týsdagur 4. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 4. november 2008
19
valdystum
in varð, at Hægsti Rættur
mátti fella dóm um val
úrslitið. Við einari atkvøðu
í
meiriluta
staðfestu
hægsturættardómarnir,
at
Rutherford Hayes hevði
vunnið forsetavalið.
1920:
Kvinnur, tubakk
og rúsdrekka
Repuplikanska forsetaval
evnið
í
1920,
Warren
Harding tykist at verða eitt
lætt offur hjá demokratun
um. Hann hevði tvær frillur,
eitt barn uttanfyri hjúnar
lagið, hann drakk, roykti og
spældi poker. Av tí sama
vistu Harding og fólkini í
hansara legu, at tey skuldu
ikki leypa á moralin hjá
demokratiska
mótstøðu
manninum,
James
Cox.
Tann joviali og sjarmerandi
Harding førdi eitt nýmótans
valstríð við slagorðum, sum
“Aftur til tað vanliga” og
“USA fyrst!”. Hetta fór
beint inn hjá amerikanska
almenninginum, sum tá í
tíðini ikki høvdu hug at
blanda seg uppí trupuleik
arnar kring Heimin. Hard
ing varð eisini væl við fleiri
filmsstjørnur í Hollywood,
og tað gjørdi hann bara enn
betur
umtóktan
millum
veljarnar.
James Cox, og mennirnir
í hansara legu royndu at
skaða Harding við at nevna
hann ein býttling, eina
marionetdukku,
og
ein
drykkiglaðan 2. flokspoli
tikkara,
sum
hevði
skrumpulivur. Ein suður
statsprofessari fór so langt,
at hann tvíhelt, at Harding
hevði nekarablóð í æðrun
um.
Ein
amerikanskur
journalistur konfronteraði
Harding
við
hesum.
Harding svaraði bara heilt
einfalt – Hvussu kann eg
vita tað? Tað er væl møgu
ligt, at ein av mínum
forfedrum hevur hoppað
upp um garðin. Sjarman og
hittinorðini
gjørdu,
at
Warren
Harding
vann
forsetavalið í 1920.
1928:
Kálstinkandi írar
Í 1928 vóru øll tekin í sól
og mána, at USA fór at fáa
sín fyrsta katólska forseta.
Valevnið hjá demokratinum,
Al Smith varð bæði sjar
merandi,
fólksligur,
og
áðrenn valstríðið fór í
gongd, væl dámdur millum
manna. Mótstøðumaðurin,
repuplikkanarin,
Herbert
Hoover varð hinvegin bæði
keðiligur og turrisligur. Al
Smith hevði so ruddiliga
vunnið á Herbert Hoover,
um tað ikki hevði verið fyri
tveir lutir. Al Smith varð
katolikkur, og hann varð av
írskari ætt. Repuplikkan
arnir koyrdu eitt skitið
valstríð, sum boðaði frá, at
Al Smith hevði svorið
yvirfyri pávanum í Róm, at
hann vildi gera alt USA
katólskt. Repuplikkanarnir
fingu protestantiskar prest
ar við sær, sum lupu ræðslu
á miljónir av protestantum,
við at fortelja teimum, at
Smith fór at seta øll
protestantisk hjúnabond úr
gildi. Øll protestantisk børn
fóru at verða óektaði børn,
og tað fór at verða bannað
at lesa Bíbliuna, um Smith
gjørdist forseti. Tá Smith
fór
vestureftir
at
føra
valstríð, varð hann møttur
av brennandi krossum, og í
einum føri var nær við, at
tokvognurin
hjá
honum
varð sprongdur í luftina.
Konan, Kate Smith var eis
ini spottað niður og norður.
Repuplikanarnir skrivaðu,
at Kate Smith fór at ganga
full og vála í Hvítu Húsun
um. Washington fór at
stinka av káli, og Kate
Smith fór at gera USA fyri
skommum yvirfyri útlend
sku
sendimonnunum.
Meirilutin av veljarunum
valdu at trúgva repuplikan
arunum, og ikki fyrr enn í
1961 gjørdist ein katolikkur
forseti í USA.
1972:
Innbrot og følsk
lesarabrøv
Í 1972 vildi táverandi
repuplikkanski
forsetin,
Richard Nixon gera alt fyri
at varðveita valdið. Hann
fór so langt, at hansara fólk
sendu fleiri lesarabrøv til
tey amerikonsku bløðini
við fiktivum nøvnum, sum
stuðlaðu krígnum í Vietnam.
Nixon fekk eisini tveir
fyrrverandi CIAagentar at
bróta inn í høvuðsskriv
stovuna hjá demokratunum
í Watergate, fyri at seta
lurtiútgerð upp í skrivstov
unum. Samstundis førdi
Nixon eitt grovt valstríð
ímóti
demokratinum,
George McGovern. Nixon
ákærdi McCovern fyri at
verða ein radikalan aktivist,
sum
vildi
forera
allan
Heimin til kommunistarnar.
Haraftrat tvíhelt Nixon, at
McGovern gekk inn fyri
fríari fosturtøku, og at fólk
skuldu hava fría og ótálm
aða atgongd til rúsevni, so
sum LSD. George Mc
Govern kom ongantíð fyri
seg i valstríðnum, og tapti
stórt til Nixon. Tvey ár
seinni kundi McGovern tó
síggja Nixon verða riknan
frá valdinum, tá Washington
Post hevði avdúkað alla ta
ólógligu óhumskina hjá
Richard Nixon.
Valstríðið millum Barr
ack Obama og John McCain
er lítið skitið samanborið
við tey valstríð vit hava
nevnt omanfyri.
Aftan á eitt
sera hart
valstríð í 1860
vann Abraham
Lincoln
forsetavalið
Richard Nixon
stóð í 1972 á
odda fyri tí
helst skitnasta
valstríðnum í
nýggjari tíð, tá
hann vann á
demokratinum,
George
McGovern