týsdagur 4. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 4. november 2008
21
tíðindi
Jú, tað var demokraturin
Harry Truman, sum síðan
eisini sendi amerikanskar
hermenn inn í Korea (inn í
deyðan)
til
at
berja
kommunismuna niður. Og
tað vóru Kennedy og John
son, sum vóru við til at økja
um hermegina í Vietnam.
Og tað var Carter, sum leyp
á Nikaragua í 1979. Og tað
vóru demokratarnir Wilson,
Roosevelt og Clinton, sum
hildu seg aftur við at blanda
seg í ávikavist, 1.heims
bardaga, 2.heimsbardaga, í
Bosnia og í Rwanda, tí at
tað ikki var alneyðugt hjá
amerikumonnum at blanda
seg í blóðbað í øðrum heims
pørtum.
Jú, demokratarnir hava
so sanniliga havt síni mis
eydnaðu inntriv og síni vant
andi inntriv á tí uttanríkis
politiska økinum millum ár
og
dag.
Demokratarnir
trúðu eins og republikanar
arnir fult og fast uppá, at
kommunisman
var
ein
hóttan undir kalda krígnum,
demokratarnir
atkvøddu
eins og republikanararnir
fyri krígnum í Irak í 2003,
og tað var við demokratunum
og Clinton á odda, at USA
sum
heimsins
størsta
hernaðarveldi heldur valdi
at leggja dent á at tryggja
sínar egnu íbúgvar enn at
steðga fólkamorðinum í
Rwanda. Um vit steðga á
við hetta síðsta v.v. fólka
morðum, so sigi eg als ikki,
at republikanararnir hava
verið nakað frægari enn
demokratarnir fyri at steðga
fólkamorðum – teir hava
heldur verið verri, og demo
kratarnir við Clinton á odda
skulu so eiga tað, at teir
fingu steðgað krígnum í
Bosnia í 1995.
USA skal steðga
fólkamorðum
– eisini í Irak
Men tá fólk altso tosa um,
at tey heldur vilja síggja ein
demokratiskan
forseta
í
Hvítu Húsunum, tí demo
kratarnir kríggjast minni
enn republikanararnir og
taka sær ístaðin meira av
teimum amerikonsku íbúgv
unum, so er hetta ein ikki
heilt røtt hugsan, tí demo
kratarnir hava millum ár og
dag verið minst líka óførir
sum reublikanararnir til at
fremja óheppin átøk úti í
heimi, fyri síðan at lata vera
við at fremja átøk, har tey
eru neyðug, so sum í
Rwanda,
Somalia
og
Bosnia. Og fyri enn einaferð
at steðga á við kjakinum,
um man skal steðga fólka
morðum, so trúgvi eg uppá,
at einhvør amerikanskur
forseti skal í størst møgu
ligan mun nýta orku uppá
at betra um viðurskiftini
hjá amerikonsku borgar
unum, men eg meti tað tó
vera rætt, at USA sum
heimsins størsta hernaðar
veldi ger inntriv fyri at
steðga fólkamorðum kring
knøttin, tó at eg eins og Ron
Paul meti, at USA so nógv
sum gjørligt skal halda seg
á sínum egna heimsparti.
Júst her meti eg, at nú
verandi
forsetin
(Bush)
kundi havt fingið størri rós
fyri tað, hann hóast alt
hevur framt í m.a. Irak.
Hygg t.d. at Kosovo
inntrivinum í 1999 hjá Bill
Clinton og NATO ! Her
steðgar onkur á og sigur, at
tað var eitt væleyndað inn
triv, tí Milosevic týndi ein
minnilutabólk, og tað var
neyðugt at steðga hesi týn
ing. Eg eri samdur við, at
tað var neyðugt at steðga
týningini av kosovoalbanar
unum í Jugoslavia, men um
Bill Clinton við altjóða sam
felagnum handan seg skal
fáa rós fyri at leypa á eitt
land, sum ikki hevði lopið á
USA ella eitthvørt annað
NATOland fyrst, fyri at
steðga fólkamorði, so skal
Bush yngri eisini fáa rós, tí
hann leyp eisini á eitt land,
sum ikki hevði lopið á USA
ella eitthvørt annað NATO
land fyrst, fyri at steðga
fólkamorði – og tað var
enntá uttan at hava týdn
ingarmikil lond sum Frak
land og Týskland við sína
lið. Sjálvandi kann onkur
siga, at Bush vildi hava
oljuna í Irak, men hann
fekk so Saddam Hussein
burtur frá valdinum, og tað
vildi eg ikki mett vera eitt
stig tann skeiva vegin hvat
viðvíkur
tí
at
fremja
fólkaræði í Irak. Tað er so
nakað heilt annað, at eg
meti, at Bush fyri langari
tíð síðan skuldi havt fingið
skil á støðuna í Irak, og at
hann av fyrstan tíð gott
kundi latið vera við at nýta
lygnir fyri at leypa á Irak.
Eg haldi tó enn tann dag í
dag, at tað var feikt av Týsk
landi og Fraklandi, serliga,
ikki at stuðla USA í
krígnum móti Irak.
So higartil kunnu vit altso
staðfesta,
at
uttanríkis
politikkurin
hjá
demo
kratunum millum ár og dag
hevur víst seg at vera minst
líka lítið verdur sum tann
hjá
republikanarunum.
Demokratarnir
eru
teir
republikansku demokratar
nir. Hugtakið sýnist at vera
ógvuliga meiningleyst, men
í veruleikanum sýnist tað
ógvuliga meiningleyst at
gera skilnað millum demo
kratarnar og republikanar
arnar á tí uttanríkispolitiska
økinum. Orsøkirnar, til at
politikkurin hjá flokkunum
á tí uttanríkispolitiska øki
num er so líkur, kunnu vera
so nógvar. Eitt er, at flokkar
nir skulu tekkjast veljar
unum, meðan eitt annað er,
at flokkarnir verða ávirkaðir
av m.a. lobbyfelagsskapum
í Washington.
Amerikanskur
innanríkispolitikkur
Nú er tað soleiðis, at meðan
eg havi verið her, havi eg
funnið útav, at tað finnast
amerikumenn, ið ikki so
frægt sum vita, hvat Hamas
og Mahmoud Ahmadinejad
eru fyri nakað, og við tí
royni eg at siga, at ameriku
menn flestir ikki hava áhuga
fyri uttanríkispolitikki. Teir
eru meira upptiknir av teirra
egnu vælferð og av innan
ríkispolitikkinum
hjá
amerikonsku stjórnini.
So um vit nú venda nøsini
móti tí, sum amerikumenn
hava áhuga fyri, nevniliga
innanríkispolitikki, so vil
eg framvegis grundgeva
fyri, at tað kann gera tað
sama, um tú stuðlar demo
kratunum, ella um tú stuðlar
republikanarunum.
Fólk
vilja siga, at Bush og
republikanararnir bara fram
du politikk til frama fyri tey
ríku, men tað vóru í
høvuðsheitum demokratar
nir, sum til atkvøðugreiðslu
na í Umboðsmannatingi
num vóru teir heitastu tals
menninir fyri at atkvøða
Bailoutbjargingarætlanina
ígjøgnum,
og
bailout
ætlanin kemur jú sum kunn
igt teimum ríku banka
monnunum til frama. Tað
skal
sigast,
at
republikanararnir
eisini
atkvøddu bjargingarætlan
ina ígjøgnum, so í hesum
føri kann onkur siga, at
báðir partar atkvøddu til
frama fyri tey ríku.
Amerikumenn vilja so
siga, at teir atkvøða fyri
Obama, tí at Bush hevur
oyðilagt búskapin. Tað kann
væl vera nakað um tað, men
her skal man ikki gloyma
tað ávirkan, sum kongressin
hevur á búskapin, og í
kongressini hava demo
kratarnir havt minst líka
stóra
ávirkan
sum
republikanararnir
hesi
seinnu árini, og serliga hesi
síðstu
tvey
árini,
har
demokratarnir hava havt
meirilutan
í
báðum
tingunum. Amerikumenn
vilja so aftur vera við, at
teir stuðla tí demokratiska
forsetavalevninum,
tí
at
síðst ein demokratur var for
seti, Bill Clinton, upplivdi
búskapurin í USA eina
framgongd sum aldrin fyrr
í nýggjari tíð. Her skal við
merkjast, at republikanarar
nir so sanniliga gjørdu sína
ávirkan
galdandi
í
kongressini um hetta mund
ið og kunnu, um teir eru
sjálvglaðir, taka sín part av
æruni fyri, at búskapurin
hevði tað so gott í USA í
nítiárunum.
Tá Barack Hussein
fór til te-munn hjá
Ahmadinejad
Sum fólk nokk hava fingið
við, vildi eg hvørki atkvøtt
fyri McCain ella Obama.
Eg vil ikki avdúka, hvønn
eg hevði valt, síðan eg ikki
meti tað vera relevant beint
nú, men um eg endiliga
hevði skulað valt millum
Obama ella McCain, so
hevði eg valt Obama, tí eftir
átta ár við einum repub
likanskum forseta haldi eg
tað vera sunt við einum
nýggjum stýri. Eg meti, at
eitthvørt
fólkaræðisligt
samfelag hevur brúk fyri at
skifta út tíðunt, hetta so at
allir partar sleppa framat.
Ein onnur orsøk til at eg
stuðli Obama er hon, at
Obama vil tosa við okkara
góða vin, Mahmoud Ahma
dinejad, forsetan í Iran, og
tað er nakað, sum McCain
ikki vil. Eg dugi ikki at
síggja, hvat skuldi verið
skeivt í at tosa við iranska
forsetan. Í mínum eygum er
hann ikki ein størri terrorist
ur, enn hvat Guantanamo
Bush er, og tá Larry King
kann tosa við Mahmoud, so
burdi John McCain eisini
kunnað
tosað
við
Mr.
Mahmoud
Ahmadinejad.
Møguliga hevði tað kunnað
bøtt um viðurskiftini í Mið
eystri, um Mahmoud hevði
bjóðað Obama til ein te
munn. Ein triðja orsøk til at
eg stuðli Obama er hon, at
McCain er ov gamal, og
hansara varaforsetavalevni,
Sarah Palin, sýnist mær at
vera ov óbúgvin til at taka
við forsetaembætinum, skul
di McCain brádliga andast.
Niðurstøða
So nú restar lítið í, áðrenn
tað verður avgjørt, hvør
verður nýggjur amerikansk
ur forseti. Vit vita enn ikki,
um tað verður John McCain
ella Barack Hussein Oba
ma, ið verður nýggjur
forseti, men eitt vita vit tó,
og tað er, at Bush fer frá.
Man kann siga, at høvuðs
bragdið hjá Bush í hansara
tíð var at fella Saddam
Hussein. Men júst sum vit
hildu, at vit vóru sloppin av
við ein Hussein í Irak, so er
væntandi, at ein annar
Hussein tekur við valdinum
í USA.
Tann triðja og síðsta
greinin hjá mær fer at
snúgva seg um Proposition
8 valið. Tað valið snýr seg
um, hvørt tað longur skal
vera loyvt hjá samkyndum í
Kalifornia at gifta seg. Tað
valið
stendur
eisini
á
skránni tann 4.november,
tann stóra valdagin í landi
num, har fólkaræði valdar,
men har tann amerikanski
dreymurin, rætturin hjá tí
einstaka at velja sína egnu
eydnu, er ógvuliga avmark
aður, av tí at tann einstaki
bert hevur fyri siðvenju
antin at velja millum demo
kratarnar og republikanarar
nar ella at sita við hús og
ikki fara á val.
nski dreymurin