Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 212 - 4. november 2008 Um starvsfólk og brúkarar á stovnum hjá Tórshavnar Kommunu minnast til at sløkkja eftir sær, kann kommunan spara minst 3 milliónir kr. árliga. Hetta vísir nýggj kanning hjá kommununi Umhvørvi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Orkunýtslan hjá øllum bygningum í Tórshavnar Kommunu er nú kannað, og ikki óvæntað er úrslitið lítið at reypa av: Bygningarnir brúka alt ov nógva orku. Eitt nú verður sagt, at miðal orkunýtslan í bygn­ ingunum er tríggjar ferðir hægri enn í kommunalum nýbygningum í Danmark. Hetta kemst av, at danskar kommunur longu hava gjørt umfatandi átøk til tess at minka um orkunýtsluna í almennum bygningum. Eitt nú við betri bjálving, við at nýta alternativa orku og sum heild at hava eina um­ hvørvisvinarligan politikk, hugburð og atburð. Í kann­ ingini verður sagt, at bara við at broyta atferð kunnu vit spara 3 milliónir krónur árliga av skattaborgarans pengum. Elin Lindenskov er for­ kvinna í Heilsu­ og umhvørvisnevndini, sum hevur biðið um at fáa orku­ nýtsluna í kommunalum bygningum kannaða. Hon er sera fegin um, at kann­ ingin nú er liðug, tí, sum hon sigur: ­ Vit kunnu bara handla, um vit hava nakað at handla útfrá. Og eins og á so nógv­ um øðrum økjum hava vit saknað hagtøl at gera umhvørvispolitikk út frá, so hetta er avgjørt ein byrj­ an, sigur hon við Sosialin. Fyrst broyta atferð Tað er ráðgevandi verk­ frøðingafyritøkan P/f Sofus M. Jacobsen, sum hevur staðið fyri kanningar­ arbeiðinum, har endamálið var at kanna, hvussu orku­ nýtslan og útlátið kunnu minkast. Frágreiðingin, sum nú fyriliggur, er fyrsti partur av kanningini. Har mælir fyritøkan til, at kommunan kunnar almenningin um orkunýtsluna, og hvussu hendan kann minkast við atferð. ­ Tað er eitt sindur hug­ stoytt at hugsa sær, at bara við at broyta atferð kunnu vit spara fleiri milliónir krónur, sigur Elin Linden­ skov, sum ætlar, at næsta stig skal vera, at kommunan orðar ein rættiligan orku­ málsetning og umhvørvis­ politikk, sum allir brúkarar av bygningum hjá kommun­ uni kenna. Ráðgevingin haltar Forkvinnan í Heilsu­ og umhvørvisnevndini vónar, at kanningin eisini kann vera við til at varpa ljós á, hvussu til ber at hugsa umhvørvi inn longu í sam­ bandi við nýbygningar og umvælingar. Hetta kunnu privatu húsarhaldini eisini fáa ágóðan av. Í hesum sam­ bandi ímyndar Elin Linden­ skov sær, at kommunan kann veita ráðgeving til borgaran. ­ Ráðgeving er ein stór mangulvøra her á landi. Til dømis upplivdi eg tað sjálv herfyri, tá vit ætlaðu at fáa okkum sólarorkuskipan við hús. Men har var ongin óheft kunning at fáa nakra­ staðni, sigur Elin Linden­ skov, sum kundi hugsað sær eina óhefta kunningarstovu, har bæði borgarar ella myndugleikar kunnu venda sær til. Fara víðari Nýggja kanningin av orku­ nýtsluni hjá bygningum í Tórshavnar Kommunu verður løgd fram fyri Heilsu– og umhvørvis­ nevndina í kvøld, týs­ kvøldið. Tá skal nevndin taka støðu til, um farast skal undir við annað stig av kanningini, sum skal geva eina meting av orkurakstri­ num, umframt átøkum og ráðgeving í alternativum orkuloysnum. Elin Linden­ skov ivast ikki í, at nevndin fer at taka undir við, at arbeiðið kann halda áfram. Kommunalir bygningar brúka alt ov nógva orku kunnu fáa hjálp. Eisini hevur tøkniliga menningin innan økið hev­ ur verið so ovurhonds stór hesi seinastu fáu árini, at framstigini og útlitini hjá orðblindum eru bjartari enn nakrantíð. Felagið fyri lesi­ og skrivi­ veik, sum eisini umfatar orðblind, skipar fyri undir­ vísing í einum teldu­ ryggsekki í MBF­húsinum tveir dagar um vikuna. Ein donsk fyritøka hevur ment ryggsekkin, men forritið er føroyskt. Telduryggekkurin fæst frá Hjálpartólamiðstøð­ ini eftir tilmæli frá felag­ num. Hóast bíðilistin er langur, hava longu eini 40 næm­ ingar fingið hjálp gjøgnum hesa skipan, við at fáa eitt amboð, sum stuðlar teimum í gerandisdegnum. Felagið fyri lesi­ og skriviveik hev­ ur fingið peningagávur frá privatum felagsskapum og er nú komið á fíggjarlógina við 150.000 kr. árliga. Krevur tíð og vitan Niðri í Albertslund, har Hans Pauli Christiansen, sum er hálvur føroyingur, er leiðari, hava tey óteljandi dømi um vaksnar næmingar, sum hava fingið hjálp. Eitt nú fólk við tekniskum útbúgvingum, sum læra at nýta ávísar telduskipanir, sum kunnu hjálpa teimum við lesi­ og skriviuppgávum í gerandisdegnum. ­ Tað ber altíð til at læra at lesa og skriva onkurs­ vegna, men tað krevur vitan, tíð og opinleika. Og orðblind kunnu saktans fáa undir undirvísing saman við fólki, sum ikki eru orð­ blind, men tað krevur, at tann orðblindi og skúlin hevur fingið tól og vegleið­ ing í at nýta tey, sigur Hans Pauli Christiansen. Orðblind eru ikki býttari enn onnur ljósið Ordblindi, ella dysleksi, merkir, at viðkomandi hevur ilt við at lesa og skriva, tí hann ella hon finnur ikki sambandið millum ljóð og stav. Fyrstu eyðkennini um at barnið kann vera orðblint • Ordblindi er í familjuni • Barnið dugur illa at tosa • Barnið dugur illa sangtekstir og at bera uppá rím FAKTA Broytingar í atferðini kann vera at sløkkja el og hita, har tað brennur óneyðugt, og at innstilla og brúka oljufýrin- gar og eltól rætt. Miðal orkunýtslan í bygningum hjá Tórshavnar Kommunu er 241 kWh/m2 árliga. Sama tal fyri nýbygningar hjá dons- kum kommunum er áleið 80 kWh/m2 árliga. FAKTA Umboð fyri týska bilaídn­ aðin mótmæla Týskir politikarar og umboð fyri týska bilaídnaðin hava mótmælt hjá ES­stjórnini í Bruxelles, sum hava ætlanir um munandi strangari reglur fyri CO2 útlát í 2012. Týskararnir halda at ES við hesum gevur londum sum Italia og Fraklandi alt ov stórar fyrimunir, tí hesi lond ikki framleiða so nógvar stórar bilar sum Týskland ger. Heilautomatisk dekkverksmiðja Japanska dekkfyritøkan Bridgestone hevur latið upp eina sera framkomna heilautomatiska dekkverksmiðju í Ungarn, sum framleiðir 8.000 túsund dekk um dagin. Á verksmiðjuni, sum kostaði 1,4 milliard at byggja, eru einans 200 starvsfólk. - Tað er eitt sindur hugstoytt at hugsa sar, at bara við at broyta atferð kunnu vit spara fleiri millionir kronur, sigur Elin Lindenskov, forkvinna i umhvorvisnevndini. Hon kundu hugsað sar, at kommunan nu orðar ein orkumalsetning, sum allir brukarar av bygningum hja kommununi kenna.