa í
rættinum fyri ákæranum,
dómaranum og verjanum, tí
har tað heilt avgjørt ongin,
sum var hugtikin av slíkum.
Bilførarin sjálvur ásann-
aði, at hann hevði skrivað
undir eina løgreglufrágreið-
ing, har hann váttaði at hava
koyrt 220-240 kilometrar
um tíman.
Men tað var bara fyri at
gera
løgreglumanninum
eina tænastu. Afturfyri vildi
hann hava løgreglumannin
at gera sær eina tænastu og
tað var at fáa eitt tvítak av
upprunaliga koyrikortinum,
sum hann kundi hava sum
samleikaprógv,
tí
hann
ætlaði sær til Danmarkar.
Nú heldur hann, at tað
var skelkurin, sum gjørdi,
at hann hugsaði ikki klárt
og tað fekk hann at lata
koyrikortið inn aftur og at
hugsa,
at
hann
gjørdi
løgregluni eina tænastu.
Hann váttaði kortini, at
hann hevði koyrt ov skjótt
og hann váttaði eisini, at
hann
hevði
sæð
hinar
bilarnar í góðari tíð, men
fekk bara ikki steðga og tí
misti hann tamaraldið á
bilinum.
Eitt undur at vit
eru á lívi í dag
Myndirnar eru av tí serbygda Subaru Imp
til at tola harðan stoyt, varð hann vrak ef
Ein fragd
at koyra
skjótt
Málið um unga mannin,
sum er ákærdur fyri púra
vitleysa koyring, hevur
verið fyri í rættinum áður,
men tað hevur ikki borið
til at gera tað liðugt.
Maðurin sigur, sum akk-
urát var nýliga var fyltur
18 ár og sostatt akkurát
hevði fingið koyrikortið,
tá ið óhapið hendi, greiddi
frá í rættinum, at hann
hevur funnið fragd í at
koyra skjótt, hóast hann
visti, at tað bara var ein
spurningur um tíð, áðrenn
okkurt fór at henda.
Ella, sum hann sjálvur
málbar seg: Tað er eitt
“adrenalin-kick”,
sum
fylgir við, tá ið eg koyri
so skjótt.
Og tað kensluna kann
hann eftir øllum at døma
ikki vera fyri uttan.
Bilurin, sum hann hevði,
var ein serbygdur Subaru
Impreza, ið var styrktur
fyri at tola harðar stoytir
og sum hevði sera stóra
motororku. Sjálvur segði
maðurin, at bilurin kundi
koyra 290 kilometrar um
tíman, men annars var upp-
lýst í rættinum, at í bókini
um bilin varð hámarks-
ferðin sett til góðar 230
kilometrar um tíman.
Bilurin varð vrak eftir
óhappið.
- Eg ivaðist ikki í, at mín síðsta stund
var komin, fortaldi ein maður fyri
dómaranum í Føroya Rætti í gjár, har
hann vitnaði ímóti einum ungum
manni, sum varð ákærdur fyri púra
vitleysa koyring
Kári Petersen í Tingið
Í dag tók Kári Petersen sæti á Tingi fyri Kára P. Højgaard. Í sam-
bandi við at Kári P. Højgaard er á fundi í Arktiska Ráðnum í
Østersund í Svøríki, hevur hann biðið um farloyvi frá løgtings-
arbeiðinum, og í hansara stað tekur Kári Petersen sæti í Tingin-
um. Kári Petersen, sum er 50 ára gamal, er útbúgvin búskapar-
frøðingur og arbeiðir í Landsbankanum. Til seinasta løgtingsval
stillaði Kári Petersen upp fyri Sjálvstýrisflokkin og fekk triðflest-
ar atkvøður á listanum. Hann er tískil 1. varafólk hjá teimum báð-
um tingmonnum Sjálvstýrisfloksins. Kári Petersen hevur fleiri
ferðir áður havt sæti á tingi sum eykamaður hjá
Javnaðarflokkinum.
Omma Obama doyði
sunnudagin
Madelyn Dunham, omma Barrack Obama, er deyð av krabbameini.
Barrack Obama kundi ikki halda tárunum aftur, tá hann á veljara-
fundi í nátt mintist ommu sína, Madelyn Dunham, sum doyði av
krabbameini sunnudagin. - Hon var ein av hesum sinniligu hetju-
num, sum vit hava allastaðni í Amerika, segði Obama á veljarafund-
inum í North Carolina. Madelyn Dunham tók sær av Barrack
Obama, eftir at pápi hansara var afrrin aftur til Kenya, og mamman
var undir útbúgving í Indonesia. Tá var Obama 10 ára gamal.