Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 212 - 4. november 2008 Forsetaval Heri Simonsen heris@sosialurin.fo   Seint í kvøld stendur greitt  hvør  gerst  forseti  nr.  44  í  amerikonsku  søguni,  Barr­ ack  Obama  ella  John  McCain. Obama og McCain  hava  verið  rættiliga  ber­ søgnir um hvønn annan, og  hava  eftir  mangra  tykki  brúkt  rættiliga  stór  orð,  men sammett við fleiri onn­ ur  forsetavalstríð  í  ameri­ konsku  søguni,  so  er  val­ orrustan millum Obama og  McCain avgjørt millum tær  meiri virðiligu og fólkaligu,  sum hava verið í meir enn  tvær øldir. 1800: Stungin í ryggin Í  árinum  1800  kappaðust  táverandi  forsetin,  John  Adams og Thomas Jefferson  um at gerast forseti í USA.  Og  satt  siga,  so  hevði  Thomas Jefferson ræðuliga  niðrandi vendingar um mót­ støðumannin, John Adams.  Orðalagið var so grovt sum:  “stórur  hyklari”,  “ein  frá­ stoytandi  pedantur”  og  “John Adams er ein vemmi­ ligur  hermafroditur,  sum  hvørki  hevur  styrkina  og  støðufesti hjá einum manni,  tíansheldur  mildleikan  og  gløggsemi  hjá  einari  kvinnu!”  Adams  svaraði  aftur,  at  Jefferson  sum  hevði  verið  varaforseti  hjá  honum, hevði sum sakførari  lumpað fleiri av sínum við­ skiftafólkum,  og  undir  amerikanska  frælsisstríðn­ um  hevði  Jefferson  verið  ein  ræðuskítur.  Jefferson  varð ein ateistur, sum vildi  umskrivað  Bíbliuna,  og  haraftrat  fór  hann  í  song  við trælum sínum. “Jeffer­ son  er  ein  primitivur  og  óndur  persónur.  Hann  er  sonur  ein  hálvblóðs­indi­ anara, og ein mulat!” skriv­ aði Adams í einum faldara.  Men ein maður í leguna hjá  John  Adams  stakk  hann  í  ryggin. Alexander Hamilton  hataði  Adams,  og  gav  ein  bókling  út,  har  tað  stóð  at  lesa, at Adams var “sjúkliga  øvundsjúkur” og “ræðuliga  sjálvssøkin”.  Bóklingurin  kom  víða  kring  USA,  og  endin var, at Thomas Jeffer­ son vann ein stórsigur. 1828: Lygnari og tjóvur Í  1828  varð  sonur  John  Adams,  táverandi  forsetin,  John  Quincy  Adams  –  kendur frá søguni um træla­ skipið  “Amistad”  –  partur  av einum skitnum valstríði.  Demokraturin,  Andrew  Jackson nevndi Adams ein  antireligiøsan,  bretsktsinn­ aðan og  kongatrúgvan for­ seta, sum bara hevði korrupt  fólk  í  sínum  starvsliði.  Repuplikanarnir  og  John  Quincy Adams løddu skjótt  sínar  skitnu  kanónir.  Teir  góvu eina heila bók út, um  hvussu  ótrúgvur  Andrew  Jackson hevði verið tey 37  árini  hann  hevði  verið  giftur.  Bókin  nevndi  eitt  ótal  av  frillum,  sum  teir  søgdu  Jackson  hevði  havt.  Haraftrat  nevndu  repuplik­ anarnir  Jackson  ein  slags­ bróðir,  ein  fordruknan  hasardspælara,  ein  lygnara  og  trælahandlara.  Kona  Jackson, Rachel hevði verið  gift  áður.  Mótstøðumenn­ irnir  kallaðu  hana  eina  skitna skøkju. Andrew Jack­ son vann tað skitnu orrust­ una,  tá  saman  um  kom.  Men  kona  hansara  var  hjartaknúst av øllum leysa­ søgunum, repuplikkanarnir  høvdu sett í gongd, og stutt  aftaná  valorrustuna  doyði  Rachel Jackson av sorg. 1860: Báðir skírdir at verða misháttir Valdysturin í 1860 gjørdist  tann  seinasti,  áðrenn  amerikanska borgarakríggið  brast á í 1861. Trælahaldið  var høvuðsevnið í valdyst­ inum  ímillum  repuplikan­ aran,  Abraham  Lincoln  –  sum var ímóti trælahaldinum  ­  og  demokratin,  Stephen  Douglas  –  sum  var  fyri  trælahaldinum. Valdysturin  kom ikki so nógv at snúgva  seg  um  sjónarmiðini  hjá  valevnunum, men meiri um  útsjóndina  hjá  teimum.  Douglas  var  bara  151  cm  høgur,  og  vóru  nógvar  skemtisøgur  smíðaðar  um  hansara  vesaligu  stødd,  hansara  ómansligu  útsjónd  og høgu rødd. Repuplikan­ sku  bløðini  skrivaðu  niðrandi: “Stephen Douglas  er fimm føtur og einki, og  hann  er  líka  breiður,  sum  hann er høgur!”  Demokratisku  suður­ statsbløðini  fóru  líka  illa  við Abraham Lincoln, sum  var  heili  192  cm  høgur.  “Hann er eitt ræðuliga mis­ hátt  vesalavætti.  Hann  er  døkkur,  og  minnir  um  ein  brotsmann.  Hann  er  ein  blandingur av einum hand­ ilsmanni, hestatjóvi og ein­ um  lokumstømara!  Í  suðurstatinum blivu plakatir  settar uppá allar veggir, har  ein  kundi  síggja  Lincoln  verða  bornan  inn  á  eitt  sinnissjúkrahús  av  sínum  viðhaldsfólkum, trælum og  anti­trælahaldsfólkum.  Tá  saman  um  kom  vann  Lin­ coln, við tí úrslitið, at suður­ statirnir vildu loysa seg frá  sambandsríkinum. Á vári í  1861 brast kríggj á millum  norður­ og suðurstatirnar. 1876: Morð og tjóvarí Í 1876 kundu amerikumenn  hátíðarhalda 100­ára dagin,  sum  sjálvstøðug  tjóð,  men  forsetavalstríðið hetta  jubileumsárið  varð  lítið  hátíðarligt.  Demokratiska  valevnið,  Samuel  Tilden  fekk  rithøvundar  at  snikka  søgur  saman  um  repupli­ kanska valevnið, Rutherford  Hayes.  Í  søgunum  varð  Hayes ákærdur fyri at hava  skotið  mammu  sína  í  fyllskapi. Hann hevði framt  undandrátt,  og  hann  hevði  stjolið  400  dollarar  frá  einum  deyðadømdum  her­ manni  undir  amerikanska  borgarakrígnum.  Legan hjá Hayes svaraði  aftur,  har  teir  ákærdu  tann  ógifta Tilden at hava verið  saman  við  einum  ótali  av  giftum kvinnum, og fyri at  verða smittaður av tyfilis, tí  hann hevði verið saman við  einari írskari skøkju. Tilden  og  demokratarnir  vóru  eisini sagdir at verða orsøk  til  amerikanska  borgara­ kríggið. “Øll tykkara arr og  tykkara  sár  eru  demokrat­ arnir  orsøkin  til!”  skrivaði  eitt  repuplikanskt  blað.  Sjálvt  valið  varð  merkt  av  valsviki og ruðuleika. End­ 200 ár við skitnum Orrustan millum John McCain og Barrack Obama hevur verið rættiliga tom, um vit skulu meta saman við onnur forsetavalstíð í amerikonsku søguni Al Smith