týsdagur 4. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 212 - 4. november 2008
Fólk, sum eru orð
blind, hava ofta
upplivað so nógvar
ósigrar í lívinum, at
tey hava mist sjálvs
álitið. Men tað er
ongin skomm at vera
orðblindur, og fyrsta
stigið á leiðini er
at viðganga trupul
leikan og síðani at
søkja sær hjálp – tí
hjálpin er ofta nærri
enn vit halda
Undirvísing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ofta verður sagt, at orð
blindi er eitt dult brek. Men
hin orðblindi skal rópa hart
og krevja sín rætt, tí í
dagsins samfelag nýtist orð
blindi hvørki at dyljast ella
at vera eitt brek. Saman við
opinleika, ber í dag til at
bøta somikið væl um trupul
leikan, at hin orðblindi
kann virka í einum gerandis
degi, har skrivaða orðið
hevur so ómetaliga stóran
týdning.
Hetta var høvuðsboð
skapurin á ráðstevnu, sum
Felagið fyri lesi og skrivi
veik skipaði fyri í Gjáargarði
fríggjadagin í farnu viku. Á
ráðstevnuni talaði millum
Hans Pauli Christiansen,
sum er formaður í danska
orðblindafelagnum
og
leiðari av einum skúla fyri
vaksin orðblind í Alberts
lund.
Orðblind eru ikki býtt.
Men økið er framvegis
nógv tengt at tabu, hóast vit
í roynd og veru kunnu røkka
teimum allar flestu. Størsta
avbjóðingin
er
ofta
at
byggja næmingarnar upp
sálarliga, tí teir hava mist
sjálvsálitið í fólkaskúlanum,
sigur Hans Pauli Christian
sen, sum ynskir fullan opin
leika um evnið.
Falla í fátt
Roknað verður við, at fimm
prosent av fólkinum hevur
sera trupult við at lesa,
meðan tvey prosent hava
brúk fyri serligum undir
vísingartilboði.
Ordblindi endar ofta við
at vera ein sosialur trupul
leiki, sum fylgir einum rest
ina av lívinum, um neyðuga
undirvísingin ikki verður
sett í verk. Tann orðblindi
kennir tað ofta, sum dugur
hann ella hon ikki tað sama
sum hini og bæði sjálvs
virðið og sjálvsálit minka.
Eisini reagera tey ofta við
vreiði ella sorg.
Næmingarnir
missa
sjálvsálitið og falla í fátt.
Tað er ikki er løgið at teir
skammast, tí teir hava liðið
so nógv niðurløg, sigur
Hans Pauli Christiansen.
Hann vísir á, at hetta serliga
hendir, tí lærarar ikki vita,
hvussu teir skulu røkka
barninum. Tá íkoma hesar
keðiligu støðurnar, har barn
ið krógvar seg undir borði
num, sovnar, ger ónáðir ella
verður brigslað, tí tað biður
síðumannin um hjálp.
Men sjálvandi reagera
børnini, tá tey fáa niðurløg
oman á niðurløg, sigur
Hans Pauli Christiansen,
sum samstundis staðfestir,
at tann stóri lærarin er hann
sum viðgongur, at hann ikki
røkkur næminginum, men
sum kannar, hvussu til ber
at hjálpa barninum kortini.
Fleiri tilboð
Hans Pauli Christiansen
sigur, at tað er ein sam
felagsuppgáva at bjóða orð
blindum undirvísing – bæði
børnum og vaksnum. Sam
stundis viðgongur hann, at
vit her í Føroyum enn eru
langt eftir á mál, tí tilboð
eru ikki til øll. Tó fegnast
hann um, at økið verður
nevnt í samgonguskjalinum
og at ítøkiligar ætlanir eru
um at seta barnaskúla fyri
orðblind á stovn í Havn, har
40 næmingar úr øllum landi
num kunnu ganga. Harum
framt vísir hann á arbeiðið,
sum verður gjørt í Alv
skúlanum við Áir, har
vaksin lesi og skriviveik
Obama vann fyrsta valstaðið
Barrack Obama vann valið í Dixville Notch, og tað er fyrstu ferð í
40 ár, at eitt demokratiskt forsetavalevni vinnur har. Eins og
undanfarin val var Dixville Notch í New Hampshire tað fyrsta
valstaðið, sum kunngjørdi úrslitið av forsetavalinum. Tað vísti, at
Barrack Obama fekk 15 av teimum 21 atkvøðunum. John McCain
fekk hinar seks. Tað merkisverda við úrslitinum er sambært AP, at
hetta er fyrstu ferð síðani 1968, at tað demokratiska forsetavalevnið
vinnur í Dixville Notch. Ta ferðina vann Hubert Humprey har á
Richard Nixon. Valluttøkan í Dixville Notch var 100 prosent.
Orðblind skulu fram í
Tann stóri lærarin er hann sum viðgongur, at hann ikki røkkur næminginum, men sum kannar, hvussu vit kunnu hjálpa
barninum kortini, sigur Hans Pauli Christiansen, sum er leiðari á einum skúla fyri vaksin orðblind í Albertslund