Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 4. november 2008 17 viðmerkingar Táið ungir pungar mynstr­ aðu fyrstu ferð, plagdi tann klassiski og fyrsti spurning­ urin hjá teimum eldru at vera: ”Hvør ert tú?” Eftir svarið róðu teir aftur í gjøgnum arvaeindina hjá viðkomandi, og gjørdu sær eina meining um, hvussu hetta mundi fara at hilnast. Alt eftir tærinum í bergi­ num teir vóru brotnir úr. Mynstrað varð túr fyri túr, harvið varð skaðin ongan­ tíð størri enn so, at hann kundi bøtast yvir rímiliga lagaliga tíðseind. Nú er kommunuval í hondum, og ymiskt er, hvussu uppstillað verður. Onkustaðni verður hetta gjørt á partapolitiskum grundvølli, eitt nú í Vági, Havn, Klaksvík og í Eystur­ kommunu. Í flestu komm­ unueindunum verður tó stillað upp á sonevndum borgaralistum. Runavíkar Kommuna er ein av hesum seinru. Áðrenn kommunan vaks í stødd og mæti, varð valevnafundur hildin í skúlunum í Søldarfirði, Lamba, Rituvík, á Glyvr­ um og onkuntíð í Æðuvík eisini. Hetta lagið heldur í stóran mun fram, óbroytt, eisini eftir, at ein stórur partur av oynni er vorðin partur av kommununi. Ongin forðing er fyri, at tað verður gjørt á henda hátt, og ivaleyst vera kommunurnar líka væl riknar, um tær vera stjórn­ aðar av partapolitiskum konstellatiónum ella av borgaralistum. Munurin er bara, at valevni hjá flokk­ um hava ein samleika, eina hugsjón og visiónir, sum onkursvegna eru í tráð við stevnuna hjá tí flokki, tey umboða. Vit, sum velja valevni á borgaralistum, hava slept atkvøðu okkara út í politisku rúmdina, í eitt katapultsetur, og ongin veit hvørja kós viðkomandi, sum valdur er, fer at halda. Hon/hann navigera leys av allari samhaldsfastari politiskari kjølfestu, og varða í prinsippinum bara av sær sjálvum, ­ ongin skrásett felags stevna liggur sum eftirstjóri í sjóvarmálanum. Til býráðsvalið í Runa­ víkar Kommunu eru 32 valevnir at velja ímillum. Á trimum borgaralistum. Ongin valfundur hevur verið, og tað kann helst eisini vera líkamikið, tí fyri átta árum síðani komu valevnini kropp av kroppi á pallin, í fimleikahøllini í Glyvra skúla, og váttaðu, at bara teirra viðvarðandi politiski eksistensur kundi tryggja, at svimjihøll um­ síðir skuldi gerast í komm­ ununi. Alneyðuga átakið við nýggjum skúla er um at vera lokið, men hylur kom ongin. Heldur ikki hevur eitt einasta av valevn­ unum roynt at sannført okkum veljarar um, í fjøl­ miðlunum, hvørjar ætlanir tey hava kommununi við­ víkjandi næstu fýra árini. Tað áttu tey at gjørt, tí sera mong mál verða at taka støðu til í árunum sum koma. Tað fer, og eigur, ikki at bera til hjá veljarun­ um, at lata eitt carte­blanch frá sær, tí nærdemokrati er eisini eitt slag av fólka­ ræði, har valdið, tíðarav­ markað, verður latið nøkr­ um fáum at umsita. Og vita vit ikki hvørjar hugsanir og ætlanir valevnini hava, um øll kommunal viðurskifti, og møguliga onnur við, so er trupult at flyta hetta representativa valdið yvir í teirra hendur. Fólkatalið er farið at kjálka upp ímóti 4.000 íbúgvum, spjaddir yvir eitt lutfalsliga gigantiskt øki. Í 14 bygdum. Harvið eru áhugamálini eisini rættiliga ymisk, og helst eisini rættiliga staðbundin oftani. Kanska fara valevnini at siga okkum frá teirra støðu til eitt nú: • framtíðarkommunala bygnaðin, skal Eysturoygg­ in t.d. vera ein kommuna? • íløguætlanir, eftir at skúlaskuldin er komin undir land aftur. • hvør støðan er til flyt­ ingar av málsøkjum úr lands­ og yvir í kommun­ ala geiran. • kommunala útjavning­ arskipan. • skattaprosentið. • kirkjuskattaprosentið, hóast hetta, sum nú er, er regulerað í løgtingslóg • upphæddina á barna­ frádráttinum. • proportionala ella pro­ gressiva kommunuskatta­ skipan. • ungdóms­ og mentanar­ politikk. • ítróttarpolitikk • vinnupolitikk. • undirvísingarpolitikk. • Skálafjarðartunnilin. • altjóða flogvøll á Skorhæddini. • umhvørvispolitikk. • fíggjarpolitikk. • útstykkingar­ og bústaðarviðurskifti. • sosialpolitikk. • heilsupolitikk. • brúgv ella tunnil yvir ella undir Saltnesgrynnuni. • og mangt annað. Tey 11, sum skulu veljast burturúr rúgvuni á 32, skulu í verandi kommunu­ eind umsita einar 600­700 milliónir krónur av borgar­ anna skattapeningi næstu fýra árini. Stórur partur fer sjálvandi til rakstur av kommunalum gøgnum, sum longu eru til, men ein partur fer til íløgur, tí kundi tað verið hugaligt, at valevnini komu undan væðingini, og boðaðu frá, hvørja leið kommunan fer at halda frameftir. Vit hava onga hóming av tí, sum er, bæði tí at borgaralistarnir als onga skrá hava, annað enn at teir umboða eitt ávíst landafrøðiligt øki, og tí at valevnini eru tøtt sum tunnur. Sita í hvør sínari holu, sum lundar slignir á nevini. Hetta slagið av fólkaræði er í einfaldara lagi í okkara tíð. Bara fyri at taka eitt alternativt dømi, sum kundi verið til fyrimyndar, so hevur Tjóð­ veldi, í høvuðsstaðnum, lagt eina víðfevnda valskrá fram fyri veljararnar, sum ger borgararnar førar fyri at avgerða, hvønn teir skulu velja, og serliga hvønn teir ikki skulu velja, um teir eru ósamdir við tí, sum eru berandi súlur undir skránni. Hendan tøgnin minnir meg á, táið Jørmundur í Gerðinum fór sín fyrsta túr til skips, við ”Mai”, hjá Karl Gaardlykke. Jóannes Lind stóð á dekkinum, táið hann 14 ára gamal kom við klæðssekkinum, sum Alberta hjá Christiani í Grótinum mundi hava hjálpt honum at pakka og stappa. Sum vanligt var tá í tíðini, spurdi Jóannes: ”Hvør ert tú?” ”Eg eri beiggi Sámal Jóhan!” svar­ aði bræsni pilturin úr Lamba. Tá segði Jóannes tey legendarisku og fyri ein óvita ikki sørt ræðandi orðini: ”Sámal Jóhan er ein skilamaður, men fyri tann skuld kanst tú vera ein h……. lortur !” Tað skuldi hann so ikki vísa seg at vera, men borgararnir í Runavíkar Kommunu eru í minsta lagi líka so ókunn­ aðir, um ætlaninar hjá val­ evnum okkara, sum Mr. Lind var um dreingin úr Lamba, sum hann ikki komst við, rætt og slætt, tí hann ikki hevði sæð hann áður, og harvið ikki vitsti, hvør hann var. Hann kendi beiggjan, men tað var ikki nógmikð fyri hann. Hann vildi inn til kjarnu málsins. Vit kenna svágrar, beiggjar, foreldur, abbar, ommur, systkinabørn, kon­ ur og menn hjá valevn­ unum, men vælsignaði komið út á vøllin, soleiðis, at vit kunnu gera eina indi­ viduella sýning, og velja, eftir at hava tummað, mát­ að, og handlað. Tá ið kommunali bygn­ aðurin er broyttur, og kommunurnar harvið eru vorðnar ein nógv størri partur av demokratiska virkishøpinum, slepst valla undan politiskari uppstill­ ing, skal tað í heila taki lata seg gera, at halda skil á savnaða fólkaræði landsins. Gott val Hvør ert tú? Tórbjørn jacobsen Havi í fleiri umførum skrivað í miðlunum um kommunala útjavning sum eitt tað mest avgerandi fyri at allar Føroyar kunna verða lyftar í felag upp á eitt hægri støði. Seinast, eg skrivaði um hetta var á Vágaportalinum 21. oktobur, har eg nam við at forðingina í at Havnin er umboðað millum hinar kommunurnar í KSF og einum nýggjum, samlaðum kommunufelagsskapi. Fyrr havi eg verið inni á, at endin verður at vit fáa fyrsta­, annan­. ella triðagrads føroyingar, um ikki allar inntøkur landsins verða býttar rættvísari. Og nú leyp hann aftur úr stólinum, Heðin Morten­ sen, borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu, sum um hann varð skotin í fótin. Við greinini “Útpurring Suðurstreym” kemur eitt ramaskríggj. Hann veit, eins og allir føroyingar við eitt sindur av kommunalari vitan, at Havnin fær tann feitasta bitan í so máta, og tað uttan at hava fyri neyð­ ini at stríðast so nógv sum restin av landinum. Og bitin má fyri alt í verðini ikki minka ella bítast við nakran. Tí so verður tað ikki so stuttligt at stýra í Havn meira, tá ein ikki kann gera mestsum alt tað ein hevur hug til. Men nú haldi eg at Heðin rakti botnin við grein á Vágaportalinum 27. oktobur. Nú spyr hann um landspolitikarnir vilja hetta, um vinnulívi vil hetta og um borgararnir í Havn vilja hetta. Av landspolitikarunum veit eg ikki um nakran sum er í móti, og hví skula teir tað? Teir hava fingið ella kunna fáa atkvøður á hvørj­ um tanga og vilja sjálvsagt lyfta allar Føroyar á eitt líka støði, tað vil einhvør um man bara er nøkulunda at sær komin. Og heldur Heðin at vinnulívi í Føroy­ um ikki vil hava alt Føroya land upp á sama støði? Høvdu møguleikarnir hjá vinnulívinum ikki verið betur um øll kundu tað, sum Havnin klárar? Sjálv­ andi, tað hevði bara opna fyri vøkstri yvir allar Føroyar. Og um hann, Gud hjálpi tú mær, ikki eisini spyr borgarar í Havn um teir ynskja at Føroyar skula koma upp á sama høga støði. Og her loypir ketan hjá mær heilt av. Hvønn trýr Heðin at hann spyr, ein barnagarð ella hvat? Hevur Heðin gloymt, at ¾ av fólkunum, hann spyr, antin eru ella hava verið bygda­ fólk, eins og hann sjálvur var áðrenn hann flutti norður um Suðuroyarfjørð? Tey hava bara neyvan gloymt tað! Vilja tey at familja, systkin og børn teirra og annars vinir og kenningar skula blíva annangrads borgarar? Nei, hin gamli, nú hevur tú skoti teg sjálvan í fótin. Tú hevur fingið nógv burturúr hesu fýra árini, tað skal eingin taka frá tær. Men tað er ólukksáliga hugstoytt at tú skal berjast fyri slíkum klassamuni, sum tú ger. Og kanska serliga at tú sum limur og umboðandi Javnaðarflokk­ in skal uppføra teg soleiðis pínir tað meg eyka nógv. Kommunur úti um landi hava verri treytir, eingin ivi um tað. Tær hava ikki ráð at byggja skúlar fyri 150­ 200 milliónir, umvæla skúlar fyri 50­100 millión­ ir, bygga eldradeplar fyri 100 milliónir o.s.v. o.s.v. Og alt er ikki so væl­ eydna, har tíggjutals milli­ ónir er brúktar: eg hugsi, at eini 400­500 fólk í Kolla­ firði og kanska fleiri við teimum, eisini í Havn, einki høvdu havt ímóti at handa natúruvanlukkan á Signabø heldur bleiv gjørd á einum skilabetri stað, eitt nú norðuri við Áir ella á Skálafjørðinum. At koma við sovorðnum tvætli at “um matfeingið – naturaliubúskapurin – uttan­ fyri Tórshavnar kommunu framhaldandi skal ganga fríur og enntá haldast upp móti tænastustøðinum í høvðusstaðarkommununi” vísir hvussu forbankað lágt tú ríðir: hevur sjálvur stóra trøð at hava seyð og velta eplir á, stendur, í nýggjari troyggju, og býtir grind út o.s.v. Eg kann siga tær, Heðin, at vit í Vágum hava føtt allar Føroyar, eitt nú stovnar í Havn, við grind í áratíggir, men her er eingin grind deyð í 5­6 ár. Men vit fara ikki at blanda tað uppí mótrokningina, sum tú tvætlar um. Og hví skaff­ ar Havnar kommuna ikki borgarunum møguleikan at sleppa á tað óbrúkt jørðina í og rundanum býin? Tað kundu nógvar familjur í Havn hjálpst bara við tínari trøð. Landspolittikarnir hava bara eitt at gera: avtaka kommunuskattin og lata kommunum pening pr. borgara útaftur. Og ein ávísur partur skuldi so verið eyðmerktur til skúlar og útbúgvingarstovar, eldrabýli og líknandi almanna endamál, so alt hetta so lítla land kundi fingið nøkulunda líka burturúr okkara avmarkaða tilfeingi. Og hetta skal tí verða ein innilig áheitan á Fíggjarmálaráðharran og alt Landstýrið umframt Løgtingið um at taka hetta álvarsmál upp alt fyri eitt. Seinasti møguleikin er hin, sum eg eisini hava nevnt,: antin at avtaka kommunurnar ella bara hava tað einu eftir. Nú rakti tú botnin, Heðin! napolion Magnussen