Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 212 - 4. november 2008 preza bilinum, sum ein blaðungur bilførari er ákærdur fyri at koyra púra svakt í og at seta fleiri mannalív í Vanda. Hóast bilurin er styrktur ftir tað sjáldsama ógvusliga ferðsluóhappið Ungi bilførarin, koyrdi so vitleyst, at hann eigur at verða dømur at sita í 40 dagar. Tað helt ákærin, tá ið hann endaði sína framløgu í rættinum í gjár í málinum um skilaleysa koyring í Klaksvík Harafturat kravdi ákærin, at maðurin verður dømdur í fongsul í 40 dagar, umframt at hann fær 8000- 10.000 krónur í bót og missur koyrikortið í hálvtannað ár. Ákærin helt, at hetta var so álvarsligt, at minni kundi tað ikki verða. Verjin hjá manninum helt ikki, at hóast hann uttan iva hevði koyrt nakað skjótt, var tað ikki upp á nakran máta prógvað, at hann hevði koyrt so vitleyst, sum ákærin vildi vera við og tí helt hann, at fongsuls- revsing kundi ikki koma upp á tal og hann helt heldur ikki, at hann kundi missa koyrikortið í meiri enn eitt hálvt ár. Hann helt, at samanumtikið var talan um eina røð av óhepnum umstøðum, tí høvdu hinir bilarnir ikki verið á vegnum, hevði helst onki óhapp hent. Málið er nú tikið upp til dóms og hesa næstu tíðina fer so dómarin at viga fyri og ímóti og at gera upp við seg sjálvan, hvørjum hann trýr og, hvørjum, hann ikki trýr. Dómur fell- ur seinni í mánaðinum. 40 dagar í fongsul Dagin eftir óhappið við hesum bilinum, var ungi bilfør­ arin á løgreglustøðini og læt koyrikortið inn aftur, tí hann helt seg ikki vera egnaðan at koyra bil. Nú sigur hann, at tað var skelkurin, sum gjørdi, at hann ikki hugsaði klárt Maðurin, sum átti hendan bilin, sigur, at hann hálvan vegna fekk ein rús av at koyra skjótt, hóast hann visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn eitt okkurt fór at henda Í óhappinum fleyg hesin bilurin fleiri metrar ígjøgnum luftina, tvørtur yvir einum mótkoyrandi bili, samstundis sum hann bóltaði runt um seg sjálvan fleiri ferðir Bilførarin á hesum bilinum hevur áður váttað, at hann koyri 220­240 kilometrar um tíman í hesum bilinum og tað sama hevur vinmaðurin gjørt, men nú draga teir í land aftur Konditaríið sum valkafé Í dag letur Konditaríðið á Káta Horninum í Havn upp aftur, men tað er sum politisk kafé. Í sambandi við býráðsvalið 11. november fara valevnini hjá Javnaðarflokkinum at skipa fyri eini røð av spennandi og viðkomandi tiltøkum á Konditarínum. Valevnini fara m. a. at skipa fyri valCafé, kjakfundum og tónleikatiltøkum, og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag sigur, at øll eru vælkomin til tiltøkini. Obama á Konditarínum Í sambandi við amerikanska forsetavalið hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag opið hús á Konditarínum á Káta Horninum í Havn í kvøld, 4. november frá kl. 18:00. Forsetavalið verður víst á stórskíggja.