týsdagur 4. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 212 - 4. november 2008
Nýggj listabók og
serframsýning í
Listaskálanum
tekur áskoðaran við
á eina ferð í listini
hjá Rannvá Holm
Mortensen
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fríggjadagin
letur
ipp
serframsýning á Listasavni
Føroya við akrýlmálningum,
grafikki og kollasjum hjá
listakvinnuni Rannvá Holm
Mortensen. Framsýningin
er afturlítandi og vísir á
nøkur av verkunum, sum
listakvinnan
fyrr
hevur
gjørt, umframt samtíðarlig
og løtubær vísandi heilt
nýggj verk.
Spælandi lættleiki
Í sambandi við framsýn
ingina hevur Malan Marn
ersdóttir, professari, dr.phil.,
skrivað bók um listina hjá
Ránnvá Holm Mortensen. Í
bókini verður millum annað
sagt um listakvinnuna, at
“hon
er
impulsiv
og
spontan í verumáta, hon
er bráð og sjálvkravd í
arbeiðshátti,
harafturat
er hon full av hug
skotum, sum ofta bera
dám av tí káta og lysti
liga eins væl og av tí
listaliga. Rannvá fer
púra uttan fyrivarni í
holt við verkini. Skits
urnar hava dám av
spælandi
lættleika,
sum í stóru verk
unum er tamdur nak
að, hóast tað spæl
andi næstan ongan
tíð er fyribeint”.
Verkini
hjá
henni,
summi
ristastór
kollasjuverk
við upp til 15 myndum,
røkka frá ekspressiónismu
um postmodernismu til sam
tíðarlist,
sum
beinleiðis
tekur inn og bendir á
týðandi samfelagslig, nátt
úru
og
tøknifrøðilig
viðurskifti.
Rannvá er fødd á Tvøroyri
í 1950. Hon hevur verið virk
in listakvinna
síðan 1997, men hon hevur
teknað og gjørt myndir av
øllum handa slag, síðan hon
var smágenta. Hon hevur
gingið á listaskúla og tikið
listaskeið bæði í Føroyum,
Danmark og Grikkalandi og
gjørt listaligar námsferðir til
París og London. Rannvá
hevur sýnt verk
síni fram m.a. í Norður
londum, Spania og Bulgaria,
og verkini eru eisini væl
umboðað
í
almennum
stovnum í Havn.
Serframsýningin hjá Rannvá Holm Mortensen á Listasavni
Føroya letur upp fríggjdagin 7. november klokkan 17.00.
Malan Marnersdóttir setir framsýningina og fernisering
verður frá klokkan 17 til 19. Sámal Ravnsfjall stendur fyri
tónleikinum, listakvinnan verður hjástødd og bjóðað
verður við onkrum leskiligum.
Framsýningin endar sunnudagin 14. desembur 2008.
FAKTA
Listafólk úr Havn
kunnu nú fáa
ókeypis arbeiðsnáir
eitt avmarkað tíð
arskeið í Villa Bergs
hyddan í Stockholm
Høvundar,
sjónleikarar,
journalistar og onnur fólk
úr Havn, sum í breiðari
merking fáast við mentan
fáa nú høvi at gista eina
til tvær vikur á lista
bústaðinum Villa Bergs
hyddan í Stockholm.
Tíðarskeiðið,
gistast
kann, er frá apríl til og
við september. Pláss er
fyri tveimum vaksnum og
tveimum børnum.
Tilboðið er komið í lag
á norðurlendskum høvuðs
staðarfundi í Oslo, har
leiðarin á mentamála
deildini, Jákup Simonsen,
umboðaði
Tórshavnar
kommunu.
Nærri upplýsingar um
gisting á Villa Bergs
hyddan fáast við at venda
sær til:
Stockholms
kulturförvaltning
Nordiskt kultursamarbete
Yvonne Boulogner
Box 16113
SE 103 22 Stockholm
Telefon +46 8 508 31940
yvonne.boulogner@
kultur.stockholm.se
Søkjast skal til adressuna
innan 1. februar 2009.
-ave
Hóskvøldið 06. november
kl. 20 skipar Norðoya Kunn
ingarstova fyri stórari bindi
kafé á Hotel Klaksvík.
Hetta
verður
eitt
satt
hugnakvøld
fyri
allar
kvinnur, og ongin treyt er at
hava stokkar við.
Síðan móti er komin í tað
bundna plaggið, er rættilig
ferð komin í stokkarnar og
tógvhandlarnir standa seg
ikki við at fylla hyllarnar
við føroyskum og útlend
skum tógvi.
Kvøldið verður hugnaligt,
sum í bindiklubbum, so góð
tíð er at hugna sær við
borðini.
Eisini verða ymisk krea
tiv og áhugaverd íkast á
skránni.
Sum tað sømir seg einum
røttum bindiklubba, verður
kaffi/te og stórt kaku og
dessertborð,
sum
Hotel
Klaksvík borðreiður.
Eisini fara tógvhandlarnir
”Búnin” og ”Hjá Vimu” at
vísa ymiskt úrvæl av tógvi
og uppskriftum
Meir fæst at vita á
Norðoya Kunningarstovu,
tlf. 45 69 39
-ave
Tilboð
um lista-
bústað
Bók um friðleysan smádrong
Bókadeildin gevur nú út fjóðru bókina í røðini Krýnikur úr døkkari
fortíð. Tað er bókin Útskot, sum er um dreingin Torak, sum einsamallur
skal læra at lívbjarga sær í skóginum. Hann er foreldraleysur og eigur
ongan góðan, men so kemur hann fram á ein úlvsunga, og síðan verður
hann tikin inn í ein av ættbólkunum í skóginum. Í Útskoti er hann aftur
einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot.
Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarát
ara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum. Hóast søgan
kann minna um eina fantasysøgu, so gevur hon stórt innlit í fólkalív og
náttúru, umframt at hon er sera spennandi og óhugnalig. Bókin er ætlað
børnum frá 10 ára aldri. Bergur Rasmussen hevur týtt.
Nóa og stóri báturin
Heimamissiónsforlagið gevur í hesum døgum
barnabókina Nóa og stóri báturin. Bókin er ætla
børnum í 4 til 6 ára aldri. Blaðsíðurnar eru
magnetiskar, og við fylgja 20 figurar sum
kunnu setast á síðurnar. Sera vøkru myndirnar
hevur Helen Prole teknað, og Tim Dowley
hevur skrivað tekstin. Týtt bókina til føroyskt
hevur Jóngerð Mikkelsen. Bókin kostar kr.
135,00 og kann keypast frá Heimamissiónsforlagnum tlf. 470000 á
heimasíðuni www.hmf.fo og í bókhandlunum runt um í landinum.
Tógv og tógvprát fer at
seta dám á bindikafeina
í Klaksvík hóskvøldið
Listarlig ferð við
Rannvá H. Mortensen
Nýggja bókin
um listina hjá
Rannvá Holm
Mortensen
gevur eitt
forvitnisligt
yvirlit yvir
eitt av okkara
mest víðfevndu
listafólkum
Bindikafé í Klaksvík