týsdagur 4. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 212 - 4. november 2008
tíðindi
Í hesi næstu greinini
hjá mær av tilsamans
trimum fari eg
at greiða frá, hví
eg hvørki hevði
sett mín kross við
eitt demokratiskt
forsetavalevni ella
eitt republikanskt
forsetavalevni, um
eg hevði havt valrætt
her. Eg komi eisini
inná, hví eg tó hevði
valt Obama, um eg
hevði verið noyddur
at valt millum annan
av báðum høvuðsfor
setavalevnunum
Forsetaval
Jens Hákun G. Leo,
stjórnmálafrøðilesandi,
San Diego State University,
San Diego - CA
Nú tað av álvara stundar til
amerikanska forsetavalið,
bendir framvegis alt á, at
Obama fer at vinna valið og
harvið at gerast tann næsti
amerikanski
forsetin.
Retorikkurin hjá Obama
um, at nú skulu broytingar
fremjast í tí amerikanska
samfelagnum, sýnist eftir
øllum at døma at tiltala ein
meiriluta
av
teimum
amerikumonnunum, ið fara
á val, og tí er tað ógvuliga
sannlíkt, at Obama fær nóg
mikið av atkvøðum til at
gerast nýggjur amerikanskur
forseti. Spurningurin er so,
hvørt Harra Barack Hussein
Obama fer at hava eina
broytandi ávirkan á tað
amerikanska samfelagið.
Eg loyvi mær at ivast í,
um Obama fer at broyta tað
amerikanska
samfelagið,
og serliga amerikanskan
uttanríkispolitikk,
nakað
serligt, og tað nívir mítt
góða sinni, tá eg hoyri fólk,
bæði her í USA og heima í
Føroyum, tosa um, hvussu
týdningarmikið tað er, at
Obama, og endiliga ikki
McCain, vinnur valið, og
eisini nívir tað meg, tá fólk
tosa um, hvussu gott tað fer
at vera, tá Obama kemur til
valdið eftir átta ræðulig ár
við Bush yngra í Hvítu Hús
unum. Tá fólk tosa á henda
hátt, sum tey sjálvandi hava
sín fólkaræðisliga rætt til at
gera, so meti eg tey vera
lítið vitandi um tað politiska
lívið í USA og um ta
politisku søguna í USA.
Fólk siga vanliga, at Bush
hevur oyðilagt heimsbú
skapin. Fólk siga eisini
vanliga, at Bush bert hevur
verið upptikin av uttanríkis
politikki og kríggi, og at
hann heldur hevur raðfest
at røkja áhugamálini hjá
teimum heilt ríku fram um
tað røkja áhugamálini hjá tí
vanliga arbeiðandi borg
aranum. Fólk siga eisini, at
Obama fer at leggja størri
dent á at hjálpa tí vanliga
arbeiðandi borgaranum, og
at hann fer at leggja minni
dent á kríggj og uttanríkis
politikk. Nú vil eg loyva
mær at spyrja meg sjálvan,
um alt hetta, sum fólk
vanliga siga, er rætt. Um vit
fyrst tríva í Bush, so er tað
skjótt at koma til ta niður
støðuna, at Bush í ein
ógvuliga stóran mun hevur
verið upptikin av stríðnum/
krígnum í Afghanistan og
Irak, og at hann ikki hevur
verið serliga áhugaður í tí
vanliga arbeiðandi borgara
num, meðan hann tvørtur
ímóti hevur verið ógvuliga
áhugaður í at geva skatta
lættar og annað gott til tey
ríku.
Hetta er ein niðurstøða,
sum nógv óivað munnu
vera samd um, men meðan
fólk flest nýta hesa áður
nevndu niðurstøðu fyri at
niðurgera Bush, so vil eg
nýta hesa niðurstøðu fyri at
vísa á, at Bush er ikki so
ólíkur forsetum, sum hava
verið frammanundan hon
um, og at Obama og for
setar, ið fara at verða valdir
í framtíðini, neyvan fara at
verða heilt ólíkir Bush. Tí
fyrst av øllum, so kann man
spyrja seg sjálvan, hvat
Obama hevði gjørt, um
hann var forseti eftir yvir
gangin tann 11.september.
Hvat hevði Obama
gjørt, um hann
var forseti tann
11.september ?
Sum tann eini av okkara
undirvísarum her í San
Diego eisini hevur víst á, so
hata amerikumenn, bæði
demokratar
og
republikanarir,
at
vera
álopnir, og serliga hata
amerikumenn
at
vera
álopnir á ein slíkan hátt,
sum teir vóru tann 11.sep
tember. Tískil er tað mín
meting, at líkamikið hvør
so var forseti tann 11.sep
tember, um tað so var demo
kraturin Obama, ella um
tað var demokraturin Roose
velt, so hevði viðkomandi
amerikanski forsetin til eina
og hvørja tíð verið noyddur
til at savna tjóðina til tess at
hevna eitt slíkt yvirgangs
álop sum tað tann 11.sep
tember. Amerikumenn eru
jú ein stolt tjóð, og tá teir
verða særdir á ein slíkan
óvæntaðan hátt, sum teir
vóru tann ræðuliga týsmorg
unin
tann
11.september
2001, so vænta teir, at sit
andi forsetin, líkamikið um
hann er demokratur ella
republikanari, vil hevna teir
yvirgangsmenn, sum hava
gjørt seg inná teir. Tað er jú
tann amerikanski forsetin,
sum í eini slíkari støðu sum
henni eftir tann 11.sep
tember hevur vald til at hev
na
yvirgangsmennirnar
vegna tað amerikanska fólk
ið, sum hann skal eitast at
tæna, og eftirsum at tað
amerikanska fólkið hevur
vald til ikki at velja ein
forseta aftur til eitt seinna
valskeið, sum støðan var
við Bush í 2001, tá ið hann
sat í sínum fyrra valskeiði,
so vildi tað verið fjákut av
einum
og
hvørjum
amerikonskum forseta ikki
at eftirlíka ynskinum hjá
amerikumonnum um at fáa
hevnd, tí hetta hevði kunnað
merkt tað, at møguleikarnir
hjá honum til at verið aftur
valdur, høvdu minkað.
Tí vil eg pástanda, at
Obama eisini, eins og Bush,
hevði lopið á Afghanistan,
tí amerikanska tjóðin varð
særd og vildi hava hevnd og
fyri ikki at skaða møgu
leikarnar fyri at verða aftur
valdur, so hevði Obama
lopið á Afghanstan, eins og
Bush gjørdi tað í oktober
2001. Onkur kann nú siga,
at eg kann sjálvandi ikki
vita, um Obama hevði lopið
á Afghanistan, um hann var
amerikanskur
forseti
í
2001, og tað er fyri sovítt
eisini rætt. Tað er bara nak
að, eg pástandi, at hann
hevði gjørt. Men Bush leyp
á Afghanistan fyri millum
annað at fáa hevnd fyri 11.
september
vegna
tað
amerikanska
fólkið,
og
demokraturin
Roosevelt
lýsti fyrst í fýratiárunum
kríggj móti Japan til tess at
hevna álopið á Pearl Har
bour, og hetta eru so tvey
dømi um, at tá USA verður
álopið, so vil sitandi for
setin, líkamikið um hann er
demokratur ella republikan
ari, hevna álop á ameri
konsku tjóðina, og við hes
um vil eg siga, at søgan hev
ur lært okkum, at ameri
kanskir forsetar, demokratar
ella republikanarar, í slíkum
støðum sum 11.september
altíð fara at søkja hevnd, og
eg meti ikki, at Obama er
nakað undantak í hesum
føri.
Obama vil hava
fleiri hermenn í
Afghanistan
Onkur vil nú halda, at tað
gott nokk var rætt av Bush
at leypa á Afghansistan,
men at hann hevur havt her
menn í Afghanistan í ov
langa tíð fyri at fremja
fólkaræði í Afghanistan.
Her kann vísast á, at Bush
als ikki er nakað verri enn
Obama, tí Obama vil flyta
enn fleiri hermenn til Afg
hanistan. Eisini kann eingin
koma og siga, at hann velur
demokratarnar, tí at einasta
reella alternativið til demo
kratarnar, republikanarar
nir, dáma ov væl at vera í
fjarskotnum londun sum t.
d. Irak og Afghanistan. Tað
vóru jú nettupp demokratar
nir við Kennedy og Johnson
á odda, ið vóru við til at
økja um amerikonsku her
megina í Vietnam ein gerð
ið fekk vanlukkuligar fylgj
ur fyri bæði USA og Viet
nam. So kann onkur koma
og siga, at tíðin við Kennedy
og Johnson hoyrir til for
tíðina og til tað kalda krígg
ið, og at man sjálvandi ikki
skal halda seg aftur við at
velja Obama orsakað av
hvat floksfelagir hansara
hava gjørt fyri fýrati til
fimmti árum síðani. Hetta
er óivað rætt, men hygg
hvat Obama sigur um
Afghanistan.
USA
skal
flyta fleiri hermenn til
Afghanistan !!! Við hesum
royni eg at vísa á, at tá fólk
siga republikanararnar vera
óðar eftir at sleppa í kríggj,
so er tað óivað nakað um
tað, men tað merkir ikki, at
demokratarnir hava verið
nakað hakk frægari millum
ár og dag, og tað koma teir
neyvan at vera í framtíðini,
tí søgan hevur jú lyndi til at
endurtaka seg.
Tey deyðu gloymdu
uttanríkispolitisku
líkini hjá demo
kratunum
Vit skulu í høvuðsheitum
hyggja at teimum vánaligu
avgerðunum
hjá
demo
kratunum, síðan fólk flest í
Norðanlondum sýnast at
hava so øgiligt sympati fyri
demokratunum. Fyrst av
øllum kunnu vit spyrja okk
um sjálvi, hvør forseti drap
eitt ótal av japanesarum
uppá tríggjar dagar við tí
mest hættisliga vápninum
av øllum atombombuni.
Tann knústi amerikan
Partur 2 av 3 :
Teir republikansku
demokratarnir og
Harra Barack Hus-
sein Obama