týsdagur 4. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 212 - 4. november 2008
Tá vit tóku við býráðsleiðsl
uni, settu vit okkum sum
mál at skipa ein endur
nýtsluhandil. Ein handil
har borgarin kundi lata
brúktar lutir til endur
nýtslu, heldur enn brenna
teir. Vit settu okkum somu
leiðis fyri, at skipa fleiri
vard størv í kommununi.
Vit settu okkum í
samband við Alv fyri at
kanna, hvussu vit á besta
hátt kundu skipa ein
endurnýtsluhandil við
vardum størvum. Úrslitið
er “Tinghúsið á hjalla”
sum læt upp í umhvørvis
vikuni 2008. Tinghúsið á
Hjalla verður rikið av Alv,
sum eisini fær ágóðan av
inntøkunum. Brennistøðin
letur hølir og pláss til
endurnýtslubingjuna. Eg
gleðist um, at hetta átakið
hevur fingið sera góða
undirtøku. Eg vil fram
vegis virka fyri øktari
endurnýtslu býnum og
umhvørvinum at frama.
Í Tórshavnar Kommunu
eru fleiri smá vinnuvirki,
sum hava trong viðurskifti,
tí fíggjarliga orkan ikki er
stór. Eitt nú lastbila og
busseigarar hava einki stað,
har teir trygt kunnu seta
síni vinnuamboð. Eisini
eru viðurskiftini viðv.
hølum og umstøðum
annars, ikki nøktandi.
Eg vil virka fyri, at
Tórshavnar Kommuna ger
eitt umhvørvi, har
vinnurekandi kunnu leiga
eitt øki at seta síni
vinnuamboð. Umstøður
skulu vera til smávegis
viðlíkahald osfr.
Vilt tú hava ein, sum
lurtar eftir tær? Vilt tú
hava ein, sum arbeiðir
fyri teg? So vel meg. Tú
finnur meg á lista H.
Í nevndini í Føroya Tele
situr ein persónur, sum
javnan hevur verið frammi
og hartað virkis og banka
leiðslur fyri bæði líkt og
ólíkt. Við stórum posa av
eftirklókskapi hevur við
komandi greitt øllum Før
oya fólki frá, hvussu illa
fyritøkur hava verið riknar
og hvussu væl hann
sjálvur veit hvussu fyri
tøkur, reint teoretiskt, eiga
at verða riknar. Men satt at
siga, tá man koyrir bil við
sólbrillum í oysandi regni,
so kann man ikki síggja
klárt, tí nú uppliva vit, at
fyritøkan sum viðkomandi
er nevndarlimur hjá, er kom
in so mikið illa fyri, at neyð
ugt er at uppsiga 28 fólkum
stutt undan jólum 2008.
Hesi fólkini hava eitt til
felags og tað er, at tey nú á
ein ella hátt eru offur fyri
vánaligum kappingarevn
um. Kappingarevnum, sum
fyritøkan hevur havt í
ólukkumát og sum nú, hetta
síðsta árið, hevur spælt sær
av hondum fyri síðani at
verða komin so illa fyri, at
fólk við stórt sæð lægstu
lønunum, fáa uppsagnar
brævið í jólagávu.
Og í hesum forbrenda
eftirklókskapinum, kann eg
siga, at hetta kemur ikki
óvart á, tí longu fyri einum
ári síðani var væntandi, at
við tí stýringini sum var, so
kundi tað enda galið og
Føroya Tele, sum fyritøkan
sum gjørdi nógv um seg í
føroyska samfelagnum,
sovnaði spakuliga burtur.
Væl kann verða, at spæli
reglurnar sambært sáttmál
um eru fylgdar, men tað er
so avgjørt ikki í lagi, at
man fer eftir starvsfólkum
við lægstu lønunum og kan
ska við ringastu møguleik
unum at fáa annað arbeiði.
Tað er ein háðan móti sín
um meðmenniskjum og
vánaligum leiðsluevnum,
at fara soleiðis fram.
So kunnu tit kallað tað
fyri rationaliseringar, bygn
aðarbroytingar og tøknilig
an framburð sum orsøk
fyri at uppsiga hesi 28
fólkini. Tað er ein slutur
fyri ein slatur og allarhelst
kryddraður við einum
stórari skeið av ósannind
um, tí um tað er at trimma
fyritøkuna, við júst at siga
hesum fólkunum upp, so
kunnu tit kallað meg mads.
Fuglafjørður er ein spenn
andi og ríkur býur, ið á
mangan hátt skarar fram
um aðrar. Vit eiga eitt
støðufast vinnulív, ið fáar
aðrar kommunur kunnu
samanbera seg við. Eitt
fjølbroytt útboð av virk
semistilboðum fyri likam
og sál, so sum ítrótt, tón
leik og samkomulív. Fólka
tilfeingið er ríkt og fjøl
broytt, og býurin eigur
fleiri listafólk, ið seta sín
dám á at skapa okkara
mentan.
Hóast hetta ríka tilfeingi,
so havi eg tað fatan, at vit
ikki mugu gera eins og
kinesararnir gjørdu á
sinni, múra okkum inni,
við vanda fyri at enda sum
minsta og primitivasta
kommuna í landinum.
Landspolitiskt verður
arbeitt fyri at flyta fleiri og
fleiri málsøki út á komm
unurnar. Tá verða tær
størstu kommunurnar tær
sterkastu, og tað er ikki
óhugsandi, at tær smáu tá
verða tvingaðar í eina
samanlegging.
Eitt málsøki, sum longu
er lagt út til kommununar
at umsita, er dagstovna
økið, og tað er ikki óhugs
andi, at málsøkini skúlamál
og eldramál verða tey
næstu økini, ið verða flutt
út til kommunurnar at um
sita. Hesi mál eru oftast
tung fíggjarliga, og krevja
lutfalsliga stóra fyrisiting
eisini.
Eitt er givið, at tess størri
kommunueindin er, tess
lættari verður tað at skipa
fyri stórum og áhugaverd
um arbeiðsumhvørvum,
sum er ein fortreyt fyri at
fáa væl útbúgvin starvsfólk
at støðast í nærumhvørvi
num – ella kommununi.
Kommunusamalegging
er ein styrki.
Set x við K.vinnur
Tinghúsið á hjalla
er ein sukse
Javnaðarflokkurin
Elin
lindEnskov
Vinnulívið
Frank
JacobsEn
Nei til “kinamúr”!
valevni á
kvinnulistanum
kristina
toFtEgaard
larsEn
Uppsagnirnar á Føroya Tele
Jákup
daniElsEn
Nú hendi tað so enn eina
ferð, at eitt kavaruddingar
akfar hjá Landsverk rendi
seg fastan á Selatraðar
vegnum.
Í kavastorminum mána
dagin í farnu viku rendi ein
av kavaruddingarmaskinun
um hjá Landsverk seg fastan
oman fyri Kolbeinagjógv.
Vegur smalkar um eina
metur her, og onki skelti
boðar frá hesum.
Hjá Landsverk eru tey
fleiri fer gjørd varug við, at
óhapp henda júst her.
Svarið frá Landsverki er
tað sama hvørja fer: at tað
er "kleyvarskapur" at koyra
seg útav vegnum her.
Nú fór so ein maskina
hjá Landsverk útav
vegnum á júst sama stað –
hvør feilurin nú er, kann
lesarin sjálvur meta um.
At kavaruddingarakfør
renna seg føst og fara útav,
tá Selatraðarvegurin verður
ruddaður, er ein afturvend
andi trupulleiki.
Tað er at kalla á hvørjum
ári, at akfør hjá Landsverk
renna seg føst tá ruddað
verður.
Tað er ikki nøkur løtt
uppgáva hjá ókunnufólki,
at rudda kava á illa dag
førda og sera vánaliga Sela
traðarvegi, ið gongur av
Lághálsum til Selatraðar.
Vegurin er skiftivís
smalur og breiður, og hartil
er avmerkingina út av lagi
vánalig. Koyrir tú av Lág
hálsum, og so langt norð tú
sleppur eftir Selatraðar
vegnum, er bara okkurt
hissini ferðsluskeltið at
síggja. Tað er ikki eitt
einasta skelti, ið boðar frá
at vegurin smalkar, hóast
vegurin skiftivís breiðkar
og smalkar, fyri hvørjar
hundrað metur at kalla
allan vegin til Selatraðar.
Tað er vónleyst hjá ein
fremmandum at rudda
kava, í so ringum líkindum
sum tey vóru hendan
mánadagin.
Um tað er tí, at førararnir
á kavaruddingarakførum
ikki hætta sær at rudda
Selatraðarvegin, ella tað
eru aðrar orsøkir skal ikki
verða sagt her, men tað er
ein sannroynd, at kavarudd
ing á Selatraðarvegnum,
verður forsømt í stóran stíl.
Tað er meira reglan enn
undantakið, at kavarudding
armaskinurnar hjá Lands
verk venda sunnarlaga á
Strondum, har vegurin
smalkar til tað, hann er
restina av teimum umleið
10 kilometrunum til
Selatraðar.
Tað kemur fleiri ferðir
fyri á hvørjum vetri, at fólk
í bygdunum við Selatraðar
vegin (Kolbeinagjógv,
Morskranes og Selatrað),
ikki sleppa til arbeiðis, og
børnini ikki í skúla orsaka
av væntandi kavarudding.
Selatraðarvegurin var
gjørdur av smágróti og
eyri, fyrrapartin og mið
skeiðis í farnu øld. Síðani
er at kalla onki gjørt fyri at
betra um koyriumstøður
nar, og er vegurin í dag als
ikki tíðarhóskandi.
Eftir øllum at døma
hevur hesin vegur ongan
góðan hjá teimum, ið skula
umsita vegin, og enn minni
hjá teimum, ið játta skulu
pening til nútímansgerð av
hesum 60 – 70–ára gamla
vegi. Asfalt er lagt á nakrar
ferðir, og har ikki eyrur er
undir asfaltinum, er ber
mold. Tað sigur seg sjálvt,
at vegurin ikki kann halda
til tey akfør, vit í dag hava.
Vegurin er skrædnaður í
fleir støðum og er ikki
tryggur at ferðast á, ja
hann er beinleiðis vanda
mikil fyri tung akfør.
Hjá okkum, ið ferðast
dagliga eftir hesum veg, er
spurningurin ikki "um" van
lukkan hendir, men "nær"
hon hendir. Tað er bara at
vóna og biðja til, at tað ikki
verður skúlabussurin ella
ein bussur við 50 ferðafólk
um til Selatraðar, ið verður
tann vanlukkan rakar.
Á strekkinum av Lágháls
um og norður til Selatrað
ar, eru onkrar hissini gró
trúgvur tveittar og skal
hetta eitast at betra um
vegin.
Tey sum dagliga ferðast
her, eru alt annað enn
samd við hesum.
Seinasta "stuntið" var at
tveita nakrar hundrað rúm
metrar av grótið – tí pening
ur var til avlops aðrastaðni
beint fyri árslok – ímillum
Morskranes og Selatrað.
Fyri at fáa tilfari hagar,
skuldu stórir og tungir bil
ar koyra eftir tí vánaligasta
parti av Selatraðarvegnum,
og við tí úrslitið at tann
frammanundan vánaligi
vegur gjørdist enn verri.
Hetta arbeiði liggur nú í
hálvum gekki og er bara til
tað verra.
Fyri tveimum trimum
árum síðani var tað sama
gjørt á Steffanstanga –
sunnan fyri Morskranes.
Hetta arbeiðið liggur eisini
í hálvum gekki, og er sum
er ikki til nakra verðsins
nyttu.
Fólk standa spyrjandi?
Hví verður peningurin ikki
nýttur við eitt sindur av
skili, og hví verður ikki byrj
að frá einum enda, og ar
beiðið gjørt liðugt so hvørt?
Sum nú er liggja fleiri
pettir í hálvum gekki, og er
hetta bæði synd og skomm
fyri tey, ið skula eitast at
standa fyri.
Var alt hetta tilfar nýtt at
breiðka vegin, og at gera
vegin av nýggjum frá
endanum av Strandavegi,
høvdu vit í dag góða veg,
hálva leið til Selatraðar.
Tað hevði verði tað einasta
rætta. Í staðin hava vit í
dag ein ónýtiligan veg, líka
av Strondum til Selatraðar.
Fyri 2030 árum síðani
varð borað oman fyri vegin
frá Lághálsum og einar
500 metur norðeftir, við tí
fyri eyga at breiðka vegin
– enn er onki meir hent við
hesum arbeiðið. Aftur her
standa fólk spyrjandi?
Ongin av teimum ið her
búleikast, krevur at Sela
traðarvegurin skal gerast til
ein "autobahn".
Men tað er væl ikki ov
mikið kravt, at vegurin
verður nútímansgjørdur frá
einum enda av og at arbeið
ið verður gjørt liðugt so
hvørt.
Tað verður nógv tosa um
at betra um sambandið til
bygdirnar við tunlum,
brúm, nýggjum ferjum og
hvørt av sínum. Alt hetta
fyri at bøta um møguleik
arnar og fyri at fáa fólkið
at trívast í teimum smærru
bygdunum.
Hetta er eisini galdandi
her. Um ikki okkurt muna
gott verður gjørt við Sela
traðarvegin, er ikki hugsing
ur um at fáa fólk at støðast í
hesum smáu bygdum.
Tað er mín vón, at tey
røttu viðkomandi síggja
tað neyðuga í, at betra um
henda veg og at peningur
verður játtaður til enda
máli.
At enda vil eg heita á
komandi kommunustýrið
fyri Sjóvar kommunu, um
at vísa meir vilja og áræði,
enn fráfarandi kommunu
stýri at streingja á lands
myndugleikarnar um at
gera nakað við Selatraðar
vegin.
Selatraðarvegurin
Kolbeinagjógv
MEinhard
JacobsEn
viðmerkingar