Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 212 - 4. november 2008 - Talan er ikki um nakra kapping, tá Tórshavnar Komm- una bjóðar projekt- ering út. Føroyskir arkitektar verða bodn- ir við, men hetta tykist bara at vera proforma. Hetta sigur Albert Isfeld, arkitektur, ið metir kommununa halda teir fyri tað turra spott Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í farnu viku kom fram, at tað varð eitt danskt arki­ tektafelag, Arkitema, ið vann rættin til at projektera nýggja eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond. Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelag Føroya fanst tá at, at føroyskir byggiharrar ferð eftir ferð velja danskar teknistovur fram um føroyskar. Halla Samuelsen, for­ kvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, vardi tá avgerðina og segði, at alt var farið rættvíst fram við­ víkjandi valinum av tekni­ stovu til projekteringina av eldradepilinum. Hon hevði eisini rætt, at sjálva útvelj­ ingin var farin rættvíst fram, men nú vilja føroyskir arkitektar, millum annað Albert Isfeld, vera við, at trupulleikin liggur í sjálvari útbjóðingini. ­ Talan er í veruleikanum ikki um nakra kapping. Vit verða bodnir við til eina slags prekvalifikatión, har kommunan biður um upp­ lýsingar um millum annað hvussu nógv starvsfólk eru á teknistovuni, og tá sigur tað seg sjálvt at danskar teknistovur fáa fyrimun framum føroyskar. Tað tykist bara at vera proforma, at føroyskar teknistovur vera bodnar við, sigur Albert Isfeld. Føroyskir arkitetkar betri skikkaðir Albert Isfeld er ikki í iva um at tað er skeivt av Tórs­ havnar Kommunu at velja danskar teknistovur framum aðrar. ­ Vit eru nógv betri skikk­ aðir til at projektera bygn­ ingar í Føroyum. Vit kenna tað føroyska veðurlagið, vit kenna teir prísir, ið eru galdandi í Føroyum og vit kenna tað føroyska lendið, og hvussu mann byggir í Føroyum, og vit kenna til hvussu man garderar seg móti fukt. Vit hava tískil nógvar fyrimunir í mun til danskar teknistovur, sigur Albert Isfeld, arkitektur. Hann vísir samstundis á, at hansara egna fyritøka millum annað hevur bygt trý eldraheim, og at teir eru í holt við tað fjórða, og at hetta er prógv um at teir hava holla vitan innan økið. ­ Tað er ikki tað eg sigi, at akkurát vit skuldu fingið arbeiðið, men vit halda tað er órættvíst at talan í veru­ leikanum ikki er um nakra arkitektakapping. Vit hava einki ímóti kapping, tí hon kann vera stimbrandi fyri teknistovurnar, og vit taka væl ímóti kapping. Men Tórshavnar Kommuna velur at seta somikið høg krøv til teknistovurnar, millum ann­ að hvussu nógv starvsfólk skulu vera, at føroyskar teknistovur verða soldaðar frá, áðrenn kappingin veru­ liga fer í gongd. Vit hava fleiri ferði bjóðað okkum fram hjá kommununi, men vit fáa ikki eingong svar frá teimum, vísir Albert Isfeld á. Heldur Norðurlendskt enn danskt Eldradepilin, ið skal byggj­ ast á trøðni hjá Júst Sivert­ sen yviri við Strond er bert tann seinasti í eini røð av fleiri byggiætlanum, ið fell­ ur donskum teknistovum í lut, og Albert Isfeld harmast at tað er so. ­ Ístaðin fyri at bara velja danskar teknistovur til byggiverkætlanir, so átti mann heldur at gjørt eina norðurlendska kapping, soleiðis at teknistovur úr hinum norðurlondunum eis­ ini kundu verið við í kapp­ ingini. Sum tað er nú, so hyggja teir bara móti Dan­ mark, og tað haldi eg er skeivt, sigur Albert Isfeld. Dýrari við útlendskum teknistovum Albert Isfeld vísir samstund­ is á, at tað er nógv dýrari at nýta danskar ella norður­ lendskar teknistovur. ­ Teir skulu gjalda fyri ferðing aftur og fram, uppi­ hald og mangt annað hvørja einastu ferð ein fundur verð­ ur hildin, og tilsamans ger hetta, at útlendsku tekni­ stovurnar eru nógvar ferðir dýrari enn tær føroysku. Hetta er jú peningurin hjá mær og tær, ið verður brúkt­ ur til óneyðugar útreiðslur. Havnin heldur arkitektar fyri spott Vit verða bodnir við til eina slags prekvalifikatión, har kommunan biður um upplýsingar um millum annað hvussu nógv starvsfólk eru á teknistovuni, og tá sigur tað seg sjálvt at danskar teknistovur fáa fyrimun. Tað tykist bara vera proforma, at føroyskar teknistovur vera bodnar við, sigur Albert Isfeld Ljósið til Estlands 22 fólk úr fimleikafelagnum, Ljósið, fóru í dag til Estlands, har tey skulu vera fram til 10. november. Í fýra dagar er ætlanin av hava venjingar seks tímar hvønn dag í hølunum hjá Piruett, ið fleiri ferðir hevur verið til HM í estetiskum fimleiki. Venjingin snýr seg um alt frá balett, akrobatikki, fysiskari venjing til læru av koreografi og venjing saman við øðrum liðum og íðkarum, ein kann læra av. Fremsta endamálið við slíkum túri er at menna og ogna sær førleikar, so fimleikur verður tað valdandi á túrinum, men pláss verður eisini fyri onkrum søgu­ og mentanarligum innslagi, soleiðis at vitan og uppliving í sambandi við Estland verða serstøk og eitt varandi minni.