Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 212 - 4. november 2008 Roknskapurin fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar vísir ein sera góðan grundrakstur, men bankin hevur javt tap upp á láns- og partabrøv ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Úrslitið hjá Føroya Banka níggju teir fyrstu mánaðirnar var 84 milliónir fyri skatt. Men grundraksturin, tað vil siga munurin millum rentu­ inntøkur og avgjaldsvinning og so rentuútreiðslur, vaks úr 84 milliónum sama tíðar­ skeið í fjør upp í 149 milli­ ónir í ár. Virðisjavnin av virðis­ brøvum gav kortini eitt tap í ár upp á 47 milliónir krón­ ur í mun til ein vinning á 22 milliónir í fjør. Hetta skyld­ ast stóra órógvið altjóða fíggjarmarknaðunum. Netto rentuinntøkurnar vuksu úr 212 milliónum í fjør til 256 milliónir krónur í ár, men samstundis burtur­ legði bankin 18 milliónir fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til eina afturføring av 29 milliónum krónum í fjør. Støðan hjá bankanum yvirhøvur er rættiliga góð. Solvensurin er 18,3 prosent, og gjaldførisprosentið er 72 yvir lógarkravið. Somu útlit Hóast stóru kurstapini, so heldur bankin fast við vænt­ aða úrslitið fyri árið. Tað vil siga, at metta ársúrslitið varð hækkað við 100 milli­ ónum krónum eftir søluna av Vestlax, úr 165 til 185 upp í 265 til 285 milliónir krónur. Útlánini eru vaksin við einari milliard, úr 6,8 upp í 7,8 milliardir krónur. Men eisini innlánini eru vaksin, og tað er nakað, sum bankar í hesum døgum hava trupul­ leikar við. Innlánini í Før­ oya Banka eru 5,5 milliardir krónur móti 5,3 somu tíð í fjør. Eginpeningurin hjá Føroya Banka er 1.413 milliónir krónur. ­ Vit fegnast um at hava økt grundraksturin við 65 milliónum krónum fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Avbjóðingarnar í fíggjar­ heiminum hava verið stórar, men Føroya Banki stendur seg væl hóast søguliga stóra órógvið, tí raksturin er góð­ ur, sigur Janus Petersen, for­ stjóri í Føroya Banka. Føroya Banki góðan grundrakstur Føroya Banki umskip- ar deildarnetið, og tað merkir fimm deildir færri kring landið og 14 starvsfólk verða í morgin søgd úr starvi UPPSAGNIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru ikki sparingar sum so ið hava ført til, at Føroya Banki nú boðar frá, at bank­ in letur fimm av teimum 14 deildunum, teir hava kring landið, aftur. Hetta er nakað vit hava arbeitt við í fleiri ár. Kassa­ avgreiðslurnar eru minkaðar frá umleið 2,5 milliónum fyri 10 árum síðani niður í 600­700.000 í dag. Hinveg­ in hava vit gjørt av at styrkja um kundaráðgevingina, sig­ ur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Tað verða deildirnar í Vági, Sørvági, á Strondum, við Norðskála og í Gøtu, sum mikudagin 12. novem­ ber lata aftur. Men samstundis letur ein nýggj kundatænasta upp. ­ Vit leggja dent á at skapa sterkar ráðgevinga­ eindir í bankanum, og hetta hevur so við sær, at smærri deildir, ið mest hava fingist við vanligar avgreiðslur, lata aftur. Vit harmast um, at umskipanin av deildarnet­ inum hevur við sær, at fólk mugu úr starvi, sigur Janus Petersen. Níggju deildir Eftir umskipanina fer Før­ oya Banki at hava níggju deildir eftir. Tær eru í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Salt­ angará, Fuglafirði, Kolla­ firði, Vestmanna, Miðvági og á Sandi. Tó fyriliggur ein ætlan um at leggja deild­ irnar í Vestmanna og Kolla­ firði saman um eitt ár ella so. Mett verður ikki, at deild­ ir við færri enn átta fólkum virkar optimalt, og tí er ætl­ anin nú at styrkja kundarøkt og kundaráðgeving á eftir­ verandi deildunum. ­ Á stórum deildum ber til at skapa eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógv­ um avbjóðingum fyri ein­ staka starvsfólkið. Vit ætla, at umskipanin skal hava við sær uppaftur betri og virkn­ ari kundarøkt, og vóna, at bankin framhaldandi kann draga fólk við góðum før­ leikum at sær, sigur Janus Petersen. Ofra 14 fólk og fimm deildir Hóast Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, kundi leggja ein góðan roknskap fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fram, má hann siga 14 fólkum úr starvi Mynd: Álvur Haraldsen Soleiðis drap eg Marianne Peter Lundin avdúkar nú fyri fyrstu ferð, hvussu hann drap Marianne Pedersen, sum hann livdi saman við í eina tíð. Á einum ljóðbandi greiðir hann einari fyrrvereandi unnustu frá, at tað var eitt skeldarí um pengar sum førdi til, at hann gjørdist frá sær sjálvum, og royndi at ríva høvdið av unnustuni. – Tað hendi so skjótt. Eg minnist... eg tók um høvdið... vit vóru... vit vóru í køkinum. Tað hendi í køkinum. Men eg veit, eg tók um høvdið á henni. Eg royndi at ríva høvdið av henni, greiðir Peter Lundin frá á ljóðbandinum, sum Ekstra Bladet hevur fingið hendur á. Lundin sløkkir tó fyri bandinum, áðrenn hann kemur til drápini av synunum hjá Marianne Pedersen, 12­ára gamla Brian og 10­ára gamla Dennis, skrivar ekstrabladet.dk.