Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 4. november 2008 15 Tíðin, har týðningarmesta uppgávan hjá einari komm­ unu var at byggja og reka havnaløg er farin, og ein av høvðusuppgávunum verður at skapa karmar til eitt nógv meiri fjøltáttað vinnu­ lív, enn tað vit kenna í dag. Seinastu 4 árini havi eg sitið sum formaður í havna­ nevndini í Runavíkar kommunu, og hevur tíðin sannført meg um, at ein vinnunevnd eigur at avloysa havnanevndina. Havnanevndin tekur sær sjálvandi av teimum mál­ um, sum hoyra havnini til, men ofta umskarðast vinnulig áhugamál soleið­ is, at tey kunnu fella uttanfyri málsøkið hjá havnanevndini. Alt ov ofta hava mál av vinnuligum tídningi fingið ymiska viðger, alt eftir hvørji nevnd tey hava verið viðgjørd í. Hetta kann í ringasta føri elva til, at vinnuvirki leita upp aðrar kommunur at virka í. Verður havnanevndin hinvegin umskipað til eina vinnunevnd, kunnu fleiri vinnugreinar samskipast undir somu nevnd við eini smidligari og dygdarbetri málsviðger. Ein vinnusamskipari ella vinnustjóri skal tí setast í starv fyri at bøta um arbeiðsmarknaðarviður­ skiftini, og til at veita vinnulívinum so góðar tænastur sum gjørligt. Ein av fyrstu uppgávun­ um hjá vinnunevndini verður, saman við vinnu­ lívinum í kommununi, at gera eina menningarætlan, sum skal tryggja framhald­ andi búskaparvøkstur og trivnað í kommununi, ið eisini røkkur at sambond­ um við útlandið.. Harafturat skal nevndin syrgja fyri, at fyrireika kommununa til at taka ímóti teimum avbjóðingum og møgulleikum sum Skálafjarðartunnilin førir við sær. Runavíkar kommuna skal framhaldandi virka fyri, at skapa nøktandi karmar og umstøður til verðandi vinnuvirkir og gerða tað áhugavert hjá fyri onnur at virka í kommununi. Íverksetan, umboðan og netverkstiltøk v.m. skulu samskipast betur og komm­ unan skal syrgja fyri, at ein vitanargrunnur, sum verður alment atkomiligur, verður settur á stovn. Gott val Vinnunevnd skal avloysa havnanevndina Valevni á lista B, til Runavíkar býráð Klæmint ØsterØ Umráðandi er, at kommun­ an ikki aftur verður skuld­ arbundin. Undanfarnu býráð gjørdu nógv fyri at gjalda niður skuld, tí tungt var at arbeiða, tá lánsgjøld fóru við stórum parti av inntøkunum. Tað eydnaðist eisini at gera kommununa skuldarfría, og nú skuldi verði lagamanni at fáa gjørt hópin av íløgum, ið komu fólkinum til gagns. Men nei, verandi sam­ gonga hevur brúkt alla meirinntøkuna til at pumpa rakstrarkostnaðin av kommununi upp. Seinastu fýra árini er raksturin øktur við ikki minni enn 180 mió.kr., og hevur tað gjørt, at einki meira hevur verið til íløgur, hóast eingi lánsgjøld hava verið, og inntøkur, ið hava verið betri enn nakratíð fyrr. Nú er vandi fyri, at javnaðarflokkurin saman við tjóðveldinum fara at hækka skattaprosentið, fyri at tey framhaldandi kunna halda á við teirra skilaleysa fíggjarpolitikki. Fólkaflokkurin hevur altíð havt ta áskoðan, at peningurin liggur best hjá borgaranum sjálvum, og bert við at krevja sum minst inn í skatti, vilja polittikaranir royna at fáa sum mest burtur úr. Sein­ astu fýra árini hava vit tíverri sæð, at ógvuliga lætt er fari um ta øktu inntøkuna kommunan hevur havt. Fólkaflokkurin vil leggja alla orku í, at vit fáa meira fyri hvørja krónu, og at skattaprosentið ikki hækk­ ar. Tað er ógvulig strævið hjá flestu familjunum at fáa endarnar at røkka saman, og er fólkaflokkur­ in garanturin fyri, at stein­ ur ikki verður lagdur omana á byrðuna við eini skattahækking. Ikki øktan skatt býráðslimur og valevni á lista A Jan Christiansen Eg havi áður skriva um ungdómshús í Tórshavnar Kommunu. Nógv hava lis­ ið greinina og eg eri fegin um, at nógv eru samd við mær um, at ungdómshús eiga at verða bygd í Havn, Hoyvík og á Argjum. Tá eg tosi um ungdóms­ hús, tosi eg ikki um eitt stað, har fólk koma inn at spæla pool ella at leggja kabalir. Tað hava vit í Margarinfabrikkini og tað riggar fínt. Tað, sum eg meini við, er at vit hava tørv á einum diskuteki og live­spæli­ staði, har ungdómurin undir 18 ár kann koma saman at dansa og flippa út. Staðið skal vera opið frá kl. 22.00 til 03.30, og sjálvt tey, sum eru ávirkað av rúsdrekka, skulu vera vælkomin. Heldur hava tey innan fyri dyrnar undir eftirlitið av vaksnum fólki, t.d. náttarravnum, sum gera eitt gott arbeiði, enn at tey ganga úti drukkin, uttan vit og skil. Tað skal vera pláss fyri øllum í Tórshavnar Kommunu. Eg havi sjálvur leingi staðið fyri ungdómstiltøk­ um, men havi sum oftast havt trupulleikar við at fáa hølir. Eitt nú var kendi svenski Basshunter í Føroyum, har tey ungu spurdu meg, um tey ikki eisini kundu uppliva hann. Tað skuldi sjálvandi verið møguligt og tað hevði borið til við einum dansi­ staði fyri tey ungu. Tey ungu í Tórshavn skríggja eftir einum dansi­ staði, og verði eg valdu, fari eg at arbeiða hart fyri at fáa hetta upp at standa. Ungdómurin skríggjar eftir dansistaði valevni á lista C rúni DJurhuus Sum nú er er bert frítíðar­ skúlitilboð upp til 2 flokk. Eg vil arbeiða fyri, at børn í 3 flokki hjá Tórshavnar kommunu, koma at fáa tilboð um, at ganga í frítíð­ arskúla eftir 2 flokk. Sum nú er er bert frítíðarskúli, upp til 2 flokk.Eg havi sjálvur royndir, frá Frítíðar­ skúlanum í Hoyvík, har vit hava mong foreldur, sum ynskja hetta tilboði. Sjálvandi skulu børnini eisini vera við uppá tað. Vit kunnu byrja við 3 flokki, sum eina roynd og síðani eftirmeta støðuna, út frá tørvinum. Eg vil 100% arbeiða fyri sakini. Frítíðarklubb í nýggja skúlanum á Argjum. Tað er komið, fleiri dagstovnar á Argjum, og tað er frálíkt, men her vant­ ar nakað fyri ungdómin, tað er ov langt, at fara oman í býin hjá ungdómin­ um á Argjum. Eg meini, at ungdómurin á Argjum, kan brúka nýggja skúlan, á Argjum eisini til ungdóms­ klubb. Har verður jú eisini frí­ tíðarskúli, hví ikki kanna møguleikan, fyri at hava ungdómsklubb, uppá sama máta, sum tankin er at gera uppi í frítíðarskúlanum Hoyvík og í ítróttarhøllini í Kollafirði. Eg eri heitur talsmaður fyri hesum. Í Nolsoy hava ungdómar einki. Eg vil eisini arbeiða fyri, at ungómurin í Nólsoy, fær betri kor. Her er einki frítíðartilboð til ungdómin. valevni levi mØrK Frítíðarskúlatilboð til 3 flokk. Nógv hevur verið tosað um nøgdsemiskanningina, sum er almanna kunngjørd fyri kortum. Fólkatalið í Tórs­ havnar Kommunu er ikki vaksið nógv tey seinstu árini, og sjálvandi er ein av orsøkunum, at fólk ikki flyta til kommununa tann, at eingi grundgrundstykkir eru at fáa til keyps til ein sámuligan kostnað. Sitandi samgonga skrivar og tosar um, hvat er gjørt í kommununi í hesum val­ skeiðinum. Eitt er vist, og tað er, at henda samgonga hevur ikki givið borgarum í kommununi møguleika at ogna sær eitt grundstykki, og tað er ein av orsøkunum til, at kommunan ikki veksur. Sitandi samgonga arbeið­ ir við einari útstykking uppi í hoyvíkshaganum, stykkini eru 200 fermetrar og kostnaðurin er 575 túsund krónur, arbeiði er ongan veg komi, tí at fólk ikki kunnu gjalda henda høga prís. Tað er synd at siga, at sitandi samgonga ger nakað fyri at útvega grundstykkir fyri ein rímuligan kostnað. Henda trupulleika vil eg loysa, um eg verði valdur. Hvar eru tey kommunalu grundstykkini býráðslimur, Valevni Sambandsfloksins hØgni miKKelsen Høvuðsstaðurin er og eig­ ur at vera høvuðsstaðurin. Hann hevur eina aðra støðu og aðrar skyldur enn hinar kommunurnar. Sum høvuðsstaður tekur Tórshavnar kommuna upp á seg uppgávur, sum ongin annar megnar, og hesar tænastur koma øllum landinum til góðar. Hesum hava vit í Havn onki ímóti. Vit vilja fegin, at høvuðsstaðurin er rúm­ ligur og er staðið, hagar fólk leitar í ørindum, til arbeiðis, til handils og til gamans. Vit eru errin av, at Havnin hevur so nógv at bjóða, og vit leggja ikki skatt á fólk, sum koma av bygd higar at arbeiða og annars njóta tær tænastur, sum her eru. Høvuðsstaðurin vil fegin vera rúmligur og vil kunna bjóða teimum ungu hendanvegin at búleikast í einum býarsamfelag, sum vil nakað, men afturfyri má hann eisini hava neyðugar sømdir, so hann kann røkja sína uppgávu til lítar. Nýskipan av kommun­ alu viðurskiftunum í Før­ oyum gongur hjá nógvum út upp á at skerja høvuðs­ staðin. Hetta er stuttskygd og lítið skilagóð tala. Sjálvsagt eigur høvuðs­ staðurin at vera við í kjak­ inum um, hvussu vit menna alt landið, men tosið um nærum ótálmaða útjavning kann elva til beinleiðis afturstig fyri alt samfelagið. Afturstigið kann gerast, at høvuðsstaðurin missir dampin og orkuna at toga Føroyar framá. Tá er onki vunnið fram á leið. Ein kipt høna verpur sum kunnugt ongi egg. Ein kiptur høvuðsstaður byggir onki land. Havnin er og verður høvuðsstaðurin, og Havnin eigur tí at verða viðfarin sum høvuðsstaður. Vel trygga leiðslu í Tórshavnar Kommunu 11. november. X við E. Tann rúmligi høvuðstaðurin varaborgarstjóri, valevni á Lista E Jógvan arge viðmerkingar