Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 212 - 4. november 2008 Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Myndir: B.M. Laugesen Tað gongur so mikið væl at fáa strandfaraskipið, Smyril, avgreiddan í dokkini í Dan­ mark, at hann verður liðug­ ur ein dag fyrr enn ætlað. Upprunaliga skuldi Smyril verða aftur í sigling ímillum Havnina og Suður­ oynna mánadagin, men Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður sunnudagin, at Smyril verður aftur í sigling. ­ Smyril fer úr dokkini í Fredericia hóskvøldið og hann verður í Føroyum leyg­ ardagin. Síðani skal provi­ antur umborð, samstundis sum hann annars skal gerast klárur at taka ímóti ferða­ fólki aftur, so tað verður seinnapartin sunnudagin, at hann verður settur í sigling aftur­kanska enntá longu sunnumorgunin, gongur tað avbera væl. Stabilisatorararnir umvældir Í dokkini er botnurin sýnað­ ur og málaður, eins og bila­ dekkið er málað. ­ Hann er sýnaður soleið­ is, at hann nú kann sigla í tvey ár, uttan at skula aftur til sýn. Annars skuldi hann til sýn aftur næsta ár, sigur stjórin á Strandferðsluni. Men tað, sum kanska hev­ ur mesta áhugan hjá ferða­ fólki, er, at stabilisatorararnir er umvældir. ­ Vit hava leingi havt trup­ ulleikar við stabilisatorun­ um, men nú hava vit skift all­ ar slitlutirnar fyri at tryggja okkum sum frægast. Men stjórin á Strand­ ferðsluni staðfestir, at virkið, sum hevur gjørt stabilisatorararnir kann ikki veita trygd fyri at teir fara at halda hesuferð, so tað sær hann seg heldur ikki føran fyri at gera. Hann sigur, at nú fer Strandferðslan at umhugsa hvørjir møguleikar eru og um stutta tíð fara tey at lata politiska myndugleikanum eitt tilmæli um eina varandi loysn á stabilisator­trupul­ leikunum. Í hesum sambandi kann talan verða um at taka av stabilisatorunum, fyri at tað skal standa minni á teimum við tað, at teir so taka minni sjógv á seg. Men afturfyri verða teir so vinklaðir øðrvísi, so at teir virka líka væl sum nú. Ein annar máti er at seta tveir eyka stabilisatorar í Smyril har frammi í skipin­ um, so at hann hevur fýra smærri stabilisatorar, heldur enn tveir størri. ­ Í øllum førum verður tað eitt krav, at framtíðar­ loysnin ikki ávirkar Smyril, so at hann fer at rulla verri enn hann ger nú, staðfestir Dánjal Andreasen á Strand­ ferðsluni. Smyril aftur í sigling sunnu- dagin Smyril verður nú sýnaður, so at hann sleppur frá at fara í dokk aftur í tvey ár Arbeiðið í dokkini í Fredericia í Danmark hevur gingið so mikið væl, at Smyril verður liðugur hósdagin og kemur aftur í sigling sunnudagin Smyril er ein dag frammanfyri tíðar­ ætlanina og hann fer úr Danmark hósdagin Her liggur so annar stabilisatorurin. Allir slitlutir eru skiftir í skipanini, so nú vónar Strandferðslan, at teir fara at halda Ísland fær lán úr Noregi Norska stjórnin hevur gjørt av at læna íslendingum 4,2 milliardir norskar krónur. Norska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevur samtykt at læna Íslandi 4,2 milliardir norskar krónur. Málið skal tó leggjast fyri Stórtingið til góðkenningar. Talan er um eitt fimm ára lán. Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, hitti í gjár norska uttanríkisráðharran, Jonas Gahr Støre, í Reykjavík. Teir tingaðust tó ikki um lánið frá norsku stjórnini, men onnur viðurskifti, skrivar Morgunblaðið. Ísland hevur søkt um lán úr Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, men hevur ikki fingið svar enn.